Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Vit hava mist okkara akker - ja, so kennist tað í øllum førum, nú mamma ikki er her millum okkum longur. Mamma var mamma, og eingin kemur í hennara stað. Hon var einasta av sínum slag. Mamma var stødd í Dan­ mark, tá ið hon and­aðist. Í skrivandi stund er eitt ár síðan mamma andaðist. Høvdu vit sagt mammu, at vit fóru at skriva um hana, hevdi hon helst sagt: Tvætl, skriva ikki um meg. Hvør halda tit tímir at lesa tað? Mamma var serstøk upp á allar mátar. Hon hevur uppi­borið at fáa nøkur orð. Í okkara verð var hon ein megnarkvinna. Tó gekk hon altíð friðarliga við hurðini og gjørdi ikki so nógv burtur úr sær sjálvari. Mamma var sera glað um at geva eina hond til tey sum høvdu brúk fyri tí - um hon kendi fólk ella ei. Hon hevdi tað áskodan, at betri var ein bøtandi hond enn ein spillandi tunga. Hetta orða­ takið tók hon í álvara. Mamma varð fødd á Lítla­heyggi í Hósvík, sum ein av 6 børnum hjá Mariu og Óla Christian Djurhuus. At hon var "pápasa genta", kann gitast út frá nógvum av tí, sum hon fortaldi frá síni barna- og ungdómstíð. Pápin gav henni bøkur og bløð, so hon kundi lesa. Mangt stuttligt kom við hesi lesing. M.a. varð hon tikin í at lesa undir eini guðstænastu í kirkjuni, tí hon hevdi sníkt seg at taka bókina við. Hetta varð ikki harta á nakran hátt; men bókin varð tikin frá henni. Eftir gudstænastuna fekk hon bókina aftur, og so hendi ikki meira við tí. Lesihug hevði hon alt lívið. Hon hevdi góðan hug at seyma. Pápin studladi henni og skaffaði henni fyrsta toystykki uttanlands – hann var sjómaður. Minnist hana flenna hjartaliga at hesum. Hon skuldi seyma sær okkurt plagg burtur úr tí, men hon var so óvon við at klippa, tí gjørdi hon so nógvar feilir við hesum toystykkinum, at tad einasta, hon at enda fekk burtur úr var ein lítil erma. Men, so var hendan lítla erma­n byrjanin, til ein hóp av, væl úr hondum greiddum, pløggum. Tað var fáur dagur, tá ið vit 3 systkin vóru børn, at mamma ikki var í gongd við síni seymimaskinu, so vit kundu verða væl klødd. Mangt plaggið seymaði hon fyri onnur. Hon verður framvegis við til at seta dám á komandi ólavsøkur og aðrar høgtíðir, har fólk fara í føroyskan búnan. Hon hevur seymað og baldýrað ein hóp av føroyskum búnum. Kirkjulesing og plaggið, ið endadð sum lítil erma, vóru lærurík, saman við orðunum hjá pápa hennara: "Lat børn­ ini og tey ungu royna seg við amboðum, tí tað er einasti mátin, har tey kunnu læra at handfara tingini". Sum 14 ára gomul fór mamma til Havnar at tæna. Hon var 20 ára gomul, tá ið hon giftist við pápa okkara, Olaf í Nesinum, og flutti tá út í Nesið í Vestmanna. Íbúðin var trong, men har var hjartarúm. Tað var har hon lærdi seg rættu­ liga at seyma. Fluttu út á Argir í 1967. Mamma fór at arbeiða í køkinum á Lands­ sjúkrahúsinum, har hon var í eini 30 ár. Samanhaldið mill­ um tey, sum arbeiddu har, vardi við. Mamma var sera góð til at fáa tað besta burtur úr tí, sum hon nú einaferð hevði. Hon var sera skemtingarsom og kreativ. Eitt dømi um skemt er, tá ið hon ein dag, rættuliga álvarsliga, helt fyri, at nú var uppá tíðina at gera álvara av at klænka seg, tí nú var tað við at verða so galið, at tad einasta hon passaði var oyra­prýði. Dømi um hennara krea­ tivu evnini eru mong, so ikki ber til her at ramsa alt upp, men tó eru seymingin, hondarbeiði og jólaaprýði, sum hon tilevnaði heilt ser­ stakt. Ein serligur dámur var jólamánaðin. Tá fann hon fram alt, sum hon hevði savnað til júst hesa tíð. Hon hugnaði sær í dagar við at tilevna ymiskt. Tá ið hon var liðug at tilvirka, gav hon nærum alt burtur. Var hon stødd í Føroyum, so komu Maria og Maiken á gátt og fingu fjeppast uppi í. Stødd í Danmark vavdu ommu­døturnar um hana, meðan leikur fór fram. Síðstu jól vóru so okk­ara fyrstu jól uttan mammu. Undarliga tómt. Ommudøturnar hildu tó, at við allari virðing fyri ommu, so mátti tær taka sær um reiggj við jólahugnanum, tí tað hugflog og tað tolni, sum omma hevði lagt í tær, skuldu ikki fara fyri einki. Men, eingin ivi er um, at tað var ikki ein løtt uppgáva hjá teimum. Tað, sum mamma sá ella hoyrdi, gav henni altíð okk­ urt hugskot, og við tí hevði hon altíð úr at gera. Hon var altíð við uppá okkurt nýtt og livdi lívið, meðan tað varð henni unt. Mamma var eins og ein fuglur, sum lætti sær á flog - upplivdi, tók føði til sín, kunnaði seg um eitt og annað, fyri síðan at venda aftur. Mamma fór uttanlands, saman við systrunum, fyri fyrstu ferð sum 46 ára gom­ ul. Hendan ferð í 1979 var at vitja mostur teirra, sum hevði búsett seg í Kanada. Eftir hesa ferð var útferðarhugurin av álvara birtur. Hon hevur ferðast nógv í Danmark - eisini onkr­an túr við systrini Paulu. Saman við Per og Lise Lotte var hon Evropa runt í bili. Í 1994 var hon við okkum børnum og ommudøtrunum nakrar dagar til Berlin. Sigldi til m.a. Noregs og Hetlands. Fyri fáum árum síðan var hon á eini ferð Ísrael. Seinasta lang­ferðin var til Kiev saman við Per. Næsta ferðin skuldi verða til Sankt Pætursborg, men henda túrin náddi hon ikki. Í Føroyum fór Fróði, omm­usonurin, dagstúrar við omm­uni, tá ið tað læt seg gera. Mammu líkaði væl hesar túrar. Mamma fekk nógvar smeit­ir í sínum lívi. Hon misti pápan, tá ið hon var um tey 30. Gjørdist einkja einans 49 ára gomul. Svigardótturin, Lise Lotte, doyði bert 36 ára gomul í 1992. Elsti beiggin fór. Svigarinnan, mamman og yngra systurin, Paula, doyðu við einari viku ímillum í 1993. Tað tók mammu drúgva tíð at koma fyri seg eftir hvønn smeitin. Mamma stuðlaði okkum í tí, sum vit høvdu hug til. Hon stuðlaði frælsi. Hetta merktu vit frá tí løtu, vit dugdu at gera skil á, hvat frælsi kann verða. Vit fingu loyvi at royna tað, sum vit hildu - sjálvt, um tað gekk ímóti tí, sum "man vanliga" gjørdi. Eingin ivi um at mamma fylgdi sera væl við í politikki og tí, sum fór fram í samfelagnum. Mamma fekk blóðtøppar í hjarta í 1987. Leingi lá hon á intensivu deild á Lands­ sjúkrahúsinum. Hon menti seg tó aftur. Tvær ferðir aftaná hesa hending fekk hon stórar skurðviðgerðir. Tá ið Per varð illa meintur av álvarsligari sjúku, fyrst í 2005 og enn einaferð í 2009, var mamma klár at sleppa øllum sínum ætlanum fyri at geva honum eina hond. Eingin ivi er um, at hon eig­ ur stóran leiklut í hansara framgongd. Mamma var altíð til dyst­ in fús at læra nakað. Tey síðstu árini lærdi hon seg at knipla. Hetta var nakað, sum hon leingi hevði hugsað um, men hevði bara ikki funnið stundir. Men hesi seinastu árini, hon var hjá Per, fekk hon tað í lag. Hjálpsemi hjá mammu kann als ikki gerast upp. Skuldi onkur hátíðarhalda okkurt, so var tað vist, at mamma altíð var at finna í køkinum. Alt sítt vaksna lív bakaði hon breyð til tey, sum stóðu henni næst, umfram at hon gjørdi rullipylsur, skinsa­ kjøt og annað, sum vit høvdu gleðina av. Mangan læt hon okkum vita, hvussu glað og takksom hon var fyri, at henni untist at fáa trý børn, hartil svigar-, ommu- og langommubørn. Mamma varð innløgd til kanningar, tí hon hevði kent seg so illa. Ikki vistu vit tá, at hon ikki kom livandi út aftur av sjúkrahúsinum. Einans fáar dagar áðrenn hon andaðist, fingu vit boð­ini um, at tíðin var um at verða runnin. Tað gav okkum møguleikan av verða hjá henni dag og nátt, so hon ikki var einsamøll. Lovaðu mammu at heilsa øllum. Tað er hervið gjørt á hendan hátt til tey, sum vit ikki hava hitt. Mamma var sera nærløgd við øllum. Torført var tí tøma íbúðina, tí "minnini tala". Íbúðin og alt sum inni var, bar boð um tað menniskja, mamma var. Alt væl frá hond­ini lagt og greitt - um tað vóru klæði, hondarbeiði ella annað. Alt var so ordiligt. Vit kundu ynskt mammu longri tíð her, tí hon var als ikki var mett av døgum. Mamma var ikki gomul, men eldri. Glóðin í vitugu eyg­un­ um vardi við. Saknurin er ófatiliga stór­ ur hjá okkum, sum eftir­sita, men gleðin yvir at okkum unt­ist júst mammu, sum mammu, vekir kensluna av takk­semi. Hon var okkara mamma, svigarmamma, omma og langomma. Vit eru væl greið yvir, at sakn­urin hjá øðrum enn okk­um er til staðar. Vit hugsa her um vinkonuna gjøgnum mong ár, Marionnu. Børnini hjá Paulu mostur, har mamma nærum var reserva mamma, aftaná at mostur doyði. Teir tveir beiggarnir, sum nú innan eitt ár hava mist tvær systrar o.s.fr. Mamma hevði stóran leiklut í lívinum hjá okkum. Tað kennist, sum vit hava mist ein stóran part av okk­ um sjálvum. Hoyra mammu siga: Jamen - so er lívið. Eing­ in verður her til ævigar tíðir. Maria, Per og Oddvør Mammu okkara, Sonju í Nesinum, til minnis