hósdagur 27. juni 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri fylti 70 ár tann 10 juni í
fjør. Vit vóru stødd í Suður
landinum í fjálgum ferðalagi
nærindis Selfoss (Hvoll) í
summarhúsi og summarsól
við heitum “potti”, millum
bøndur og ótaldar hestar,
bláar lupinir á føgrum heiða
lendi “bláa landsins”. Tann
einasti skuggi í huganum
var, at vit ikki fingu verið við
til veitsluna í “Bethel”, har ið
mong høvdu leita inn hetta
kvøldið fyri at fagna Hera.
Sum tó tíðin fer, og nú
strýkur 71 ára dagurin aftur
við borðinum. Men so ber til
at viðmerkja, at Heri er ikki
ein maður tú telur í 10-falda-
árum. Hann er ikki hvør
sum helst, og ein lítil nakað
seinkað heilsa er betri, enn
ein størri søgd ov seint .
Klaverið
Einar tvær ferðir um vikuna
hittast nakrir “fyrrverandi”
- sum hava verið mangt og
hvat til felagssang (orða
bókin rættar hetta orðið til
felagssong, men tað er tað
als ikki -) í hugnaligu hølum
Frelsunarhersins suðuri í
Vági.
Hesir glaðu gævu garpar
syngja sakleysar sangir sum
hóska til umhvørvið. “Her-
urin” er kendur fyri teirra
eyðkendu taktføstu løg og
sangir, alt síðani William
Booth (1829-1912) gamli helt
fyri: “Hví skal nú “tann óndi”
hava “patent” upp á teir bestu
og lívligastu melodiirnar?”.
Og síðani bleiv sang-reper
toar hersins festliga víðka
hóskandi hesum.
Herurin
hevur
fingið
mangt skoðsmálið, men ein
stillfør virðing hevur altíð
hingið upp í teirra sosiala
virksemi, hvørs aðalmerki eru
samaritansku átøk teirra fyri
“botnskaka”
samfelagsins.
Sum minniligu orðini frá
Winston
Churchill
undir
ræðuligu “blitzini” í London
undir krígnum bóru boð
um: “Táið neyðin er størst, er
Frelsunarherurin nærmast
!” Og so hjúnini okkaru: Njál
Mackay Djurhuus – ið eru
kend og heiðrað av noregs
kongi fyri trúfesti teirra.
Og hvør spælir so upp á
klaverið? Jú, Heri, sjálvandi.
Klaverið
er
yndisljóðfar
hansara. Hann hevur frá
ungum av spælt við mong
ymisk høvi – og spælir sum
ein “eingil”. Hann fekk eitt
aldurskent likamsligt strik
herfyri, men er tíbetur komin
fyri seg aftur at spæla.
Sum ungur
Vit komu at kennast á skeiði
á Hafnia í 1962. Langur ljós
hærdur drongur. Vælhýrdur
– krúllutur skemtari og
hermari. Hetta var á døg
unum, táið Tommy Steele
(f.1936) og Sir Cliff Richards
(f. 1940) vóru á odda, og sum
– sig so tað - enn eru á fót
um og sveima á sanganna
veingjum. Tá bóru allir rætt
ir “sjeikar”: dunnu-vels-hár
doddar, - og helst bæði niður
á nakka og fram á enni –
stívir av brylcremi.
“Men, tann myrkhærda
gentan hjá Hera, Eva, hon
er systkinabarn mítt, hon
sær ikki minni gott út!” segði
Oddmar – ein luttakari á
skeiðinum - fyri teim ungu
eygleiðandi - soleiðis til eftir
tektar – (!).
Heri lærdi til maskinsmið
í skipasmiðjuni í Vági. Fór
niður á maskinistaskúla og
leyk øll tey trý maskin- og
el-prógvini. Ein sera hent
útbúgving - tí ætlanin var
greið frá degi: eitt – at Heri
vildi royna vinnulívsvegin.
Og henda leið bleiv bæði
long og hendingarík - bæði
fyri hann og Evu.
Vinnulívsroyndir
Fyrst var tað “Skrokkurin”,
haldi eg, sum onkursvegna
var við at gera onkran til
løgmann (?!). Síðani eitt
seinkandi sakarmál. At-finn
ingarsom viðgerð í bløðum og
útvarpi. Og táið tað endiliga
bragdaði við “Skrokkinum”,
so slógu bankarnir frá. Og
alt á botni! Okkurt kundi
kanska verið øðrvísi -.
Tú velur eina lívsleið,
men gert ikki altíð av hvussu
gongst, og tað mátti tí bara
takast harífrá. Og so varð
farið at tingast við fínar
svenskar bankastjórar. Við
Hera var D. P. Danielsen,
advokatur. Alt annað líka,
tveir kanska ólíkir felagar,
men væl gekst. Ein (H)erlig
søga, sum bara Heri dugir
at siga frá. Og keðilig er hon
ikki -!
Men ikki gavst Heri. Hann
fekk fatur á einum lastbili,
strevaðist dupult so hart
sum hinir fyri at koma fyri
seg, keypti ein útróðrarbát,
róði út, seldi bátin, fekk sær
ein størri bát, sum hann
eisini seldi, tí tá var alingin
kom upp at blása. Og Heri fór
straks í hernað har, sjálvandi,
fullkønur í handverki og tek
nikki. Í arbeiðsklæðum frá
morgni til myrkurs.
Nevnast skal í stuttum
nøkur virkisøki m.a. hesi:
reiðari á Bjarnoy (saman við
Absalon), Vágbingur, Uma
nak, Skrokkurin, Bjarnoy II.
Sølumaður av byggitilfari
og oljusølu. Sildaverksmiðju.
Fyrsti
privati
smoltalari
í landinum – strevaðist í
Grønadali í 20 ár. Slátur- og
roykivirki í Porkeri. Og so
eina tíð - óðalsbóndi í Myki
nesi – eisini (!).
Og mangan móti midnátt
varð leitað til húsar heim
saman við útlendskum keyp-
og sølufólki – og tá stóð Eva
har, klár og borðreiddi við
øllum blíðskapi.
Ja, søgan er enn longri.
Heri hevur - mær vitandi
– samstundis verið størsti
skattaborgari
í
trimum
kommunum (Hovs-, Porkeris-
og Vágs kommu). (Ja, hvør
hevur hug til at kappast her?)
Gott lag, hóast ein áhaldandi
og pøsandi andróður. ILA
og laksalýs, fóður, skiftisøki,
vatntrot, frostbinding á vetri
og skerpingur á Hovsvatni á
sumri. Smolt og laks og síl og
royking og søla.
Ja, so tað afturat, bara eitt
høpisleyst verkfall – sum for
kom samstarvinum við tvær
góðar týskar handils-ketur
- fyri well! Hervilig miðla-
umrøða. Eisini nú fyri stutt
um - tað sama tógvið - nú ið
so mong ár eru liðin eftir at
“ballið var buið”.
Tann, sum hevur leiðslu
ella mannakor um hendi,
kemur at kenna menniskju,
og skal ikki bara vænta sær
undanbrekku. Og sum Esmar
Fuglø, ið var vinnulívsmaður
alt lívið, segði á sinni: “– av
teimum vinnulívsmonnum
innan fiskivinnu, ið eg havi
kent, eru tað fáir, sum eru
farnir vælhavandi í grøvina
–“. Tí hetta er ikki bara ein
lívsháttur. Tað er eini herð
indi, hetta, hugurin at fáa
okkurt at bera til -!
_ _ _ _ _
Eftir er bara at ynskja tær
Hera og Evu og børnum
tykkara: Rúnu, Dias, Judith,
Heidi og Randi, blíðan byr í
komandi tíð í takksemi fyri
tykkara vinalag hesi mongu
ár.
Arnstein Niclasen
10.06.2013
Ein seinkað heilsan
til Hera Hjelm
nøvn
Tann 26. juni verður Óluva
Durhuus
Petersen
úr
Vestmanna 90 ára gomul.
Óluva er dóttir Sunnevu
Durhuus, fødd Thomassen
úr Kvívík og Jóhannus
Durhuus úr Garðastovu
úr Vestmanna. Sunneva
var tvær reisur gift.Hon
varð einkja í 1917. Við tí
fyrra manninum, Sámali
Jákup Petersen úr Kvívík,
átti hon synirnar Tummas
og Kristian, meðan Sámal
Jákup og Óluva vóru undan
tí seinni giftuni.
Óluva vaks upp tey
árini, tá Vestmanna var
ein at trolarabygdunum í
Føroyum, og tey árini var
mamma hennara aktiv fak
felagskvinna. Men kann
siga at umsorgskenslan
sum løddi mammuna, øll
árini hevur eyðkent lyndi
Óluvu. Beiggi Sunnuvu var
hin litríki og navnframi
trolaraskiparin
Kvívíks
Tummas.
Eftir
krígslok
fór
Óluva til Danmarkar at
nema sær útbúgving sum
sjúkrasystur.
Heimaftur
komin gjørdist hon skúla
sjúkrasystir fyri Norður-
Streymoy, og í fleiri ár
arbeiddi hon av og á sum
sjúkraystir á Ellisheiminum
á Giljanesi. Hon var sera
virkin í Missiónshúsinum,
helt sunnudagsskúla, og
hennara kristnatrúgv er av
tí vakra einfalda slagnum,
har góðar gerðir eru tað
mest avgerðandi. Tí tók
hon uppá seg at røkja tað
ábyrgdarfulla starvið sum
limur í Barnaverndini, og
tey árini tá kvinnur í Vest
manna í stórum talið komu
í bygdaráðið, taldist Óluva
millum teir vestmenningar,
ið trúfastir stuðlaðu hesum
nýggja politiska rákið.
Óluva giftist við Magn
usi Petersen á Mørk, og
sum so nógvir aðrir vest
menningar, var Magnus sjó
maður. Hansara lívsstarv
var í maskinrúmnum, og
hann var ein av teimum
ið so at siga doyði á vakt.
Hann látst í 1978 umborð
á "Expo", og síðani hevur
Óluva verið einkja.
Magnus stoypti sjálvur
tey vøkru húsini á Mørk í
1950, og har vuksu børnini
Sigrun, Sunnuva og Helgi
upp. Í stovuni stendur kla
verið, og har plagdi Magn
us at sita og spæla. Tað
var altíð bundið og hekla
á Mørkini, og bøkurnar á
hillunum siga á sín egna
stillføra hátt, at hetta er
eitt væl siða føroyskt heim.
Sigrun tók læraraprógv,
Sunneva tók upp lívs
leiðina hjá mammuni og
gjørdist sjúkrasystir, og
Helgi starvast sum løg
reglumaður. Eisini eigur
Óluva fleiri ommubørn og
langommubørn.
Við stovuvindeyga hevur
hon vágna og Vestmanna
sund fyri sær, og hon fylgir
væl við í tí sum fyriferst
og er sera áhugað í øllum
lívsins
viðurskiftum.
Á
Mørkini hava fólk sitið væl.
Hjartaliga til lukku við
føðingardegnum, Óluva.
Ein vinur
Heilsan til
Óluvu
Tøkk
Vit ynskja hjartaliga at takka vit tykkum øllum,
sum við gávum og heilsanum, gleddu okkum á
gullbrúdleypsdegnum 24. mars 2013. Takk fyri alla
hjálp og takk til tykkum mongu, sum komu inn til
okkum og vóru við til, at vit fingu ein ógloymandi dag.
Heilsan
Gretha og Kristen Rasmussen
Trongisvágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum teimum, ið gleddu okkum á
diamantbrúdleypsdegnum 14. apríl 2013.
Vilhelmina og Hans Johansen
Argir