týsdagur 25. juni 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Nú summarið av álvara
er komið læt okkara kæri
vinur og granni Trygvi
Jacobsen
eyguni
aftur.
Trygvi hevur verið álvars
liga sjúkur eina tíð, og vit
grannar hansara hava ver
ið so syrgin hesa tíðina, har
sjúkan hevur bjóðað hon
um av. – Marita, hansara
hjúnafelagi gjøgnum lívið,
hevur verið ein framúr
stuðul allan vegin, bæði
tá ið vónin litaði dagin, og
tá mótburður var týðligur.
Tey bæði vóru saman um
avbjóðingina. Børnini hava
eisini verið fyrimyndarlig.
Trygvi var ein maður,
sum ikki gramdi seg, heldur
ikki, tá ið sjúkan gjørdi ger
andisdagin truplan. Hann
arbeiddi alt tað, sum hann
setti sær fyri, hóast sjúk
una.
Vit eru sera sorgarbundin
og drýpa høvur.
Trygvi var føddur í Vági
í 1939 og hevur verið lærari
størsta partin av sínum
lívi. Arbeiðsplássið bleiv
Tórshavnar kommunuskúli,
har hann treivst væl og ar
beiddi innan fakøkini stødd
frøði, evnafrøði og kunn
ingartøkni. Frammanundan
læraraprógvið frá 1975, sigldi
Trygvi sum stýrimaður.
Hann hevur sagt okkum
frá nógvum áhugaverdum
hendingum á leiðini.
Vit
sum
hava
fylgt
Trygva øll hesi mongu ár
sum grannar fingu partvís
innlit í hansara tankar á
óteljandi løtum við gleði,
látri og góðum søgum.
Trygvi hevði humor og
deildi henda við okkum.
Hansara forstáilsi fyri
bókmentum kom til sjónd
ar á okkara mongu granna
fundum og útferðum. Hann
dugdi væl at skriva og orða
seg. Hann brúkti ikki tíðina
hjá fólki til innantómt prát.
Hann var ein gløggur eyg
leiðari. Í førum vóru hans
ara viðmerkingar spískar, tí
hann sá og skilti meira enn
tey flestu.
Barnabørnini fyltu nógv
hjá honum, og fyri okkum,
sum komu í heimið, sóu vit,
at børnini elskaðu abban.
Hann var tann góði, kerligi
og lærandi abbin, sum gav
teimum av síni stóru vitan.
Vit syrgja nógv saman
við tær Marita og við
tykkum báðum Eyðun og
Marjun og familjum tykk
ara. Vit kunnu onki annað
siga enn, at Trygvi vil liva
víðari hjá okkum í størsta
takksemi, at hann bleiv vin
ur og granni.
Harrin styrki tykkum øll
í sorgini.
Grannar í Hamarsgøtu
Minningarorð
Trygvi Jacobsen
f. 26. sept. 1939 – d. 18.6.2013
Nú vit eru farin um longsta
dag, minnast vit sum familja
Olaf Nielsen, sum fyri ein
um ári síðani, eftir stutta
sjúkralegu,
fór
heim
til
Harran. Babba hevði 26. juni
2013 verið 80 ár, og vil eg tí,
á føðingardegi hansara, nýta
høvið at skriva nøkur minn
ingarorð um hann.
Babba var føddur í Vági
í 1933, og var næstelstur av
fýra syskjum. Hini systkini
eru Rodmundur, Øssur og
Gunnvør. Foreldrini vóru
Louise Nielsen, ættað av
Regni í Leirvík, og Jacob
Nielsen, ættaður úr Nólsoy.
Eftir at abbi legðist uppi og
gjørdist vitapassari, flutti
familjan hagar sum abbi
hevði sítt vitapassara starv.
Tey búðu eitt nú á Mykines
hólmi. Eg minnist mangan
babba greiða okkum frá
tíðini á Mykineshólmi, har
vitapassarafamiljan eitt nú
upplivdu at verða bumbað
undir seinna heimsbardaga
av týskum bumbuflogførum.
Tað má hava verið skakandi
upplivingar fyri foreldur og
børn, og sum vit í dag ikki
kunnu ímynda okkum. Tíðin
í Mykines man tó ikki bert
hava verið óhugnalig, tí hon
var eisini orsøkin til, at babba
fann sær konu úr Mykinesi,
sum var Ása Katrina, fødd
Johannesen. Tey giftust í
1957, og fingu 55 ár saman.
Babba og mamma fingu 3
synir, sum eru Kári, Jákup
Alberg og Birgir.
Sum flest aðrir unglingar
fór babba sum ungur til skips
og átti eitt nú sum ungur
maður útróðrarbát saman
við familju í Leirvík. Fyrstu
árini búðu mamma og babba
eisini í Leirvík, men fluttu
seinni til Havnar, har hansara
livsleið sum fiskasølumaður
veruliga byrjaði. Fyrst á
Sildasøluni og hareftir sum
sølustjóri á Fiskasøluni, sum
var eitt starv hann við íðni og
nærlagni røkti í yvir 20 ár.
Babba ferðaðist ómeta
liga nógv hesi árini og ar
beiddi
hart
og
miðvíst
saman við øðrum góðum
starvsfólki at selja føroyskar
fiskavørur úti í heimi og
harvið fáa best møguligar
avtalur heim til limirnar í
Fiskasøluni. Havi mangan
hoyrt frá útlendskum sam
starvsfelagum hjá babba,
hvussu væl tað lá fyri hjá
honum at knýta sambond
við keyparar, líkamikið hvar
í heiminum hesir komu frá
og ikki minst at fáa góðar
avtalur í lag. Babba hevði
stóran áhuga fyri fólki og
hevði lætt við at koma í sam
band við fólk, líkamikið hvar
í heiminum hann ferðaðist.
Hann var lættur av lyndi,
var skemtingarsamur, men
var eisini ein góður samráð
ingarmaður, sum tordi at
standa fast upp á sítt.
Sum nærum 60 ára gamal
og í ringastu búskaparligu
tíð fyrst í 90’unum breyt
babba burtur úr nýggjum og
stovnaði egna fiskasølu, ið
eisini bleiv reiðaravirki við
trolarum, sum gav arbeiði
á sjógvi og landi til land
okkara. Her komu hansara
drúgvu royndir við russarar
honum til góðar, sum hann
hevði samstarvað við í mong
ár. Hann fekk góða avtalu
við russiskt felag, sum hevði
stóra kvotu i Barentshav
inum. Hetta var eisini ein sera
spennandi tíð hjá honum og
var ein góður endi á hansara
virkna arbeiðslívi.
Eitt sum eyðkendi babba
var, at hann mangan tordi at
váða at ganga nýggjar leið
ir og saman við øðrum at
seta ymiskt vinnuvirksemi
í gongd í Føroyum, hóast
framtíðarútlitini
vóru
ókend. Onkuntíð gekk tað
gott, men aðrar tíðir gekk
tað minni gott, sum tað er
so nattúrligt í øllum lívsins
viðurskiftum. Men babba
fall ongantíð í fátt, sjálvt um
útlitini mangan ikki vóru tey
bestu. Hann legði alt í Harr
ans hendur. Hetta vísti Guðs
trúgv hansara, og hvønn
hann hevði sett sítt álit á í
hesum lívinum.
Vit
nærmastu
hava
ómetaliga nógv góð minnir
um babba og hava nógv at
takka honum fyri. Hann
vísti stóran kærleika, var trú
fastur og gávumildur í øllum
sum hann gjørdi. Babba var
ein maður við nógvum fjøl
broyttum gávum, og hann
var arbeiðsamur og íðin sum
fáur í øllum sum hann gjørdi.
Tað skuldi veruliga henda
nakað, har hann var.
Eftir at babba fór um
pensiónsaldur,
haldi
eg
at vit brøðurnir veruliga
merktu hvussu nógva tíð
hann ynskti at brúka upp
á okkum, sum hann var so
góður við. Tað var líkasum
at hann vildi løna okkum
aftur, at hann hevði verið so
nógv burturstaddur í sínum
virkna arbeiðslívi.
Hann vísti veruliga kær
leika og trúfesti, uttan at
tað altíð var í orðum. Men
hansara gerir vístu veruliga,
hvat hann livdi eftir.
Eitt sum eisini eykendi
babba var, at hann var ein
sera praktiskur maður, sum
dugdi nærum øll handalig
ting. Um okkurt skuldi gerast
heima hjá einum av okkum,
var hann altíð fúsur og var
tann fremsti sum setti alt
í gongd og helt á til arbeiði
var liðugt gjørt. Eg havi ikki
orð fyri, hvussu nógv hann
hevur hjálpt mær og mínari
familju. Hetta eri eg honum
sera takksamur fyri.
Babba var ein sera góður
maður hjá mammu at hava.
Tey fingu 55 góð ár saman. Tá
mamma gjørdist álvarsliga
sjúk fyri 5 árum síðani,
merktu vit veruliga hvussu
góð babba og mamma vóru
við hvønn annan. Umsorgan
hansara fyri mammu var
ómetaliga stór, og tað var
ein stór gleði hjá babba og
okkum øllum, at mamma
kundi gerast frísk aftur, og
at tey fingu nøkur ár afturat
saman.
Babba
var
ómetaliga
góður við síni abbabørn
og langabbabarn. Eg kann
nevna, at árini eftir at vit
høvdu ættleitt son okkara,
gekk tað nærum ikki dagur,
at hann spurdi okkum nær
næsta barnið hjá okkum
mundi fara at koma. Babba
var ómetaliga spentur okkara
vegna. Tíverri upplivdi tú
ikki hetta, men í dag kunnu
vit stolt siga, at tú aftur
er blivin abbi til eina fitta
abbadóttur, sum vit júst hava
fingið í Suður Afrika. Vit vita,
at tú hevði gleðst saman við
okkum og hevði verið ein
stoltur abbi.
Tað sum situr eftir hjá
okkum sum familja er, at
kærleiki og trúfesti altíð
vóru fremst í tínum huga,
babba. Tí kunnu vit ogna
babba eitt vers í orðtøkunum,
sum sigur: ”Lat ikki kærleika
og trúfesti víkja frá tær, bind
tær tey um halsin, skriva tey
á talvu hjarta tíns. So skal
tú finna náði og fáa yndi, í
eygum Guðs og manna”
Eg haldi hetta sigur so
nógv um hvussu babba var
sum maður hjá mammu,
pápi hjá okkum brøðrunum,
umframt verpápi, abbi og
langabbi hjá familju okkara.
Takk fyri alt tað tú var
fyri meg, fyri mammu og alla
familju okkara. Tað er stórur
saknur í tær hjá mammu og
okkum øllum, men vit hava
ómetaliga rík minnir um teg.
Ærað verður minnið um
babba, okkara kæra pápa,
verfaðir, abba og langabba
Olaf Nielsen.
Birgir
Minningarorð um
Olaf Nielsen
á 80 ára degnum 26. juni 2013
f. 26/6-1933 d. 17/6-2012