týsdagur 25. juni 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Hevur tú ikki nakrar risastórar mannfólka
hendur, sær tað longu heldur býtt út, um tú
roynir at ringja við phablet. Men tá skíggin
verður 7 tumma stórur, so sum hann er á
ASUS Fonepad, so lekur av álvara millum
teori og praksis. Tað tykist beinleiðis láturligt,
tá tú heldur Fonepad móti oyranum og tosar.
Tað er týdningarmikið at gera vart við, at
ASUS veruliga hevur ímynda sær, at Fonepad
skal nýtast ístaðin fyri
snildfonina. Tær nýtist
bara at lesa á heimasíðu
felagsins (kortlink.dk/ccpb),
har tey skrivað »Fonepad er
ein teldil, sum heldur fast um
fjølbroytni hjá eini snildfon, sum
beinir burtur tørvin fyri tveimum
tólum«. Til hetta mugu vit bara siga:
Nei, ASUS, tað ger Fonead ikki. Gaman í ber til
at loysa estetisku og handaligu avbjóðingina,
sum tað er halda 7-tummanum at oyranum,
við at nýta eitt Bluetooth-headset, men væl
gagnis í royndunum at finna eina buksur ella
eini shorts, har Fonepad passar í lumman.
Líkist eini succés
Fonepad líkist Nexus 7 á fleiri økjum. Fyrst
og fremst kosta teir nærum tað sama. Hartil
hava báðir ein 7 tumma stóran IPS-skíggja
og eina upploysn á 1280X800 pixels. Báðir
hava 1 GB ram og fáast í útgávum við 16
GB goymslu. Teir fáast báðir við 3g HSPA
+ farneti, og battaríini í báðum eru 4.000
milliamperetímar. Kortini vísa royndirnar hjá
okkum, at tað er ein avgerandi munur, og
hesin kemst av gerlinum. ASUS Google Nexus
7 hevur ein 1,2 GHz NVIDIA Tegra 3 quad-
core, meðan Fonepad er útgjørdur við einum
1,2 GHz Intel Atom Z Series single-core. Men
tað venda vit aftur til.
Hin týðandi munurin er, at Fonepad gevur
brúkarunum møguleika at víðka minni við
MicroSD-korti, so hetta kann verða 32
gigabyte, og tað er ein risa fyrimunur.
Orkar ikki nóg væl
Møguleikin at víðka minnið er nevnliga einasti
fyrimunurin, sum Fonepad kann erpa sær av
í mun til Nexus 7. Á øllum øðrum økjum er
Fonapad veikari enn tann eldri Nexus.
Har Nexus imponerar við kvikum reaktiónum,
tá leitað verður runt í valmyndunum – vit
skrivaðu, at fingurin kennis sum partur av
skíggjanum – so er Fonepad heldur trekur,
tá nortið verður við hann. Eins og hevur
hann harða húð á skíggjanum, og ofta
hendi als einki, tá vit ætlaðu at blaða
millum skíggjarnar ella skuldu flyta
widgets og annað.
Í sjálvum sær er skíggin heldur ikki
nakað at skriva heim um. Hann er
nevnliga serliga ljóssterkur, heldur
ikki í »outdoor mode«, og tað hjálpir
heldur ikki stórvegis at nýta annars
frálíka ASUS Splendid-amboðði, har
brúkarin kann kalibrera skíggjan
betur, enn vit hava sæð á nøkrum
øðrum teldli.
Skíggin er neyvan orsøk til treku
flytingarnar. Ístaðin mugu vit
venda aftur til Intel-gerilin,
sum ASUS hevur sett í
Fonepad’in. Helst fyri at
fáa longri battarítíð. Tað
tykist tó ikki, sum er
battarítíðin betrað
stórvegis í mun
til Nexus 7,
men hinvegin
vísa okkara
benchmark-testir,
at megin er munandi minni
við hesum gerlinum. Eitt nú fekk
Google Nexus 1.512 stig í Geekbench-
testini, meðan Fonepad bert fær neyðarslig
565 stig, og tað er vánaligasta úrslitið fyri
nakran teldil, sum vit yvirhøvur hava testað.
Lortur og pannukøkur
Eitt slag við koyrlinum fær Fonepad eisini
fyri net-funkurnar, sum als ikki rigga eftir
vild. Vit upplivdu ferð eftir ferð trupulleikar
við sonevndu hand-over funkuni millum
Wi-Fi og 3G-net. Er Wi-Fi tendrað í Android,
so eigur hetta at rigga á tann hátt, at
teldilin sjálvvirkandi fer á Wi-Fi netið, um
hetta er tøkt, og tá Wi-Fi ikki longur røkkur,
eigur skipanin at skifta til 3G. Bara ikki við
Fonepad, sum støðugt hevur trupulleikar við
at finna aftur til 3G-netið. Tað hjálpti heldur
ikki at tendra og sløkkja fyri farnetinum í
stillingunum. Bert við at sløkkja og tendra
sjálvan teldilin bar til at finna aftur á
3G-netið. Pent sagt irriterandi!
Hinvegin skal Fonepad hava rós fyri framúr
ljóðgóðsku, sum er úrslitið av SonicMaster-
skipanini hjá ASUS. Og hetta er enntá uttan
ICEpower forsterkaran frá B&O, sum annars
er partur av flestu ASUS-eindunum, sum nýta
SonicMaster.
Niðurstøða
Men góða ljóðið og møguleikin at víðkað
minnið eru eisini tað einasta góða, sum
rennur okkum til hugs, tá Fonepad verður
sammettur við Nexus 7, sum ASUS jú eisini
hevur framleitt. Tann sammetingin er
rættiliga uppløgd, tá teldarnir kosta á leið tað
sama og í aðrar mátar líkjast sera nógv. Og tá
Fonepad hevur trupulleikar við netinum, hevur
minni teldumegi og hevur ein sera ljósveikan
skíggja, so er valið sera upplagt. Gloymið
Fonepad og keypið heldur ein Nexus 7,
sum er nógv betra keypið av teimum.
Tekstur: Peter Gotschalk
Ikki heilt væleydnað
Við Fonepad hevur ASUS skapt ein bíligan
teldil, sum eisini kann nýtast sum fartelefon.
Men tað er ikki eitt serliga gott huskot
GADGET: ASUS Fonepad
ASUS Fonepad
Stýriskipan: Android
4.1.2 Jelly Bean
Skíggi: 7", 1280 x
800 HD IPS, 216 ppi
Geril: 1,2 GHz Intel
Atom Z Series
Minni: 1 GB ram / 16 GB
goymsla (+ 32 GB við microSD)
Myndatól: 1,2 MP (framman)
Tráðleyst: 802.11 b/g/n,
Bluetooth 3.0, 3G HSPA+,
GPS + GLONASS, NFC
Íbinding: Micro USB 2.0
Mát: 196,6 x 120,1 x 10,4 mm
Vekt: 340 g
Battarí: 4.270 mAh
Prísur: 1.995 krónur
Á okkara leiðum er HTC one flaggskipið hjá
taiwanesiska framleiðaranum, men heima
í Taiwan hevur HTC júst sent HTC Butterfly
á marknaðin. Og hon líkist einum sonnum
ódjóri, tá tosað verður um teldumegi.
Gerilin í Butterfly S er ein Snapdragon
600 1,9 GHz quad-core, og er hesin
tann sami, sum eitt nú Galaxy S4 nýtir.
Til sammetingar hevur HTC One ein
Snapdragon 600 við 1,7 GHz.
Butterfly S koyri við Android Jelly Bean
hevur 2 GB RAM og 16 GB goymslu, og
sjálvandi kann hendan víðkast við microSD.
Ultrapixel-myndatólið við HTC Zoe er tað
sama sum í One, og tað sama er galdandi
fyri BoomSound-stereohátalararnar
framman.
HTC boðar frá, at Butterfly S kostar á leið
766 USD í sølubúðunum í Taiwan, men
tíverri er tað sera ivasamt, um snildfonin
verður at fáa á okkara leiðum.
Superfon
frá HTC
1.995 krónur
asus.dk / asus.se / asus.no
Meting
★★★★★★
+
-
Minnið kann víðkast
við microSD. Framúr
skarandi ljóð við ASUS
SonicMaster
Ov stórur sum fartele
fon. Ljósveikur skíggi
við vánaligari stýring.
Seinur. Trupulleikar
við hand-over millum
Wi-Fi og 3G