Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak kjak Onkuntíð hoyra vit røður ella síggja greinir, sum vilja mála eina mynd av, hvussu nógv betri møguleikar vit høvdu havt, um Føroyar vóru eitt fullveldisríki, og eisini hvussu avmarkað vit eru í heimastýrinum. Seinasta dømið um hetta er tað sum hevur verið sagt og skrivað í sambandi við hóttanirnar frá ES um handilstiltøk. Onkur hevur gjørt sær stóran ómak við at undir­ strika, at Danmark er part­ ur av ES (fyri ikki at siga, at Danmark er ES – ella ræður í ES), og onkur hevur hevjað seg upp til at siga eitt forhánisligt ”Bei bei Helle.” Eitt val ímillum fyrimunir og vansar Tað er einki at ivast í, at líka­ mikið hvørja skipan vit velja, so fáa vit bæði fyrimunir og vansar. At vera heimastýri hevur nakrar fyrimunir og nakrar vansar, og at vera fullveldisríki hevur eisini bæði fyrimunir og vansar. Spurningurin er bara, hvat gevur fleiri fyrimunir og hvat gevur færri vansar. Hevði tað verið so einfalt Um tað var so einfalt, at vit, við at skipa Føroyar sum fullveldisríki, bara fingu fyrimunir og sam­tíðis sluppu av við allar vans­ar­ nar, so hevði valið verið lætt. Men hvussu var tað nú tað gekk, tá føroyskir full­veldis­ politikarar seinast ætlaði at broyta ríkisrættarligu støð­ una? Samráddust í fýra umførum Tey fóru til Danmarkar at samráðast við donsku stjórn­ ina. Um hvat? Um tað bara handlaði um at sleppa av við vansar og at fáa fyrimunir, so skuldi ikki verið neyðugt við nøkrum samráðingum. So skuldu tey bara farið til Danmarkar og handað for­ sætismálaráðharranum eina uppsøgn. Men tað gjørdu tey ikki. Landsstýrið var ikki minni enn fýra ferðir til sam­ráðingar, eftir at hava fyrireikað seg í hálvt­annað ár. Á fjórðu samráðingar­ ferð­ini sleit landsstýrið sam­ ráðingarnar, tí tey kundu ikki ganga við til treytirnar – hesar treytirnar, sum bara skuldu geva okkum fyrimunir ístaðin fyri vansar. Ræddust neyvan fyrimunirnar Tað er eitt ella annað sum sigur mær, at vansarnir munnu hava verið størri og fleiri enn fyrimunirnir, tí ann­ars hevði eingin sett seg heilar fýra ferðir við eitt sam­ráðingarborð, og enn minni slitið samráðingarnar uttan at vera komin á mál. - Og hetta var eitt lands­stýri sum var skipa við tí høv­ uðsendamáli at gera Føroyar til fullveldisríki. So tað er í fínasta lagið, at fullveldisfólk royna at vísa á fyrimunir við fullveldinum og vansar við heimastýrinum. Og tað ger kanska heldur einki um tey vísa seg sum óskikkilig skúlabørn, sum siga við læraran ”takk fyri at tú fórt” - aftaná at hann er farin. Men høvdu tey veruliga trúð uppá hatta fullveldið, so høvdu tey nokk eisini gjørt nakað við tað, tá tey høvdu møguleikan. - Men tey valdi at lata verða! Tí eru Føroyar framvegis eitt heimastýri, við teimum fyrimunum og vansum, sum tað nú einaferð hevur við sær. Tí eru Føroyar eitt heimastýri Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Skálafjarðartunnilin – Samfelagið hevur ikki ráð at bíða Skálafjarðartunnilin er ikki so langt burtur. Gævi, at hetta er veruleikin. Tíverri kann veruleikin eisini fara at vísa seg at vera, at sjøtul ikki verður settur á um eitt stórt ár, sum ætlanin annars er, men at fyrsta skotið ikki verður at hoyra, fyrrenn um 5-10 ár ella kanska ongantíð! Vit halda, at tað er stórt spell, at málið um tunnilin aftur er um at enda í einari politiskari fløkju, har tað sýnist, at tað meiri ræður um politiskar fintur og at vinna hvørjum øðrum neisir enn um at fokusera upp á at fremja málið. Tað er so langt síðani, at cost benefit analysur vístu, at tað bíða stórar samfelagsligar inn­ tøk­ur í, at tunnilin verður gjørdur. Harvið er tað eisini so sjálvsagt, at tað kostar sam­felagnum nógv, at tunn­ ilin ikki verður gjørdur. Um talan skal vera um almenna loysn ella pri­vata loysn er ikki upp til okk­ um, sum vara av lokalu myndugleikunum kring fjørðin, at gera av. Ta upp­ gávuna eiga lands­politik­ ararnir. Men vit ynskja ætl­ anina framda nú – tí nú er nóg mikið bíðað. Nakað herfyri bjóðaði landsstýrismaðurin okkum á fund, har hann greiddi frá, at fyrireikingarnar nú eru komnar so mikið langt, at sáttmáli verður undir­skriv­ aður seinni í hesum mán­ aðinum, at tað so verð­ur arbeitt víðari við fyri­reik­ ingunum, og at tað verður farið undir at bora síðst í 2014 ella fyrst í 2015. Vit frøast um hesi tíð­ indini. Íløgan fer at bera við sær demografiskan, ment­ anar­ligan, sosialan og vinnu­ ligan dynamikk og harvið at gera Føroyar og føroyingar ríkari. Samstundis harmar tað okkum, at tað nú sær út til, at royndir enn eina ferð verða gjørdar at forpurra ætlanini. Sum umboð fyri komm­ unalu myndugleikar­nar kring Skálafjørðin loyva vit okkum hervið staðiliga at heita á allar góðar kreftir um at arbeiða fyri, at tað nú verður álvari, so Skála­ fjarðar­tunnilin ikki enn eina ferð bara verður prát. Samfelagið hevur ikki ráð til, at henda mest sam­felags­ gagnliga íløgan í føroyska samferðslukervið nakrantíð ikki verður veruleiki. Løgtingið skal nú taka støðu, og vit vóna og heita á tingið um at taka eina støðu, sum ber við sær, at arbeiðið ikki verður seinkað. Samfelagið hevur stutt sagt ikki ráð til, at tað verður bíðað og drálað meiri. Á jóansøku 2013 Nes kommuna Jóhannus Danielsen, borgarstjóri Runavíkar kommuna Magnus Rasmussen, borgarstjóri Sjóvar kommuna Arthur Johansen, borgarstjóri Eldramál Seinastu tíðina hevur eldra­ økið verið nógv frammi alment, og tíverri hevur tað ikki verið fyri tað góða. Ikki tí, tann politiski viljin hevur eftir øllum at døma ikki bilað. Hesi seinastu árini eru bygd fleiri prýðilig ellis- og røkt­ ar­heim kring landið. Tíðliga í ár handaði ein arbeiðsbólkur lands­stýris­ kvinnuni í almannamálum tilmæli um eldrapolitikk við heitinum: “Trivnaður, trygg­leiki og lívsgóðska. Eldrapolitikkurin tekur støði í ST-grundreglunum fyri eldri í heiminum, sam­tyktar av ST í 1991. Yvir­skipað snúgva grund­ reglurnar seg um sjálvræði, lut­tøku, um­sorgan, sjálvs­ menning og virðileika. Í februar í fjør hand­ aði ein annar arbeiðs­ bólk­ur Anniku Olsen, lands­stýriskvinnu, heildar­ ætl­an­ina “Gloymsk, men ikki gloymd”, ið er ein fram­ ferða­rætlan fyri demens í Før­oy­um. Sambært heimasíðuni hjá AMR er ætlanin at koma við einari serstakari eldra­ lóg, sum skal áseta, hvørji rættindi eldri borg­arar hava, og hvørjar skyld­ur avvarðandi myndug­leikar hava mótvegis borg­ar­un­ um. Alt gott um hetta, men tað manglar handling aftan fyri hesi væl úr hondum greiddu álit. Tað er í mínum eygum lítið sømiligt fyri okkara gomlu, ið hava hjálp fyri neyðini. Eitt úrslit av øllum hesum er, at fólk nú hava tikið seg saman og hava stovnað felagið Eldramálið við tí endamáli m.a. at kanna, um tørvur er á eini eldra­vernd. Út frá tí, vit hoyrdu avvarðandi o.o. greiða frá hetta kvøldið, felagið varð stovnað, so er avgjørt tørvur á henni Eg havi hug at spyrja, hvat vit skulu hava allar hesar føgru bústovnarnar til, tá ið vit ikki hava ráð at samsýna starvsfólki, so tey hava góðar arbeiðs­um­ støður og harvið megna at fylla gerandisdagin við innihaldi, fyri at lívskvøldið hjá teimum gomlu fær inni­ hald við meining í? Tað er eitt fátækt sam­ felag, ið ikki hevur ráð til at lata gomlum og óhjálpnum fólki ta tænastu, teimum tørvar. Um vit bara lata standa til ella koma við lappa­loysnum, er tað tað sama, sum at skumpa av­ bjóðingina/trupulleikan framman fyri okkum. Tað er tí av alstórum týðningi, at avvarðandi myndugleikar saman við fakfólki seta seg saman at loysa knútin. Kanska treingir eldra­ økið til eitt siðaskifti? Sigrún Mohr Borgarstjórarnir kring Skálafjørðin mæla staðiliga til, at Skálafjarðartunnilin nú verður veruleiki og ikki eina ferð enn dettur niður fyri orsaka av landspolitiskari ómegd Bíleggið kalendaran nú og sendið hann út í heimin Tel. 341800 Johanna Vang · johanna@sos.fo Ann Christiansen · ann@sos.fo 2014