týsdagur 25. juni 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Lagt til rættis: Eydna Skaale
Tað eru tvey sløg av Lepto
spirose - annað nevnt Stutt
garter-hundasjúkan og hitt
nevnt smittandi gulsótt ella
Weilsk sjúka. Bæði sløgini
koma av bakterium, og bæði
sløgini kunnu smitta fólk.
Stuttgarter
hundasjúkan:
Tá hundurin fær Stuttgarter
hundasjúkuna, verða nýrini
skadd. Tað kann henda skjótt
ella seint - yvir fleiri ár.
Tá nýrini verða skadd
eftir stuttari tíð eru sjúku
eyðkennini,
• høgur fepur
•
tosti
•
pissar lítið
•
ilt í búkinum
•
lítið um hann.
•
sár í munninum og á
tunguni
Tá nýrini vera skadd yvir
langa tíð eru sjúkueyðkenn
ini, at hundurin er:
• troyttur
• spýr
• skiftir ímillum at hava
leyst lív og harðan maga,
• lítið og einki er um
hundin.
Av tí, at eyðkennini eru so
mikið veik, kann sjúkan vara
í fleiri ár, heilt inntil nýruni
ikki fungera longur.
Hundurin vil gjøgnum
árini skilja smittandi evni til
umhvørvi, og tí verður hann
kallaður ein "sunnur smittu
beri", sum er til vanda fyri
aðrar hundar.
Weilsk sjúka
Hetta er tað slagið av Lep
tospirosu, sum er staðfest í
Føroyum.
Eyðkennini eru, at hund
urin brádliga fær
• fepur,
• gulsótt, soleiðis at húð
og slímhindir gerast gul,
hann kann
• spýggja við blóði í
• leyst lív við blóði í
• blóðsprongdar slím
hinnur í eygunum
• blóð í slímhinnuni í
munninum.
•
Hundurin kann
doyggja innanfyri
tímar ella dagar, eftir
at sjúkueyðkennini eru
staðfest.
Bæði Weilsk sjúka og
Stuttgarter hundasjúkan eru
torførar at diagnostisera ein
ans út frá sjúku eyðkennu
num, tí tað eru nógvar sjúkur,
ið hava líknandi eyðkenni.
Tískil má ein blóðroynd til
fyri at staðfesta sjúkuna.
Stuttgarter hundasjúkan
verður viðgjørd við anti
biotika, og ofta fær hundurin
eisini eyka vætu og serligan
mat. Weilsk sjúka ger ofta so
mikið skjótt um seg, at tað ikki
er tíð til at viðgera hundin. Um
antibiotikaviðgerðin verður
sett í verk nóg skjótt, ber til
at forða bakteriuni at náa inn
í livur og nýru. Men av tí, at
hundurin bert er sjúkur í stut
ta tíð, áðrenn hann doyr, vil
viðgerðin ofta vera til fánýtis.
Tað ber til at koppseta
móti Leptospirosu og soleið
is fyribyrgja móti sjúkuni. Í
Føroyum er krav um, at allir
hundar, sum verða innfluttir
og allir hundar, sum fara at
ferðast, skulu koppsetast. Enn
er krav ikki um, at allir hundar
í landinum skulu koppsetast,
men landsdjóralæknin mælir
til, at hundar, sum eru nógv
saman við øðrum hundum,
eitt nú til kappingar, fram
sýningar og venjingar, verða
koppsettir. Hugsast skal tó
eisini um, at tað er umráðandi
ikki at koppseta óneyðugt, tí
koppsetingarevnini
kunnu
hava hjáárin.
Uttanlands verður mælt
til, at hundarnir verða kopp
settir eina ferð árliga.
Leptospirosu-bakteriur
útskiljast gjøgnum landið, og
hundurin verður smittaður
gjøgnum smásár í húðini og
slímhinnunum.
Hundaeig
arar eiga serliga at ansa eftir,
at hundarnir ikki drekka av
skitnum hyljum ella koma at
vatni, sum kann vera dálkað
við kloakk.
Landsdjóralæknin mælir
staðiliga frá at lata hundar
ganga uttan eftirlit.
Øll hundasløg kunnu fáa
Leptospirosu.
Keldur:
Skriv frá Landssjóralæknanum
netdyredoktor.dk
sundhed.dk
Leptospirose hjá fólki
Í Danmark verða millum
10 og 30 fólk smittað árliga.
Tað eru í høvuðsheitum fólk,
sum hava svomið ella arbeitt
í áum inni í stórbýum, í klo
akkum, ella sum hava starv
ast í alistøðum á landi. Fólk,
sum á onkran hátt hava havt
samband við landið frá rott
um ella músum eru eisini í
smittuvanda.
Fert tú at ferðast, kanst
tú verða verða smittaður,
um tú kemur í samband
við fesktvatn - til dømis
á rafting túrum, ella um
tú kemur í samband við
djór
í
tropunum.
Mett
verður, at tað eru yvir
500.000 álvarsom dømi um
Leptospirosu hjá fólki - ser
liga í fátøkum økjum í trop
unum og í subtropunum.
Sjúkan smittar har serliga í
regntíðini.
Ein nýggj svensk kann
ing vísir, at Leptospirosa er
rættiliga vanlig sjúka, men
illgruni er sjáldan um júst
hana, tá fólk koma heim
av
tropiskari
feriu við
fepri.
Smittan
Flestu
stóru
djórasløgini
kunnu smitta við Leptospi
rosu, men tað eru rottur og
mýs, sum smitta við vanda
mestu sløgunum at sjúkuni.
Djór, sum eru smittað, úts
kjilja stórar mongdir av bakt
eriuni gjøgnum landið, og tað
er eisini landið, sum er størsta
smittukeldan til fólk. Tú kanst
verða smittaður, um tú kem
ur í beinleiðis samband við
landið, ella um tú kemur í sam
band við áir og fesktvatn, sum
er dálkað av smittandi landi.
Landsdjóralæknin mælir
tí til at ansa serliga væl eftir,
tá tú turkar skarn og land
upp eftir til dømis hvølpum.
Tað er umráðandi ikki at fáa
nakað á teg, og tí skalt tú
helst brúka handskar
og vaska tær væl
um hendurnar
aftaná.
Ert tú
blivin
smittaður, smittar tú eisini
í høvuðsheitum gjøgnum
landið, men tá tú tekur anti
biotika, hvørvur smittuvand
in. Vandin fyri at smitta mill
um fólk er sostatt ikki serliga
stórur.
Sjúkan brýtur vanliga
út einar 5-14 dagar eftir, at
tú hevur fingið smittuna.
Sjúkueyðkennini minna um
influenzu við høgum fepri,
høvuðpínu og pínu í vødd
unum, serliga um lendarnar
og í tjúkkunum.
Áðrenn viðgerð við anti
biotika kann byrja, skal sjúk
an staðfestast í landi ella
blóði.
Leptispirosa kann við
gerast við pencillini. Men tað
er eingin koppseting til fólk
móti sjúkuni. Hyggjuráðini
eru tí at hugsa um reinføri,
og vaska tær væl um hend
urnar, eftir at tú hevur verið
í samband við djórið - serliga
áðrenn tú fært tær at eta.
Leptospirose - hvat er tað?
Landsdjóralæknin hevur boðað frá, at hundasjúkan Leptospirosa er staðfest hjá føroyskum hundum,
og sjúkan kann eisini smitta fólk. Talan er um eina sjúku, sum sæst hjá djórum um allan heim.
Reinføri, tá tú hevur nomið við hundin, eru bestu ráðini fyri at sleppa undan smittuni. Hundurin
skal ikki sleppa at strúka úti einsamallur - og hann skal helst ikki leppa úr hyljum úti
Leptospirose hjá hundum