týsdagur 25. juni 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
– Tað er óhoyrt at sleppa
teimum upp á fjall!
Johild Finnsson, er starvs
fólk í Heiminum á Mýrunum
við Toftavatn.
Har búgva átta fólk, sum
eru minnisveik, men sum
kortini eru væl fyri krops
liga.
Men nú hava myndug
leikarnir gjørt av, at Heimið
skal latast aftur og búfólkini
flytast.
Á fundi, sum Eldramálið
skipaði fyri í Løkshøll í Runa
vík týskvøldið, ávaraði Johild
Finnsson eldhugað ímóti at
lata heimið á Mýrunum aftur,
tí hon heldur, at tað er einki
minni enn ein vanlukka fyri
tey átta búfólkini.
Sorgarleikur
Heimið á Mýrunum varð
stovnað í 2004 og er fyrsta
heim í Føroyum til minnis
veik.
– Verður tað nú latið aft
ur, er hetta tað sama sum at
sleppa búfólkunum upp á
fjall og tað er óhoyrt.
– Hetta er at taka heimið
frá átta verjuleysum fólkum,
sum hava so inniliga brúk
fyri nærveru hvønn tíma av
samdøgurinum.
– At missa minnið er ein
sorgarleikur hjá teimum, sum
verða rakt. Men tað er eisini
ein sorgarleikur hjá teimum
avvarðandi, og hjá okkum,
sum arbeiða við teimum,
tí vit vita øll, at tað gongur
bara tann eina vegin.
Men Johild Finnson held
ur, at tann størsti sorgar
leikurin av øllum er tann
hugburður, sum almennu
myndugleikarnir í okkara
framkomna samfelagi, hava
mótvegis hesum fólkum.
Ótrygg og bangin
Hon vísti á, hvussu ómetaliga
stóran týdning tað hevur fyri
hesi fólkini at hava fastar og
tryggar karmar.
– Tey skilja ikki munin
á degi og á nátt og ganga
mangan uppi um náttina.
– Síggja tey ikki eitt
starvsfólk alla tíðina, verða
tey ótrygg og bangin. Summi
fara at gráta og at rópa, tí
eingin er inni. Tað kann
samanberast við heilt smá
børn, sum hava mist mammu
sína burtur.
– Ráðaloysið, bangilsi og
hjálparloysi endar við, at
tey fara til hendurs, kunnu
brenna seg ella skera seg og
sostatt eru tey til vanda fyri
seg sjálvi.
Hon staðfesti, at tað er
ikki altíð gamansleikur hjá
starvsfólkunum, tí kropsliga
eru nógv av búfólkunum
rættiliga væl fyri og hartil
sterk.
– Tey leita altíð eftir fólki
og finna tey ongan, hendir
tað seg ofta, at tey rýma út,
tey villast og ganga seg í
óføri.
– Tey finna nóg illa runt
inni, men uttandura hava
tey ongan livandi møgu
leika.
Johild Finnsson minnir á,
at tá ið nógv av hesum fólk
um hava brúk fyri hjálp, er
mangan neyðugt við tveim
um starvsfólkum, men tess
færri starvsfólk eru til hini
búfólkini.
– Tí má minstakravið vera,
at tað eru minst trý starvs
fólk á vakt allar tíðina, uttan
um náttina.
– Tað er neyðugt fyri at
eitt starvsfólk altíð kann vera
nærverandi, tá ið eitt búfólk
hevur brúk fyri tveimum
starvsfólkum.
Men tað hava tey ikki
manning til og sostatt eru
tær bara tvær á vakt ávísar
tíðir á degnum.
– Onkur kundi kanska
hildið, at tað er bara at geva
teimum heilivág at sova av
um náttina. Men tað gongur
ikki, tí veruleikin er, at hjá
nógvum av teimum hevur
svøvnheilivágur
øvugta
ávirkan.
Happað og niðurgjørd
Johild Finnson vísti á, at nú
heimið á Mýrunum letur
aftur, er ætlanin at flyta bú
fólkini á Eysturoyar Røktar-
SPARINGAR Átta minnisveik fólk í Eysturoy missa nú heimið av sparingum. Tað er ein
óbótaligur skaði fyri tey, sigur eitt av starvsfólkunum, sum nú loysir frá posabandinum
Hesi síðstu seks árini, eru 7,4
prosent av starvsfólkunum
spard burtur.
Tað staðfesti Kristbjørg
Toftegaard, leiðari á Røktar
heiminum
á
Mørkini
í
Streymnesi.
Hon nevndi tað, sum eitt
dømi um tær sparingar, sum
hava verið í eldrarøktini.
Hon vil ikki siga, at støð
an er óforsvarlig. Men sam
stundis staðfestir hon, at nú
er spart inn á bein, kanska
heilt inn á mergin.
Kortini vísti hon á, at
røktarheim í Føroyum eru
betri enn í Finnlandi og í
Íslandi, har hon hevði sæð
røktarheimið.
– Tað er eisini neyðugt
at vísa á tað, sum er gott,
heldur hon.
Hon vísti á, at seinastu
seks árini, síðani hon varð
leiðari, er eitt sindur klípt av
rakstrinum á hvørjum árið og
nú eru starvsfólkatímarnir
7,4 prosent færri enn teir
vóru í 2008.
– Hinvegin er tørvurin á
røkt tann sami og tað merkir,
at starvsfólkini mugu renna
skjótari.
Men sparingarnar raka
fyrst og fremst dagliga hald
ið, tí tað kemur slett ikki upp
á tal at halda bygningar og
útgerð, sum tað eigur.
Í
øðrum
lagi
mugu
tey aftra seg við at keypa
nýtt.
– Í dag verður nógv tosað
um vælferðartøkni, men har
eru vit langt afturút. Bara
eitt so einfalt sum at keypa
eina loftmadrass til eitt bú
fólk, hava vit ógvuliga illa
ráð til.
Samstundis, sum at spart
verður á ellis- og røktar
heimum, harmast nógv á,
at heimarøktin ikki verður
ment.
Vánalig heimahjálp
– Ein avvarðandi skilti heilt
einfalt ikki, hví heimarøktin
ikki verður útbygt, tí ein
dygg heimarøkt kann føra
við sær, at eldri kunnu
kanska vera í egnum heimi í
fleiri ár longri enn annars.
Ráðaloysið og hjálpar
loysi kann enda við, at
tey fara til hendurs
fólkum
frá átta
verjuleysum
Taka heimið