Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Buggeli-bugg – fínt skal tað vera Tað snýr seg ikki um at rætta buglur, pussa skøvur ella at smyrja fasaduna. Tað snýr seg um, hvussu vit broyta veruleikan og reisa okkum sum fólk. At vit vilja virka frælst og javnsett millum aðrar tjóðir Høgni Hoydal løgtingsmaður Tá ið leiktjøldini skrædna og gekka­skortarnir falla, hava vit møguleikarnar at skoða í­gjøg­n­um okkara støðu. Tað er tá, at vit skulu gevast at vera áskoðarar í einum sjón­ leiki, og ístaðin brúka møg­ u­leikarnar at fremja tey tøk og tær broytingar, sum skapa okk­ara lívsgrundarlag og fram­tíð. Málið um rættin hjá okk­ um at veiða í egnum sjógvi og valdshóttanirnar úr ES, er enn eitt prógv um hesa sann­roynd. Nú síggja vit greitt, at hetta hugtakið um “ríkis­fel­agskap” er bert eitt fríð­kann­a­rorð fyri vald. Ein fasada og ein kulissa, sum skal fjala útyvir okkara ó­frælsu støðu – og sum skal kyrra okkum til ikki at taka egna ábyrgd og skipa okkum sum eitt sjálvstøðugt fólk í heim­i­num. Men sjónleikurin heldur fram Endamálið við vitjanini hjá danska forsætisráðharranum (sum eg annars kenni sera væl sum eitt fryntligt og skil­a­gott fólk) var sjálv­andi eittans: At royna at pall­seta falna sjónleikin um “rí­k­is­fel­ags­ skapin” av nýggjum, til tess at verja danska suverenitetin í Norðuratlantshavi og eind­ ar­ríkið Danmark. Onki løgið er í tí. Og hon spældi sín leik­ lut væl. Sjónleikurin var í trim­um pørtum, og varð spæld­ur aftur og aftur – við løg­ manni og landsstýrinum í sínum gekkaskortum og hjá­leiklutum: 1. “Vi tager hensyn til Rigs­fæl­ lesskabet og vil stemme nej til sanktioner, men vi kan ikke gøre noget, hvis EU vil det anderledes.” 2. “Dette handler om fiske­r­ i­kvoter og ikke om uden­ rigs­politik, og Danmark har ikke været involveret i sagen om fisk­e­kvoter.” 3. “Dette er ikke en sag mellem Danmark og Fær­ øe­r­ne, men mellem EU og Fær­øe­rne.” Veruleikin Onki í hesum sjónleiki er sjálv­sagt í samsvari við veru­ leikan og tosað verður við tveimum tungum: 1) Danmark hevur ikki arbeitt fyri føroyskum á­hug­a­mál­ um í spurninginum um sild og makrel og boy­kott. Danmark kundi langt síðani havt steðgað bæði revs­i­heimildum og ætl­ aða boy­kott­inum, bæði í ES og í al­tjóða stovn­ um, um tað hevði verið áhuga­málið. Fyrr í ár nýtti Danmark alla sína uttan­ríkispolitiska orku tl tess at fáa ein av­slátt­ ur í gjaldinum til ES upp­ á 1 milliard krónur. Tað eydn­aðist, hóast nærum øll hini londini vóru ímóti. Orsøkin til, at Danmark nú sigur seg vilja atkvøða nei, er bert óttin fyri full­ veldisrørsluni í Før­oyum. 2) Tað var Dan­mark, sum brúkti eina sam­bands­ stjórn í Føroyum til at tryggja ES og danskari fiski­vinnu 8% av Norð­ havs­sildini, sum tey als onki krav hava uppá – og Før­oyar mistu stór virðir og rætt­indi. 3) Hetta er tíverri ikki eitt mál millum Føroyar og ES, tí Dan­mark hevur ræðið á utt­an­rík­is­politikkinum og sit­ur í ES. Og tað er Dan­ mark sum kann samskifta vegna okk­um við ST, WTO og aðrar fel­ags­kapir, sum tryggja lóg og rætt á øki­ num. Danmark tosar nú eisini um “at fáa partarnar at sam­ráð­ ast”. Meintu tey nakað við tað, so høvdu tey sjálvandi sagt: Ongar samráðingar kunnu verða uttan so, at ES tekur handilstiltøkini av borð­inum. Ongin kann sam­ ráð­ast siviliserað undir vald­ s­hóttan. Hevur nakar hoyrt Dan­mark siga nakað alment í ES og altjóða semfelagnum, um hetta – ella nakað sum ger okkara støðu sterkari? Buglur og skøvur og fasadur Tað kundi heldur ikki verið meira sjónskt, at alt snúði seg bara um at skapa eina glæstr­i­mynd og at seta gomlu kulissurnar og gomlu leik­ lutirnar upp aftur, tá vit sóu tíðindafundin hjá for­sæti­s­ ráð­harr­a­num og løgmanni. Her varð bert tosað við und­ar­ligum myndamáli um skøv­ur og buglur á einum bili (les: “Rík­is­fel­ags­skapurin”).. Tað snýr seg altso bara um út­sjónd­ina og lakkeringina – og um at royna at fjala inni­haldið og tann veruliga stand­in. Skulu vit endiliga brúka hesa einføldu mynd av ein­ um bili, so eru teir ver­uligi spurningarnir.Hví r­enn­ur bilurin á? Er galið við kon­ struk­sjón­ini? Hvør stýr­ir bilinum? Og hevur Dan­mark ikki parkerað bilin í eini garasju í ES? Um bara Dan­ mark situr við róðrið, og vit vilja ein annan veg enn tey, hevði tað tá ikki verið betri at havt hvør sín bil? So kundu vit koyrt sama veg, har tað var møguligt. Men høvdu frælsi at stýra sjálv og hava á­byrgd av egnum leiðum, har tað tørvar. At látast... Fyrigevið. Men eg kann ikki bara mær at samanbera hend­an sjónleikin um “rík­ is­fel­ags­skap­in” og føroyskan poli­tikk við kendu bretsku sjón­varps­røðina: “Fínt skal tað vera.” (Á enskum: “Keep­ ing Up Appearances” – altso “at látast”). Danmark spælir leiklutin sum Frú Hyacinth, ið nýtir alla orkuna at halda eina fína fas­adu og látast vera nakað, sum ikki er. Sambandsflokkur­in (og Javn­að­ar­flokk­ur­in) er mað­ ur­in, Ric­h­ard, sum hóast hann sær sjónleikin og gykl­ ið, kortini spælir sín leiklut til fuln­ar og ger, sum Hyacinth sig­ur (eisini tá tey koyra bil). Gamla Sjálvstýrið og Mið­ flokk­ur­in eru grannakonan, Eliz­a­beth, sum, tá ið Hy­a­c­ i­nth ikki sær, sigur seg vilja manna seg upp og avdúka fas­a­d­una. Men sum hvørja ferð fara upp at ristast og missa kaffikoppin, tá Hyac­ inth rópar. Tjóðveldið og Framsókn og loys­ing­ar­rørslan eru sum Ons­low og konan. Sleppa helst ikki við uppá leikpallin. Eru ikki serliga elegant og duga ikki at spæla við í at lát­ast. Lata buglurnar vera í bili­num ella royna at umvæla bil­in sjálv. Men siga tingini, sum tey eru og avdúka, hvat er handan fasaduna. Og Fólkaflokkurin? Ja, hann er sjálvandi sonurin, Sher­i­dan. Hann situr fyri seg sjálvan og gagnnýtir støð­una og fasadupussaríið hjá Hya­cinth og Richard. Og hann ringir sjálvandi heim at fáa peng­ar burturúr ann­an­ hvønn dag. Ikki tí. Eina løtu tóktist tað, sum løgmaður var farin í leik­lutin sum pápin hjá Hyacinth. Hann, sum oftani rým­ir og heldur seg fara í kríggj við einum gomlum for­lad­ara. Men hann verður al­tíð fangaður aftur, so Hy­ acinth kann halda fram at látast. Ein sjálvstøðug tjóð Ongin orsøk er hjá okkum at spæla við í hesum sjónleiki. Leiðin er gongd til at velja møg­u­leikar og menning ístað­in. Sum ein sjálvstøðug tjóð kunnu vit gerast partur av teimum felagsskapum, vit ynskja. Og vit kunnu ar­ beiða og røkja okkara á­hug­ a­mál á jøvnum føti við aðr­ar tjóðir. Júst sum tá ein per­ són­ur gerst myndugur. Og sjón­leikurin um, at vit bert kunnu samstarva við Dan­ mark um tey hava valdið yvir okkum, er partur av ein­ um avoldaðum leikriti. Vit fara sjálvandi at samstarva nógv betri við Danmark, tá vit eru sjálvstøðug. Júst sum myndugir persónar sam­ starva betri enn persónar, har annar hevur alt valdið og av­gerð­ar­rættin yvir hinum. Sum sjálvstøðug tjóð kann okkara lívsgrundarlag ikki hóttast á sama hátt. Sum sjálvstøðug tjóð hava vit rættindi í al­tjóða sam­fel­ ag­n­um. Sum sjálvstøðug tjóð hava vit okkara egna utt­an­ rík­is­pol­i­tikk og kunnu um­ boða okkum sjálv í ST, WTO, EFTA o.s.fr. Og vit kunnu byggja upp tey samstørv og tær alliansur, sum okkum tørva. Og sum ein sjálvstøðug tjóð skapa vit ótaldar møgu­ leik­ar og kunnu vinna tað magnið og tað samanhaldið, ið fer at skapa líkindi hjá okkum og kom­andi ætt­ar­ lið­um at liva við sømd í føð­ i­landi okkara. kjak Sunnudagin, 30. juni, fyllir Bogi Ellingsgaard í Havn 70 ár. Bogi, sum er ættaður úr Havn, men uppvaksin í Myki­ nesi, kom til Havnar sum 14-15 ára gamal og fór í læru sum elektrikari hjá Einari Mikkelsen. Fleiri minnast kanska Boga sum tann óføra fim­ leik­ar­an, sum vit eisini síggja á myndini, sum er frá eini av fyrstu fimleikar­ fram­sýningunum í Ítróttar­ høllini á Hálsi í Havn fyrst í sjeytiárunum – har hann stend­ur á hondunum á hest­ inum. Bogi Ellingsgaard man vera eitt gott dømi um, at fimleikur gongur í arv, tí pápi hansara, Poul Ellingsgaard, var eisini góður fimleikari og føroyameistari einar tríggjar ferðir. Eisini abbadøturnar eru kendir fimleikarar í Havn­ar Fimleikafelag og hava júst umboðað Føroyar til heimsmeistarakapping í estetiskum fimleiki í Finn­ landi. Hóast Bogi fór ungur úr Mykinesi, so hevur hann vitj­að nógv aftur hagar. Hann hevur verið har á hvørj­um heysti á fjalli. Bogi og konan Julianna hava hús har vesturi. Barnaheimið hjá Boga er selt, men tey hava húsini hjá mammu Julionnu, sum eisini búði í Mykinesi. Í Havn sæst Bogi hvønn morgun í svimjuhylinum, har hann og aðrir havnarmenn loysa heimstrupulleikarnar í hitarúminum. Bogi giftist við Jóhonnu í 1964. Tey búgva á Spógvavegi í 22 í Havn. Tey fingu fýra børn. Páll var elstur. Hann doyði í fjør. Hini eru Benadikt, Jón og Salvør. Sunnumorgunin frá klokk­an 10 bjóða tey til brunsj í heim­in­um á Spógvavegi. nøvn Bogi Ellingsgaard 70 ár