týsdagur 25. juni 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Leo Poulsen
Tað var í 1985, at Jákup Veyhe
á fyrsta sinni stóð á palli
framman fyri áskoðarum og
áhoyrarum.
– Tað var suðuri á Sandi, at
tey settu »Hjá Dalabøndrum«
upp. Tað var mamma at
Finnur Olsen, Paula, ið skip
aði fyri, og tann vegin kom
eg so við í leikin, sigur Jákup
Veyhe.
Hann hevði síðani havt
leiklutir í ymsum sjónleikum,
eitt nú í »Glætaðu spæli
monnunum«
og
»Oliver
Twist«, men rásin inn á ta
skemtileið, sum síðani hevur
gjørt hann kendan um alt
landið, byrjaði í 1987, tá hann
á fyrsta sinni var við í ólav
søkukabarettini.
– Eg var so við í ólavsøku
kabarettunum
og
øðrum
kabarettum frá 87 til 94 hvørt
ár, og ja, eisini síðani – antin
aftanfyri ella á palli, sigur
Jákup Veyhe.
Og tað var í góðu kabarett
árunum, at samstarvið við
Sjúrð Skaale byrjaði.
– Vit gjørdu eina avtalu
við Árna Gregersen, táver
andi
sjónvarpsstjóra,
um
eina sjónvarpssending. Tað
vóru Jensina Olsen, Páll
Danielsen, Sjúrður Skaale
og eg, sum gjørdu sending
ina, ið nevndist »Flatt av
Flatlondum«. Tað var Hans
Petur Hansen, ið tók upp,
og tann nú víðagitni Per
Zachariassen, ið klipti send
ingina til, sigur Jákup Veyhe.
Tað var í hesari sendingini,
at fólkakæri »evigheits stu
denturin«, Esmar Eysturoy, á
fyrsta sinni sá dagsins ljós.
– Eg hevði keypt einar
brillur í Odense, og tær hava
síðani bara itið Esmar-brillur.
Líkamikið, Sjúrður fór í tær
og ein bláan regnjakka, og
hann spældi jú leiklutin so
avbera væl, men fyri okkum
var hetta bara ein sketsj av
mongum. Tað skuldi kortini
vísa seg, at tað var júst hesin
leikluturin, fólk tosaðu um,
sigur Jákup Veyhe.
Pipar & Salt
Í 1993 var so aftur ein sendi
røð gjørd, men nú hevði send
ingin fingið heitið »Pipar &
Salt«.
– Sendingin var í trimum
pørtum, og sum tað hevur
víst seg, var fyrsti parturin
móttikin so sum so millum
fólk. Men tað gekk betur við
næstu og triðju pørtunum,
sigur Jákup Veyhe.
Aftur í 1995 vóru gjørdir
tríggir partar, og har hevði
greipan stóra sukksé við
sanginum,
»Eg
havi
tað
strævi«.
Í 1997 vóru teir aftur á
skránni við seks sendingum,
umframt at teir høvdu sýn
ingar á palli runt umkring.
– Tað bleiv bygt upp á væl
umtókta Esmar Eysturoy, og
hann fekk náttúrliga eina
mammu. Men leikluturin
sum Esmar Eysturoy hevur
onkuntíð
hingið
Sjúrði
Skaale langt út úr hálsinum,
tó, tá ein tíð so er farin, er
hann kortini glaður um
hann, sigur Jákup Veyhe.
Pipar & Salt konseptið er
nakað, sum føroyingar hava
tikið til sín.
Í november 2002 framdu
teir báðir, Sjúrður Skaale og
Jákup Veyhe, eina roynd.
– Vit fóru vestur til Bíggjar
við púra tómum høvdi at
vita, hvat kundi koma burt
ur úr. Teldur at redigera á
var rættiliga nýtt tá, so tað
kundu vit spæla okkum við,
sigur Jákup Veyhe.
Og væl kom burtur úr
hesari royndini, tí har vesturi
skaptist »Skótin í Bø«, »Ábal«
og ikki minst sangurin, »Hvat
er lívið ikki herligt at liva«.
– Tann sendingin varð so
send nýggjársaftan 2002, sig
ur Jákup Veyhe.
Við á Norðoyastevnu
Fyri fimm árum síðani tók
Jákup Veyhe so upp ein ann
an tátt.
– Í 2009 var eg við fyri
fyrstu ferð at seta Hallar
kabarettina á Norðoyastevnu
upp. Og eg havi verið við líka
síðani. Tað hevur verið eitt
sindur aftur og fram, hvør
hevur verið við hesi árini,
men seinastu tríggjar ferðir
hevur Hilmar Jan Hansen
verið fastur fúsur, sigur
Jákup Veyhe.
Sjúrður Skaale hevur eis
ini verið við nakrar ferðir, og
var aftur við í ár.
– Norðoyastevnukabarett
in hevur ment seg øll árini, og
í ár má sigast, at tað var eitt
sats frá felagsins síðu, at fáa
Jacob Haugaard við. Men eg
haldi, at tað riggaði væl. Vit
kýttu okkum eyka nógv fyri
at vísa honum, at vit sanni
liga eisini duga, sigur Jákup
Veyhe.
Fleiri kend nøvn vóru á
plakatini, og sýningin var
framførd fimm ferðir fyri
fullum húsum.
Øll hesi fimm árini hevur
Jákup
Veyhe
leiktjórnað
Norðoyastevnukabarettini.
– Tað er ikki tað sama at
leikstjórna einari kabarett,
sum tað er at leikstjórna ein
um sjónleiki, tí ein kabarett
livir sítt egna lív, sigur Jákup
Veyhe.
Umframt lokalu kreftirnar
høvdu klaksvíkingar leitað
sær stuðul frá fyrst og
fremst Jacob Haugaard, men
bæði Sjúrður Skaale, Hilmar
Jan Hansen og Jákup Veyhe
sjálvur vóru við, og hartil eis
ini Mariann Hansen. So talan
var um góða manning.
– Norðoyastevnukabarett
in hevur sum nevnt ment seg
øll árini, og tað sama er eisini
galdandi fyri áskoðararnar,
ið eisini hava verið fleiri og
fleiri, sigur Jákup Veyhe.
Klippfisk og Agurk
Í
2004
undirvísti
Jákup
Veyhe á Margarinefabrikkini
í filming og redigering. Men
tað var lítið til av útgerð, so
hann setti seg í samband við
Skemt er eitt
stempul tú setur
á teg sjálvan
Tað sigur Jákup Veyhe, ein av okkara allarfremstu skemtarum, ið hevur eina 28 ára langa karrieru
sum sjónleikari og skemtari aftan fyri seg. Hann hevur júst handað Johan Dahl, vinnumálaráðharra,
eitt álit um føroyska filmsgerð og hevur eitt mál um, at vit um tíggju ár hava 50 heiltíðarstørv
í filmsvinnuni og at ein fulltíðar føroyskur spælifilmur verður gjørdur um árið
Líkamikið, Sjúrður
fór í brillurnar og ein
bláan regnjakka, og
hann spældi jú leiklutin
so avbera væl, men fyri
okkum var hetta bara ein
sketsj av mongum