Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Alfred og Jens Petur Egholm: Tvær sjóhetjur Tað eru nógvar frásagnir um vanlukkur á sjónum, sum hava kostað mannalív. Men tað eru eisini nógvar um framúr bjargingaravrik, summi meira kend enn onnur. Í hesi og komandi Miðviku verður greitt frá avrikum hjá brøðrunum Alfred og Jens Petur Egholm. Óli Jacobsen Ein kend og stór ætt í Havn eru eftirkomararnir hjá Onnu Sofíu f. Petersen, ættað úr Funningi og Johan Hendrik Egholm, ættaður Streymnesi, sum búsettust í Havn. Tey bæði áttu 11 børn, sum hvør í sínum lagi komu at gera vart við seg á ymiskum økjum. Tveir av syn­ unum og ein versonur gjørdust eis­ ini kendir skiparar. Teir vóru Alfred og Jens Petur Egholm og svágurin Sofus Højgaard úr Rituvík, sum gift­ ist við Helenu, sum var kend jarð­ ar­móður í Havn. Ein annar svágur, Petur Dahl, sum giftist við Nellu, kom eisini at hava ein týðandi leik­ lut í okkara fiskivinnusøgu. Syst­ irin Hertha, giftist við Effa Mohr, sum eisini sigldi stóran part av lívi­ num. Bjargingin av manningini á Langa­nesi Jens Petur Egholm var í 1935 skip­ari á Mignonette, sum bjargaði mann­ ingini á Langanes, tá ið skipið kom í havsneyð á Suðurlandinum. Føroya Social Demokratur hevði eina frásøgn frá hesi hending og verður tikið burtur úr henni. Tað var ódnarveður. Stormur og øgiligur sjógvur. Ein ótti var á øllum – sum tað ofta er fyri ófrættum, og tá ið harðveðrið, stormurin og hav­ ódnin versna í hvørjum og skaka hitt lítla farið, so tað darrar í hvørj­ um spreki. Tað var mánkvøldið 11. mars kl. 9-9½, at ólukkan hendi. Teir lógu vestur úr Vestmannaoyggjunum, ein­ar 35-40 fjórðingar úr landi. Trígg­ir menn vóru uppi á vakt, tveir í stýri­húsinum og ein stóð í kapp­an­ um har frammi. Knappliga kemur ein ovurstórur brotasjógvur. Teir síggja hann, var­ skógva hinar og leypa niður undir. Bestimaðurin varð tó hangandi hálvur í kappanum. Lufttrýstið var so sterkt, at hann slapp ikki niður undir. Alt í skipinum uttan sjálv maskin­ an breyt seg leyst og slongdist yvir í stýriborð. Kolið breyt seg upp ígjøg­num dúrkið í lugarinum og slongd­ist upp úr kolkjallaranum upp í koyggjurnar, fúkandi um oyr­uni á mannskapinum, ið saman við koyggjuklæðum og øðrum fór sama vegin. Summir av monnunum havn­aðu í kolkjallaranum, aðrir í stýri­borðs­koyggjunum. Tað vanda­ mikl­asta var saltið, ið alt fór yvir í sama borðið. Ræðusjón á dekkinum So skjótt manningin var komið aft­ur á føtur aftaná hetta herviliga kast­ið, lupu allir upp á dekkið. Tað var ein ræðusjón, ið teir har sóu: Aftur­mast­urin, fiskakassin, stúttur og svína­ryggurin í bakborð var brotið burtur. Bumm­urin hevði kvett lævant­ini. Skipið lá vatnrætt á liðuni og stórseglið var fult av sjógv. Saltið og alt leyst undir dekkinum var jú kastað yvir í læborð. Hetta sam­an við tí fulla stórseglinum gjørdi tað ómøguligt hjá skipinum at reisa seg. Teir hugsaðu, at skipið sakk beinan vegin. Men tá ið teir merktu, at tað varð flótandi, gav skip­arin boð at oysa. Men tað var ikki so lætt. Ódnarveðrið helt á við sama lag. Mannskapið hevði einki skjól, hevði einans lulúnning at krøkja seg fastan til. Pumpan var eis­ini blivin í óstandi og kundi ikki brúk­ast. Sjógvarnir blivu við at bróta inn yvir skipið, tó ikki so stórir, sum hin ræðuligi skaða­sjógv­ urin. Fyri at bjarga lívinum máttu talju­repini á stórmastrini í lu kapp­ ast. Hvør maður hevði nóg mikið við at halda sær. Tá ið masturin var farin fyri borð, reisti skipið seg eitt sindur á aftur. Roynt varð nú at sleppa niður undur aftur fyri at koma til at skumpa salt úr læborði aftur í luborð. Tað var tá nærum eitt undur, at tað fyrsta, teir komu framá, vóru nakrir spakar og nakrar spannir, sum annars eins væl kundu ligið undir saltinum. Bjargingarroysni Rópini um hjálp í neyðini vóru hjartaskerandi. Tað vóru teir, sum vóru á fyrsta túri. Tað var eisini eitt Guds undur, at ikki tveir av mann­ingini sjólótust við tað sama. Ein sjógvur kom líka aftaná, at teir vóru komnir upp á dekkið. Hann tók tveir menn við sær, annan út á stokkin og hin heilt fyri borð. Hin fyrri flotnaði inn aftur. Hin seinni kom aftur við loringini. Har stendur ein sunnbingur, ein sonn kempa. Hann sær mannin, og hóast hann hevur ilt við sjálvur at halda sær, sleppur hann aðrari hondini, rættir seg eftir manninum, fær í hann, og við eitt ómenniskjaligt tak syftir hann mannin inn aftur á dekkið. Henda bjargingargerð av sunnbinginum, Hjalmar Thomsen, var eitt roysni. Hjalmar fekk heiðursløn frá Carnegiegrunninum fyri sítt avrik. Pápi tann bjargaða drongin læt í takksemi Hjalmar   fáa eitt lamb hvørt heyst 14 tímar í bardaga móti havsins ódn Farið varð nú undir at oysa og skumpa salt. Sjógvurin stóð upp um motorin í maskinrúminum, upp undir “gallaríið” í kahúttini og upp um beinkirnar har frammi og væl upp um banjaran í lastini. Tað varð oyst í 14 samfullar tímar. Tá vóru vónir um at fáa motor­in í gongd, um hann var heil­ ur. Motorpassarin fór so niður undir at arbeiða uppá motorin. Og tað Tey hjá Onnu Sofíu og Johan Hendrik Egholm. Aftast f.v. eru: Jens Petur, Lena, Petur, Alfred og Hertha. Í miðjuni: Amalia, Johan Hendrik, Alfred, Anna Sofía, Ejvind og Malla. Fremst: Gunhild og Nella Langanes Mignonetta framdi eitt rættiligt bjargingarbragd