Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 skálafjarðartunnilin Soleiðis forrentar tú 1,2 milliard Sáttmálin millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners er loyniligur. Vit hava tí biðið stjóran fyri almennu undirsjóvartunnlarnar rokna fyri okkum, hvussu ein tunnil kann fíggjast Jón Brian Hvidtfeldt - Eg má skunda mær at siga, at eg havi heldur ikki sæð sáttmálan millum Inn­ lendis­málaráðið og privata íleggjar­an. Uni Danielsen er stjóri fyri almennu parta­feløg­ini, Vágatunnilin og Norð­oya­ tunnilin. Hóast hann har­ við situr inni við vitan um tunnlar, fígging og rakst­ur, er hann ikki tikin við uppá ráð, nú Inn­lendis­málaráðið leggur síðstu hond á sáttmála við pri­va­ta felagið Copenhagen Infra­structure Partners um Skála­fjarð­ar­ tunniln. Sosialurin hevur biðið tunnils­stjóran, við støði í fígg­ing­ar­leistinum fyri al­ mennu tunnlarnar, um at rokna uppá tunnilin. Almennu tunnlarnir Landskassin hevur sett 160 milliónir og 235 millión­ ir krónur í ávíka­vist Vága­ tunnil­in og Norð­oya­tunnilin. Har­aftur­at tóku tunnlarnir ávíka­vist 140 og 165 milliónir krón­ur í láni, tilsamans 305 milliónir. Rentan av lán­ unum er 4,5 prosent og aftur­gjalds­tíðin 15 ár. Her skal leggjast til merkis, at tað almenna higartil ikki hev­ur kravt avkast av sínum 400 milliónum krónum í egin­peningi. Tí eru tað 300 milliónir krónur, sum brúk­ arin skal forrenta. Tilsamans koyra okkurt um 4000 bilar gjøgn­um báð­ ar tunnlarnar, hvønn dag í ári­num. Í fjør var miðal­prís­ urin fyri at koyra ígjøgn­um undir­sjóv­ar­tunnl­ar­nar 69 krón­ur, báðar vegir. Hevur tú ein kubba, so kostar tað 55 krónur at koyra ígjøgnum tunnilin, aftur og fram. Skálafjarðartunnilin Ført hevur verið fram, at Skálafjarðartunnilin fer at kosta 1,2 milliard krón­ ur. Óansæð um eitt pen­ sjóns­felag sjálvt kem­ur við eginfígging, so skulu hesir pengar, ið er pen­sjóns­upp­ sparing hjá fólki, forrentast. Tí taka vit støði í, at øll upp­ hæddin skal forrentast. Hin­ vegin er 15 ár sera stutt aftur­ gjaldstíð, so hana tvífalda vit upp í 30 ár. Eisini seta vit av­ skri­vingartíðina til 40 ár, og rentu­na til 4,5 prosent. Lániútreiðslurnar vera tí 54 milliónir, avskrivingar skulu gerast fyri 30 milliónir og hartil kemur rakstur og við­líka­hald fyri 20 milliónir um árið. Tilsamans 104 millión­ir krónur. Fleiri metingar hava ver­ið frammi um, hvussu ferðslan fer at vera í Skála­fjarð­ar­ tunnlinum. Okkara rokni­ stykki byggir á 3600 persón­ bilar og 500 stórar bilar um dagin á teininum mill­um Streymoynna og Eystur­ oynna. Men tunnilin bindir eisini Skálafjørðin saman, og har rokna vit við 1500 bilum um dagin, umframt 200 stór­ ar bilar. Við hesum fortreytum kem­ur tað at kosta 40 krón­ur hvønn vegin fyri per­són­bilar, og 160 krónur fyri stórar bilar, sum koyra millum Streymoynna og Eystur­ oynna. Á stutta teininum tvørt­ur um Skálafjørðin verð­ur rokningin 15 krónur hvønn vegin fyri persónbilar og 60 krónur hvønn vegin fyri stórar bilar. Hetta roknistykkið gevur til­samans 95 milliónir krónur í inn­tøku um árið. Tað vil siga nígg­ju milliónir minni enn reellu útreiðslurnar. Tað er ikki óvanligt at kalku­lera við einum ávísum vøkst­ri, metir Uni Danielsen, sum samstundis leggur dent á, at hesi tøl eru bara fyri gjal­da hvørjum sítt. - Harafturat kemur sjálv­ andi tann vinningur, sum pri­vata felagið møguliga skal hava, sigur Uni Danielsen. Konsoliderað feløg Skuldin í almennu undir­sjóv­ ar­tunnlunum er nú kom­in niður á ávíkavist 17 milliónir krónur fyri Vága­tunnilin og 59 milliónir krón­ur fyri Norðoyatunnilin. Sam­stund­ is er eginpeningurin, inn­ skotið hjá landskassanum í báðar tunnlarnar, tilsamans 400 milliónir krónur. Reella virðið á tunnlunum skal tó sjálvandi metast út frá, hvørjum standi tunnl­ar­ nir eru í, og hvørjar inn­tøku­ møgu­leikar teir hava. Fleiri hava víst á, at tað al­menna, umvegis verandi tunnils­feløg, átti at staðið fyri Skálafjarðartunnlinum. Uni Danielsen hevur ongar við­merk­ingar til slíka konstruk­tión: - Vit arbeiða út frá galdandi lóggávu fyri Vága­tunnil­in og Norð­oya­ tunnil­in. Harafturat er tað lands­stýrið, ið eigur parta­ peni­ng­in í tunnlunum, ljóðar diplomat­iska svarið frá Una Daniel­sen. Sosialurin hevur verið í sam­band við lykla­per­són­ar­ nar í privatu verkætlanini at gera Skálafjarðartunnilin. Vit hava tosað við Rune Bro Róin. Men odda­ maðurin í Copenhagen Infra­struc­ture Partners, sum nú eisini er nevndarformaður í Faroe­ se Infrastructure, vísir bara til ”okkara pressuchef”, sum hann málber seg. Maður­in er Michael Carlsen, ið eisini er pressuchefur hjá Pen­ sjon­Danmark. Hann hev­ur tó einki at fortelja, ann­að enn at ”vi er i dialog med landsstyret.” Ein annar lykla­persónur er serligi ráð­gevin hjá Inn­ lendis­mála­ráð­num, advo­ kat­ur­in Kurt Bardele­ben. Men hóast Sosialurin í fleiri dagar hevur havt av­talu við advokatin, so tekur hann ongantíð telefonina, tá vit annars hava avtalað at tosa saman. Larmandi tøgn Uni Danielsen er stjóri fyri almennu parta­feløg­ini, Vágatunnilin og Norð­oya­tunnilin