týsdagur 25. juni 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 26. juni 2013 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
SPARINGAR Heimið á Mýrunum er ein perla fyri tey
minnisveiku, sum búgva har, men nú skal tað niðurleggjast
Áki Bertholdsen
Verður Heimið á Mýrunum
niðurlagt, fer at tað elva til
longri bíðitíðir at sleppa á
ellis- røktarheim.
Tað varð staðfest á fundi
hjá Eldramálinum í Løkshøll
í Runavík týskvøldið.
Ætlanin hjá myndug
leikunum at lata heimið til
minnisveik á Mýrunum við
Toftavatn, aftur, fekk drúgva
umrøðu á fundinum.
Í aðrari grein í blaðnum
vísir starvsfólk á heiminum,
hvussu ringar avleiðingarnar
fara at vera fyri búfólkini.
Heimið á Mýrunum er
undir Eysturoyar Røktar-
og ellisheimið, og Elin á
Torkilsheyggi, forkvinna í
stýrinum fyri heimið, stað
festi, at avgerðin um at
steingja heimið, kann als
ikki góðtakast.
Avleiðingin av tí er, at
Eysturoy missir átta røktar
pláss, afturat teimum tveim
um, sum ruku, tá ið Valhøll
læt aftur.
Tilsamans missir Eystur
oy sostatt 10 røktarpláss.
Stýrið fyri Eysturoyar
Røktar- og ellisheim, hevur
mótmælt ætlanini, men hev
ur einki frætt aftur.
Alment hevur verið
víst á, at heimið skal niður
leggjast, tí at tað er ikki
tíðarhóskandi.
Men hendan grundgev
ingin varð afturvíst á fund
inum í Løkshøll týskvøldið.
Forkvinnan í stýrinum
fyri Eysturoyar Røktar- og
ellisheim staðfesti, at tað er
ein beinleiðis sparing, sum er
orsøkin til, at heimið á Mýr
unum skal niðurleggjast.
Hon vísti á, at hon hevði
spurt landsstýriskvinnuna
í almannamálum beinleiðis,
um endamálið við at niður
leggja heimið á Mýrunum,
er at spara átta røktarheims
pláss burtur.
– Svarið var eitt púra
greitt ja, segði Elin á Torkils
heyggi.
Kostar ikki
alla verðina
Johild Finnsson, starvsfólk
á Heiminum á Mýrunum
ásannaði, at víst treingir
húsið til ábøtur, tí húsið er
gamalt
Hinvegin helt hon, at tað
krevur ikki so øgiliga nógv
fyri at gera Heimið væl
hóskandi.
– Ein lyft ímillum hæddir
nar hevði gjørt undirverkir,
sigur hon.
Hon ásannaði, at onkrir
krókar eru við soppi í, men
tað letur seg umvæla, uttan
at tak kostar alla verðina.
Annars er húsið á Mýr
unum ein sonn perla, eitt
heitt og fjálgt heim, til
minnisveik. Eitt, sum ger tað
sera væl hóskandi, er, at tað
er lítið og tí er aldrin langt
frá starvsfólki til búfólk.
– Og tað er akkurát, tað
okkara búfólk, minnisveik,
sum eru væl fyri kropsliga,
hava brúk fyri. Okkara slag
av brúkarum eru heilt ser
ligir, tí teir líkjast ikki nøkr
um øðrum og tí er húsið á
Mýrunum ein perla fyri hesi
búfólkini.
Á fundinum í Løkshøll
varð samstundis gjørt greitt,
at verður heimið á Mýrunum
niðurlagt, verða átta røktar
heimspláss færri í Eysturoy
og tað fer sjálvsagt at fáa
avleiðingar fyri bíðitíðirnar
at fáa pláss.
Hvar eru
politikararnir?
Borgarstjórin
í
Runavík,
Magnus Rasmussen, vísti á,
at eisini kommunurnar hava
mótmælt, at Heimið á Mýr
unum verður niðurlagt.
Hann vísti eisini tvørleik
arnar, sum standast av, at
ábyrgdin av eldraøkinum er
býtt sundur ímillum landið
og kommunurnar.
– Heimið á Mýrunum er
ein kommunalur stovnur,
men tað er Almannaverkið,
sum hevur ábyrgdina av
rakstrinum.
Hann helt eisini, at tað
nyttar ikki nógv at geva
landsstýriskvinnuni í al
mannamálum alla skyldina
fyri støðuna, tí hon húsast
við tí, hon hevur at húsast
við.
– Tað er ein meiriluti á
Føroya Løgtingið aftanfyri
landsstýriskvinnuna og tað
er hesin meirilutin í Løg
tinginum, sum hevur gjørt
av, hvussu nógvan pening,
landsstýriskvinnan
skal
hava at arbeiða við.
Tí sóknaðist bæði borgar
stjórin í Runavík, og Johild
Finnsson eftir, hvar politik
ararnir í Løgtinginum eru í
hesum máli.
Samstundis hevur Lands
verk gjørt umvælingar á ein
bygning, sum kommunan
eigur.
Ein avvarðandi hjá einum
minnisveikum varð »rætti
liga irriterað« av at síggja, at
ein bústovnur til minnisveik,
og tann serfrøðin í at røkta
minnisveik, sum vit hava
fingið hesi árini, nú verður
strikað við einum penna
stroki.
– Eg vil mæla til, at vit
ikki læsa heim, men heldur
at lata nýggj heim upp, segði
hon.
Talan hevur verið um
at skipa Dagtilboð ístaðin,
men tað varð staðfest á
fundinum, at tað er als ikki
nøktandi, tí minnisveik hava
brúk fyri nærveru allar 24
tímarnar um samdøgurið.
Sparing elvir
til longri
bíðitíðir
Óhoyrt
– Tað er óhoyrt at heimið skal takast frá átta fólkum
og at tey skulu flytast á eitt stórt røktar- og ellisheim,
har stórur vandi er fyri, at tey fara at verða happað og
niðurgjørd, sigur Johild Finnsson, starvsfólk á Heiminum
á Mýrunum, tá ið hon ógvuliga eldhugað ávaraði ímóti
at latað heimið aftur, soleiðis sum ætlanin nú er
Mynd: Áki Bertholdsen
Men avvarðandi vísti
eisini, at heimahjálpin er alt
annað enn nøktandi.
Ein avvarðandi hevði
eina gamla mammu, sum
altíð vaknaði tíðliga um
morgunin.
Mamman orkaði at seta
upp, men hon orkaði ikki
at reisa seg. Men hon hevði
so nógva pínu, at hon fekk
heldur ikki lagt seg aftur.
Men tað var komið meiri
enn so fyri, at mamma
hansara
hevði
sitið
á
songarstokkinum í fimm,
seks tímar, onkrar morgnar
um vikuskiftini, tí heima
hjálpin kom ikki fram.
Tað heldin hesin avvarð
andi, var ikki virðiligt,
at mamman sat soleiðis,
uttan at fáa hvørki vátt ella
turt og tíansheldur nakað
annað.
Heimahjálpin
kundi
ikki lastast fyri nakað, tí
hon var einsamøll um fleiri
brúkarar at fara til og tí
slapst ikki undan, at onkur
kemur at bíða rættiliga
leingi.
og Ellisheim, so hvørrt pláss
verður har.
Har er ein serlig deild við
átta búplássum til minnis
veik, men hon er full, so hagar
sleppa búfólkini á heiminum
á Mýrunum ikki.
Johild Finnsson heldur,
at tað er óhoyrt at sleppa
minnisveikum, sum eru væl
fyri, upp á fjall á eini van
ligari, stórari deild á einum
røktar- og ellisheimi.
– Vit síggja ofta, at minnis
veik, sum eru saman við fólki
við fullum viti og skili, eru
fyri ágangi.
– Tað kemur ofta fyri, at
fólk, sum eru minnisveik
verða happað og niðurgjørd.
Tey hava nógvar ósigrar
ígjøgnum ein dag, og tey eru
eisini til stóran ampa fyri
hini búfólkini, sum hava sítt
fulla vit og skil. Tí tað er einki
at siga til, at búfólk teirra
avvarðandi, verða irriterað
og møðast, tá ið ein minnis
veikur hevur sagt tað sama,
ella sett sama spurning, 117
ferðir í fimm minuttir.
– Avleiðingarnar fyri tey
minnisveiku, og teirra avvarð
andi, verða ræðandi, legði
Johild Finnsson afturat.
– Hetta er eitt so stórt
afturstig fyri tey minnis
veiku, at tað kann okkara
framkomna samfelag undir
ongum umstøðum góðtaka.
– Hetta steingja Heimið á
Mýrunum ikki at skapa fram
burð og at útvikla, men av av
vikla og niðurgera og at hótta
tilveruna hjá búfólkunum,
staðfesti Johild Finnsson.
Tað nyttar ikki nógv
at geva landsstýris
kvinnuni í almanna
málum alla skyldina
Annars er húsið á
Mýrunum ein sonn perla,
eitt heitt og fjálgt heim,
til minnisveik