hósdagur 27. juni 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Føðingar
Miðvikudagin hin 12. juni
andaðist Hjalgrím Poulsen,
fyrrv. deknur í Sjóvar kirkju,
og fór til gravar á Strondum
leygardagin.
Kirkjan
var
fullsett, nú ið gamli deknur
og lærarin fyri seinastu ferð
var í Sjóvar kirkju. Veðrið var
av tí allrafagrasta. Vakurt var
um landið alt , men henda
dagin á Strondum tóktust
okkum tað serliga vakurt.
Tað var, sum vildi bygdin
heiðra og veita trúgva syni
sínum hitt seinasta brosi.
Hjalgrím var sonur Janu
og Johan Poulsen, fyrrv.
løgtings- og fólkatingsmann
á Strondum. Johan Poulsen
var limur í kirkjustjórnini í 32
ár og deknur í Sjóvar kirkju
øll árini, hann var lærari á
Strondum, og meira enn tað,
tilsamans 50 ár.
Hjálgrím gjørdist dekn
ur í Sjóvar kirkju eftir fað
irin í 1968 og var tað til 1. s.
í atvent 2004, í tilsamans
36 ár. Tá var bara ein dekn
ur, men onkuntíð høvdu
teir hjálpardekn, sum las.
Hjá Hjalgrími var hjálpar
deknurin Carl á Flatutrøð
á Strondum, sum lærdi seg
lestrar uttanat og kundi
endurgeva teir eftir minni
eins og nógv kvæði. Hjalgrím
dugdi tiltikið væl at lesa.
Tann fyrsta sunnudag í
hvørjum mánaði varð sung
ið og lisið á donskum, eisini
“Fadervor”
og
bønirnar
inn og út. Frammanundan
hevði tað verið annanhvønn
sunnudag á donskum. Men
miðskeiðis í sjeytiárunum
samtykti kirkjuráðið at fara
yvir til bara føroyskt. Onk
ur vildi geva mær skylduna
ella heiðurin, men sannleik
in er tann, sum lítli-Jógvan
á Viðareiði plagdi at taka til,
at eg vildi hvørki taka lut í
málsviðgerðini ella atkvøðu
greiðsluni.
Strandingar
skuldu sjálvir sleppa at gera
tað av, og sambandsmenninir
á Strondum valdu at fara
yvir til bara føroyskt í gott
samljóð við Jógvan Poulsen,
fyrrv. lærara á Strondum,
ið skrivaði bíbliusøgu sína
á føroyskum, og man hann
vera tann, ið hevur ávirkað
gomlu strandingarnar til
at skrivað føroyskt á teir
elstu gravsteinarnar í gamla
kirkjugarði.
Hjalgrím var lærari á
Strondum 1957-58 og aftur
1966-96 og varaskúlastjóri
frá 1978, og lærdi hann um
kvøldarnar nógv av teimum
ungu á Strondum og Skála
at spæla klaver. Hjalgrím
sat eitt skifti í bygdaráðnum
og tók annars dúgliga á sín
friðarliga hátt lut í nógvum
av tí virksemi, sum var í Eyst
uroynni. Hann var í 1969 við
til at stovna Lions í Eysturoy
og tók íðin lut í tí virksemin
um, m.a. við listaframsýning
og árligu kappsiglini á Skála
fjørðinum við 4-manna før
um við seglum, ið byrjaði í
1971 og framvegis fer fram.
Hjalgrím fekk sær konu av
Nesi í Eysturoy, hvar ið hann
var lærari á Toftum 1958-66,
Marjun f. Danielsen, sum
trúføst hevur verið við lið
hansara øll árini. Marjun og
Hjalgrím eiga 3 børn, elstur
av teimum trimum er Jóhan,
sum eg havi konfirmerað. Tá
var abbin, gamli sambands
høvdingin Jóhan Poulsen,
eisini við. Síðan er tað arki
tekturin Heidi, sum eg eisini
havi konfirmerað, og yngst er
Jana, sum eitur eftir ommuni,
og sum eg havi doypt. Tað
hevur verið ein fragd at verið
saman við teimum. Marjun
sang í Stranda kóri saman
við Elsebeth undir leiðslu
av Ámundi Berthelsen, tær
báðar spældu eisini flogbólt
saman, og minnast vit ein
skemtiligan fótbóltsdyst, tær
spældu á Skála til frama fyri
nýggja vøllin, Strandakvinnur
móti Skálakvinnum.
Tað vóru ríkar løtur í
Sjóvar kirkju saman við
Hjalgrími sum dekni, sitandi
á beinkinum frammi í kór
mannfólkamegin,
og
Jó
han Dávid á beinkinum í
hinum
borðinum,
meðan
Christian Høj sat við urg
una. Trúfastir tænarar og
góðir samstarvsfelagar vóru
teir, altíð við tí góða. Seinni
tók bróðirin Erhard við sum
klokkari eftir Jóhan Dávid
og Ámund Berthelsen við
sum urguleikari eftir Christ
ian Høj, og gingu teir í somu
sporum. Hjalgrím var fyri
komandi og altíð til reiðar
við tí góða. Amandus plagdi
standa í forkirkjuni og bíða,
um tað var okkurt, sum ikki
var, sum tað skuldi. So noydd
ist hann at fara í hernað, sum
hann segði. Og minnast vit
seinastu ferð, Amandus var
í kirkju og til altars, at hann
tók nýstroknan lummaklút
upp úr lummanum og streyk
sær um munnin, sum hann
plagdi, reistist og fór ikki út
úr kórinum, men tók fetini
yvir til Jóhan Dávids og Hjal
gríms og gav teimum hond
ina. Tað var skilligt, at hann
vildi takka og kanska siga
farvæl, tí at sunnudagin eftir
varð hann funnin lívleysur
uttanfyri.
Tey seinastu árini fór
heilsan at bila hjá Hjalgrími,
og nú er hann so farin tann
veg, sum eingin okkara slepp
ur undan. Hjá sær í ferðini
hevði Hjalgrím tann frelsara,
hann so trúfastur hevði tænt
við lestri sínum í kirkjuni tey
nógvu árini. Við honum eiga
vit ikki bara trúnna, men
eisini vónina um ein dag at
síggjast aftur handan deyða
og grøv.
Friður veri við minninum
um Hjalgrím Poulsen!
np
Hjalgrím Poulsen, deknur,
in memoriam
Kirkjutænarar við Sjóvar kirkju 1974: Jóhan Dávid Johansen, klokkari, Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur, Christian Høj, urguleikari, og Hjalgrím Poulsen, deknur
13. juni fekk Jákup ein lítlabeiggja. Hann var 55 cm langur
og vigaði 3940 gr. Foreldur teirra eru Kristian Poulsen og
Halgerð M. Højgaard. Tey búgva á Toftum.
12. juni fingu Annetta og Jóhan Andrias Hansen, Toftir
sonin Dánjal. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr.
Leygardagin 15. juni fekk Ingimund eina lítla systur. Hon
var 52 cm long og vigaði 3610 gr. Foreldrini eru Heidi M. Í
Hjøllum og Hanus I Hansen Søldarfjørður.
17. juni fingu Elsa Færø og Trúgvi Joensen, Hjallavegur 18,
Saltangará eina dóttir. Hon var 56 cm long og vigaði 4260
gr.