týsdagur 25. juni 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Kristi Himmalferðardag 9.
mai 2013, andaðist Jógvan
Róin, fyrrverandi yvirlækni
85 ára gamal. Jógvan var
ættaður úr Fuglafirði. Hann
fór niður at lesa til lækna,
og gjørdist síðan serlækni
við sergrein í maga- og tarm
sjúkum.
Í lestrartíðini møtti hann
Lill, sum gjørdist kona hans
ara. Saman fingu tey børnini
Bjørg, Ásu, Frans, Ruth og
Andras. Tey búðu stutt her
heima í Føroyum og so aftur
í Danmark, men valdu so
endaliga at flyta til Føroyar í
70'unum og settu síðan búgv
í Mannbrekku uppi í Hoyvík.
Her fingu tey øll nøkur góð
og lukkulig ár saman.
Tíðanverri vildi lagnan
tað soleiðis, at Lill bráddliga
doyði í 1986 og Jógvan bleiv
einkjumaður, hann var bara
59 ára gamal, so sorgin var
sera stór og tung hjá teimum
øllum.
Lívið er eittans, og lívið
gongur víðari. Umleið eitt
ár eftir, at Jógvan hevði mist
konu sína, bleiv mamma okk
ara, Malvina á Dunga, einkja
eftir pápa okkara Niclas á
Dunga.
Tvey ár eftir tað, blivu tey
bæði Jógvan og mamma væl.
Ja! Okur eru meira enn væl,
sum mamma so fitt plagdi
at siga. Í 1989 fluttu tey bæði
saman.
Í fleiri ár høvdu hesi bæði
pør kent hvørt annað. Babba
plagdi at hjálpa Jógvani við
sjálvuppgávuni, og so møtt
ust tey til ein betri bita av og
á hjá hvørjum øðrum. Jógvan
var eisini lækni hjá babba,
sum var sjúkur av liðagigt.
Tá ið trøðin á Dunga bleiv
útstykkjað fyrst í 80-inum,
bað Jógvan babba um eitt
grundstykki. Og tað var einki
annað enn ein sjálvfylgja, at
so skuldi tað vera. Soleiðis
hava vit kent familjuna Róin
í nógv ár.
Tey
bæði,
Jógvan
og
mamma, ferðaust fleiri ferð
ir um árið, bæði í arbeiðs
ørindum og privat. Vóru á
læknakongress í Onglandi,
Íslandi, Norra, Finlandi og í
Australia, har tey vóru uppi á
sjálvum Ayers Rock. Mangar
vóru ferðinar til norður
Norra, tí Jógvan starvaðist
sum lækni har. Hann átti
eisini eini fitt lítil summarhús
í Horne Sommerland á Fyn,
sum kallast Smáttan, og har
vóru tey eisini nakrar vikur
hvørt summar.
Mamma var ikki ein, ið
frammanundan hevði ferðast
nógv. Hon hvørki vildi, ella
var áhugað í at ferðast. Men
Jógvan fekk hana snøgt sagt
til alt. Serliga minnist eg ta
einu ferðina, tá ið verkfall
var vesturi á flogvøllinum,
og einki flogfar fleyg til Dan
markar tann dagin. Onkur
var komin til Føroyar í einum
leiguflogfari,
og
Jógvan
gjørdi ikki matari enn at
leiga tað niðuraftur. Og eisini
her, fekk hann mammu við.
Í heilar fýra tímar, sat hon í
lítla flogfarinum saman við
Jógvani, og einum øðrum
pari. Eg var tá búsitandi í
Helsingør, og bilsin bleiv eg at
síggja tey bæði á miðjari nátt
standa og pikka upp á dyrnar.
Tað var nokk fólbóltsdysturin
í Landskrona, sum trekti.
Jógvan var við til at seta
á stovn Diabetisfelag Føroya.
Tá hann tosaði við okkum
um sukursjúku, tosaði hann
við stórum bókstavum um
sunnan kost og rørslu. At
hann brendi fyri hesum ar
beiði var tað eingin ivi í:
Citat úr einum fyrilestri
hjá honum: Tá eg sum lækni
havi viðgjørt diabetessjúk
lingar, sum eru innlagdir í
“coma diabeticum”, havi eg
mangan hugsað: Hevði tú
ikki insulinið, hvat skuldi
tú so gjørt? Eg hevði staðið
hjálparleysur,
hóast
eg
kundi givið vætu í æðrarnar
og rættað sýrueitranina, so
varð hetta ikki nóg mikið til
at bjarga lívinum.
Hetta hevur ikki verið
nøkur løtt uppgáva, og hans
ara partur lá ikki eftir. Hann
var tann fyrsti til at seta
diabetesviðgerðina í eina
skipan, og setti á stovn Dia
betesambulatotiið á Lands
sjúkrahúsinum. Hetta gjørdi,
at sjúklingar við diabetes 1
fingu viðgerð á sama stað,
og tað hevði alstóran týdning
fyri diabetes í Føroyum. Í 2005
tók Jógvan seg úr nevndini í
Diabetesfelagnum.
Jógvan var ein familju
kærur maður. Hann var sera
glaður fyri sína familju, og so
ómetaliga stoltur av sínum
børnum og svigarbørnum.
Hann gleddist so, tá ið tað
gekst teimum væl, eins og
tað sást væl á honum, tá ið
tað gekk teimum minni væl.
Hann
var
stillur
av
náttúru, vitandi og hjálpsam
ur sum fáur.
Jógvan var áhugaður í
øllum, sum rørdist rundan
um seg. Hann gekk upp í
urtagarðin við lív og sál. Her
velti hann eplir, setti nið
ur grønmeti og rabarbur, og
sáðaði út øll sløg av blómum.
Serliga vóru tað morgun
frúurnar, sum vit øll, ár eftir
ár, fingu gleði av, tá ið vár
blómurnar vóru følnaðar.
Áhugin til sjógvin var
eisini stórur. Hann átti bát og
onkur vildi verða við, at hann
sum ungur ætlaði sær at
blíva sjómaður, og tað hevði
hann sikkurt eisini egnað seg
væl til. Altíð var hann klárur
at fara við teimum, Fróða
ella Karl Johan, út á fjørðin
at fiska, ella eftir nátungum.
Teir knýttu verlig vinarbond,
skiltu hvønn annan og livdu
mitt í verðini.
Jógvan sparkaði eisini
motiónfótbólt.
Teir
sum
sparkaðu saman við honum,
plagdi at siga, at tá gloymdi
hann heilt hvussu gamal
hann var, helt seg verða
tjúgu, og gavst ikki at renna
fyrr enn hann lá sum keylan.
Hesin fryntligi maðurin livdi
lívið, meðan hann hevði tað,
og var fyri mong ein sonn
fyrimynd.
Tað var fast, at vit nærum
hvønn leygardag fóru niðan
í
Mannbrekku
at
vitja
mammu og Jógvan. Hon helt
hús, meðan hann rokaðist
úti í urtagarðinum. Heimligt
við kaffi og kaku, og eitt
hugnaligt prát, og altíð góður
í ráðum. Hálvt talað orð um
at børnini ella vit vóru sjúk,
so stóð hann í hurðini við
stetoskopinum í hondini.
Hesu bæði gomlu ríkaðu
okkum og okkara børn, løtur
sum bert kunnu upplivast.
Tankarnir fara aftur til 1.
jóladag. Á hvørjum árið møtt
ust familjurnar frá báðum
síðum í Mannbrekku til jóla
borðhald og at dansa um
jólatræið. Dannebrog fløgg,
og føroyska merkið prýddu
træið. Fastur táttur var at
syngja “Så går vi rundt om
en Enebærbusk” hann tók
als ongan enda, tí øll skuldu
hava Whvør sítt ørindi.
Tey bæði dugdu so væl at
hugna sær saman og at fáa
okkum børn, svigarbørn við
ommu- og abbabørnum at
føla okkum væl.
Aftaná, at Jógvan fór
frá sum yvirlækni á Lands
sjúkrahúsinum, helt hann tó
áfram við at virka sum lækni.
Eitt tíðarskeið var hann í
Norra, eftir hetta var hann
í Klaksvík, og síðan avloysti
hann á Hvíldarheiminum
í Havn. Hetta var ein góð
tíð fyri hann, og vit sóðu
hvussu hann neyt at hava tíð
til sjúklingarnar. Hann fekk
nógvar gávur, blómutyssir
og annað gott sendandi frá
nøgdum sjúklingum, eins og
heilsaninar um jólini vóru
nógvar í tali.
Hann setti stóran prís á,
og var so sera takksamur
fyri allar tær heilsanir hann
fekk. Tær lógu allar frammi
á hansara skrivaraborði til
okkum at lesa, og tey sum
høvdu tørv á tí, kundu brúka
hansara eyðkenda lesiglas at
lesa við.
Hesin maður gav okkum
øllum so nógv, uttan at biðja
um nakað afturfyri.
Umstøður
gjørdi
at
mamma og Jógvan ikki búðu
saman tey seinastu árini.
Hann seldi húsini í Mann
brekku, og keypti sær eini
lítil fitt hús á Dungagøtu. Tey
bæði vitjaðu hvørt annað,
ferðaðust saman, eins og tey
fóru saman til nærum øll
familjutiltøk.
Til tykkum sum eftir sita,
systkin, børn, svigarbørn,
abba- og langabbabørn við
familju, senda vit okkara
djúpastu
samkenslu
við
ynski um, at Guð má styrkja
tykkum øll í stóru sorg tykk
ara.
Somu heilsan senda vit
tær góða mamma. Vit vita
hvussu stóran týdning Jógv
an hevði fyri teg.
Við hesum fáu orðum
takka vit tær góði Jógvan,
fyri at tú ríkaði okkara lív, og
fyri alt tað, ið tú gav okkum
og okkara børnum, sum altíð
hava kent teg sum sín abba.
Tú er høgt elskaður og
nógv saknaður. Hvíl í friði
góði abbi.
Bryndis, Fróði, Barbara
og Rannvá
Minningarorð um Jógvan Róin
Seksti ára
takkarkvøða
So standi eg her - við flaggstong hjá granna,
og tá íð eg hugsi, so má eg væl sanna,
alt gekk jú so sera væl.
Hálvtriðjahundrað savnaðust í bygdarhúsi,
og mólu so har eina nátt runt í rúsi,
og hátíðarhildu ein gamlan drong.
Og so er tað nú, eg skal heilsa og takka,
øllum, sum tímdu til Strendur at fjakka,
tí - uttan tykkum var eingin veitsla.
Til Sjóvar kommunu tøkkin skal ljóða,
tit veittu mær tænastu dygga og góða,
í ávikum hollir og frægir.
Og tykkum, íð matgjørdu, stákaðust, runnu,
tit vístu av sonnum, hvat íð tit kunnu,
tað prógvar afturmeldingin.
Og tykkum, íð bakaðu, stríddust við køkur,
tit eiga í hjartanum takkarorð vøkur,
so hjartalig og so sukursøt.
Og so tit,íð hugnaðu, prýddu um hølið,
og tykkum, íð runnu við víni og øli,
og veittu tystum ein linna.
Og so eru tað tey, íð bóru fram kvøðu,
summi við yrking, onnur við røðu,
og onkur enntá við guitar og sangi.
Og kvøðarar, spælimenn, tøkkina eiga,
og borðfúti, so væl mundi borðhaldið leiða,
og gav onkrum láturkrampa.
Og ikki at gloyma tykkum øll,
íð ruddaðu av, so dansihøll
var tøk til tey dansiglaðu.
Takk fyri røðilsprát, stuttboð og gávur,
takk fyri alt, bæði blankur og gráur,
og takk fyri vakra tekning.
Og síðst, ikki minst, skal tøkkin mín ljóða
til húsfrúnna hábornu, dygga og góða,
sum alt hetta fekk at rigga.
BON APPÉTIT!
Takk øll somul.
Arnfríður