týsdagur 25. juni 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Kvøldskúlan, Tekniska skúla
og Studentarskúlan. Og sam
an við Sjónvarpinum fingu
tey gjørt Klippfisk – eina
filmsverkstovu sum hon er
í dag.
– Á tann hátt fingu vit
neyðugu útgerðina., sigur
Jákup Veyhe.
Sjónvarpið var sum sagt
við, og Mikkjal Helmsdal var
stjóri tá. Hann gavst sum
stjóri um tað mundið, og tað
seinasta hann gjørdi sama
dag sum hann gavst, var at
seta sendingina, »Agurk«, á
skrá, sigur Jákup Veyhe.
Agurk var sending, har
fólk kundu senda sínar egnu
filmsupptøkur inn, har hesar
so vórðu vístar í sjónvarp
inum. Tað vóru næstan bara
ung fólk, ið sendu filmar inn.
Og fleiri av filmunum handl
aðu um dreingir við revolv
arum sum jagstraðu aðrar
dreingir. – Ikki var góðskan
serliga góð - men tað er óiva
stuttligt at síggja afturá
kortini.
– Vit sóu tó skjótt, at
skuldi Klippfisk fáast at
virka, máttu vit seta fólk at
hava dagligu leiðsluna. Tað
fungeraði at byrja við á tann
hátt, at vit høvdu lyklar til
hølini, og tað merkti, at fólk
komu allar tíðir av døgninum,
og so máttu vit oman at lata
teimum upp, sigur Jákup
Veyhe.
Teir spurdu seg so fyri
ymsastaðni um stuðul, at
reka Klippfisk fyri. Millum
annað í Mentamálaráðnum,
men har bar einki til.
– Vit gjørdu so tað, at vit
skrivaðu býráðnum eitt bræv,
og tað vísti seg, at teir vóru til
reiðar at lata okkum stuðul,
so vit kundu seta fólk burtur
av at taka sær av Klippfisk,
sigur Jákup Veyhe.
Hann heldur, at tað var
sera væl gjørt av kommununi,
soleiðis at hava stuðlað
Klippfisk øll hesi árini.
– Klippfisk hevur avgjørt
havt sín týdning, tí tað er
nógv hent innan filmsøkið
hesi seinastu tíggju árini, frá
tí, at fólk kundu senda filmar
inn til »Agurk« og so fram
til dagin í dag, sigur Jákup
Veyhe.
Filmsgerð sum
vinnugrein
Tað finnast hópurin av føroy
ingum, sum eru útbúnir ella
undir útbúgving innan film
og filmsgerð.
– Tá tú hevur eina útbugv
ing er tað rættiliga upplagt,
at tú arbeiðir innan tað økið,
ið tú ert utbúgvin í, og at fáa
løn fyri tað. Men vit hava
sum er onga reiðiliga vinnu
innan filmsgerð í Føroyum,
sigur Jákup Veyhe.
Hann heldur, at vit sakna
ein politikk á økinum.
– Politikarar síggja filmar
sum øll onnur, men teir skilja
ikki tær mekanismurnar, ið
skulu til, fyri at gera ein film,
sigur Jákup Veyhe.
Hann vísir á, at filmur og
filmsgerð eru bæði mentan
og vinna, og tað er kanska
lættari at fáa ljóð fyri vinnu
liga partinum.
– Eg vil siga, at vil tú nak
að, so ger tú tað. Vilja vit t.d.
eitt berghol – ja, so kemur
tað. Tí haldi eg, at um vit vilja
hava ein føroyskan spælifilm
árliga, so fáa vit tað. Eg vænti
heilt víst, at vit fara at síggja
virðið í tí. Tað hevði havt
nógv at sagt, um vit høvdu
eitt føroyskt Matador, ein
føroyskan Olsen banda ella
ein føroyskan Lars von Trier
við sínum verkum at víst á.
Tað hevði havt nógv at sagt
fyri okkara sjálvsfatan, sigur
Jákup brosandi.
Trý tilmæli.
– Nevndin í Klippfisk hev
ur í vikuni latið eitt álit til
landsstýrismannin í vinnu
málum, har vit koma við
trimum tilmælum. Eitt er
ein afturbering av peningi,
ið útlendsk framleiðslufeløg
brúka í sambandi við films
gerð í Føroyum, og tað er
nakað, vit kenna aftur frá
londunum uttan um okk
um. Tað næsta er ein films
grunnur, sum helst er tað
mest
týdningarmikla
til
mælið, og so at enda skjóta
vit upp, at skipað verður fyri
einum filmstiltaki á altjóða
støði einaferð um árið í Før
oyum, antin einum films
festivali ella eitt skeið, sigur
Jákup Veyhe.
50 ársverk
Hann heldur sum nevnt,
at filmsgrunnurin er týdn
ingarmiklasta tilmælið hjá
teimum.
– Tað er ein mangul upp á
framleiðslufeløg í Føroyum,
og tað er eitt greitt tekin um,
at tað ikki lønar seg at fram
leiða film í Føroyum, sigur
Jákup Veyhe.
Og har nyttar einki at
venda sær til Danmarkar
eftir stuðli. Mentan er yvir
tikið málsøki, so haðani fæst
ikki eitt oyra.
–
Dansk
Filmsinstitut
fær omanfyri 500 milliónir
krónur um árið harav 350
milliónir verða nýttar at
stuðla filmsverkætlanum.
Sjálvir hava Jákup Veyhe,
Mikkjal Helmsdal og Jan
Berg Jørgensen skotið upp,
at goldnar verða 1,5 milliónir
krónur í grunnin fyrsta árið,
og at grunnurin síðani skal
vaksa við 500.000 krónum
um árið í sjey ár, so tað verða
fimm milliónir krónur í
grunninum.
– Tað svarar lutfalsliga
væl til tað, sum okkara
grannalond lata, sigur Jákup
Veyhe.
Føroyingar hava sjálvandi
ikki sama møguleika at fáa
ein film at bera seg við at
gongumerkjasølu aleina.
– Tann møguleikan hava
danir, og sum dømi kann eg
nevna, at filmurin, Klovn, gav
so nógv í atgongumerkjasølu,
at stuðulin bleiv afturgoldin.
Tað gevur jú onga meining, at
filmar, ið geva so stórt avlop,
skulu varðveita stuðulin, sig
ur Jákup Veyhe
Ein
føroyskur
films
grunnur skal sjálvandi hava
ávísar treytir, men tað týdn
ingarmesta er, at grunnurin
kemur.
– Verða okkara tilmæli
fylgd, so trúgvi eg upp á, at
okkara mál um 50 heiltíðar
størv í føroyskari filmsvinnu
og ein fulltíðar føroyskur
spælifilmur um tíggju ár,
gerst veruleiki, sigur Jákup
Veyhe.
leo@sosialurin.fo
Politikarar skilja ikki
mekanismurnar, ið skulu
til, fyri at gera ein film
– Verða okkara tilmæli fylgd, so trúgvi eg upp á,
at okkara mál um 50 heiltíðarstørv í føroyskari
filmsvinnu og ein fulltíðar føroyskur spælifilmur
um tíggju ár, gerst veruleiki, sigur Jákup Veyhe
Mynd: Álvur Haraldsen