Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eydnaðist. Men veðrið var enn tað sama. Tað stóð í einum roki. Eing­in var kumpassin at stýra eftir. Men skiparin meinti, at ættin var tann sama. So varð lensað í hálvan ann­ an tíma eftir landi. Flestu høvdu ikki smakkað mat í 20 tímar. Tað ein­asta teir fingur fatur í, var ein kassi av mjólk. Mignonetta sum ein frelsandi eingil Tá vildi so væl til, at Mignonette, har Jens Peter Egholm var skipari, kom fram á Langanes. Teir blussaðu til hana og bóðu um bjarging. Mignonetta legði seg í luð av Langa­nes og setti bátin út við lín­ um á og tveimum pøsum at oysa við, bundnar undir bekkin. At seta menn í bátin var ov mikið hættisligt, og eisini vildu teir tikið pláss upp. Tað galt jú um at bjarga so nógvum monnum sum møguligt í senn. Báturin rak undan veðrinum niður á Langanes. Fimm menn lupu í hann. Hann dreiv undir luloring­ ina, men eingin skaði hendi, tíbetur. So hálaði manningin á Mignonette bát­in aftur til skipið. Soleiðis varð gjørt fýra ferðir í røkur. Til ta fjórðu ferðina vóru skiparin, motor­passarin og tríggir menn eftir á Langa­nes. Tríggir menn lupu í bátin. Tá teir á Mignonette hálaðu til, slitnaði endin. Teir tríggir menn­ inir settu føtur í bekk at rógva aft­ur til Langanes fyri at bjarga skip­ar­anum og motorpassaranum. Skip­ar­in var síðsti maður, ið leyp í bátin. Fýra settust nú at rógva og fimti at oysa. Báturin fekk tá ein so stór­an sjógv, at hann fyltist og var líka við at farast. Kom bert ein lítil sjógvur tá í løtuni aftrat, var úti við teim. Teir róðu fyri lívinum, og tað eydn­aðist at koma at borði í øllum góðum. Teir á Langanes komu at kalla nakn­ir í bátin, øll klæðini vóru mist. Hopleyst at sleipa Talað var eisini um at royna at sleipa Langanes við Mignonette. Men barometrið fall, og tað sá út til grimdarveður av nýggjum. Liggja um náttina yvir einum myrk­um vraki bar ikki til. Tað var ov hættis­ ligt. Seinri á degi kom Havgásin fram við vrakinum. Hon koyrdi flaggið upp eftir Mignonette, ið sigldi hana uppá “prai”. Teir á Havgásini spurdu, um manningin var bjargað. Tá ið svarað var ja, fór hon sína kós – heldur ikki hon hætti sær at fara í holt við vrakið, so sum veðurstandurin var. Og ódnarveðrið kom eisini, so Mignonetta noyddist at leggja bakk um náttina. Dagin eftir í lýsingini helmaði í, og varð farið aftur at sigla. Komið varð til Vestmanna­ oyggj­arnar kl. 4 s. p. hin 13 mars. Móttøkan var sera góð. Manningin á Langanes bað blað­ið um at bera eina hjartaliga tøkk til skiparin og manningina á Mignonette fyri teirra hjálp og óføra góða viðferð á allan hátt. Lagt varð afturat: “Teir verða seint gloymdir av okkum, sum teir eiga lívið í. Vit biðja tygum eisini skriva eina kvøðu og tøkk til teir frændir okkara, ís­lend­ ingar, ið tóku ímóti okkum á sann­ an frændahátt, so frálíka blíðir og hjálp­samir teir vóru”. Skipsdagbókin hjá Mignionette Jens Peter Egholm skrivaði í skips­ dagbókina um hesa hending og lýsir væl tað avrik, sum talan var um: Skibets sted Islands SV-Kyst Storm med Regntykning og høj Sø fra SSØ. Laa bak med Svikrebet. Sejl for Bagbord. Paa Fm. Vagten kl. 10 observeredes ret forude i en Afstand af ca. ¼ sømil. et Skib (Vrag) uden Master; men ved Klos Nærm­else ses dog at levende Menn­esker er ombord og Motoren er i Gang. Af de ca 6-8 Mand af Vraget, som befandt sig fra Dækket, blev der ustandseligt svinget med Olie­klæder m.m mod os. Vejret var stadigvæk orkanagtigt. Om at foretage (sig) et Redningsforsøg efter de Skibbrudne syntes at være haabløst ved første Øjekast. Men ved lidt Overvejelse blev der dog taget en Beslutning, som muligvis kunde lykkes at redde de ombord­ værende. Sigtbarheden var meget daarlig, saa Vraget var let at miste af Sigte i den oprørte Sø. Motoren blev startet og hver Mand kaldt fra Dæk Der blev manovreret saaledes, at vi kom at ligge i en passende Afstand i lu af Vraget, som viste sig at være T.G. 3 (Langanes). Redningsbaaden blev sat ud og Olie blev ustandselig udgydt paa Søen. Ved Hjælp af de bedste og længste Liner vi ejede ombord, blev Baaden firet agter med ingen Mand i, indtil den kom saa nær Vragets Luside, at de ombordværende fik fat og kunde springe i Baaden. Første Gang fik vi 5 Mand, hvilket var efter min Mening for faa; men de Skibbrudnes Mening om en slig Redning var ikke saa lovende under slige Omstændigheder. And­ en Gang fik vi 8 Mand; men tredje Gang kun 4, hvilket kunde for­aar­ sage, at de sidste 5 slet ikke blev reddet; for fjerde Gang da Baaden kom paa Siden af Vraget og kun 3 Mand var kommen i den brast vores Line og vi blev løs fra Baaden; men de sidste 2 fra Vraget kom dog alligevel i Baaden. Vi gjorde en Sej­ lads til læ af Vrag og Baad og fik saaledes for fjerde Gang de sidste af de Skibbrudne omb. Kl. var da bleven 2 om Eftermiddagen og Stormen var ikke bleven mindre. Vejret var blevet meget usigtbart (regntykt) og vi mistede Vraget af Syne. Kl. 4 Em sprang Vinden om og blev vestlig med svag Kuling og temmelig godt sigtbart Vejr men oprørt Sø. Der blev stimet i den Retning, som Vraget muligvis kunde være at se, hvis det ikke var gaaet til Bunds, men det saas ikke. Om Natten blev det stimet efter Vestmansøerne. Paa Fm-Vagten den 13. kom vi til Vestmansøerne og i Løbet af Dagen kom Motor(båd) fra Land og afhentede de Skibbrudne. Langanes varð seinni funnin  og fór aftur til fiskiskap. Jens Petur Egholm Jens Petur Egholm andaðist 13. september 1982. Í “Dimmalætting” 18. september 1982 skrivaði Eiden Müller m.a.: Tað tynnist – liðið av góðum, gomlum Havnarfólki. Í vikuni komu deyðsboðini av Jens Peter Egholm, fyrrverandi skip­ari, vanliga Dess nevndur. Hann var, nú hann doyði, farin um tey 80, men vinfólk og kenningar, ið høvdu hitt hann bert stutt herfyri í tún­in­um við hús, varnaðust ikki, at hann skuldi slókna so brádliga. Dess var runnin av góðari ætt, og systkini vóru mong í tali, ið ald vóru upp í barnaheiminum undir Glaðsheyggi – og væl varð uppalt, tað var Dess sjálvur dømi um. Sum so mangur annar havnar­ drongur tá í tíðini fór hann á ungum árum til skips, og manga baldruta ferð hevur hann havt undir Íslandi og í Grønlandi. Skiparaprógv tók hann eisini ungur, og dúgligur skipari royndist mong, mong ár við sluppunum úr Havn. Ein tann fyrsta, hann mundi føra, var Prinsessan – “Prin­ sesse Marie” – tá ein av minstu Havnarsluppum. Seinni kom hann at gerast skipari hjá svágrinum, Sofus Højgaard, Sofus í Rituvík, á “Mignonette”, og uppaftur seinni var hann skipari hjá Petur Dahl, sála, ið m.a. átti “Torrasól”, “Vársól” og “Guðrun Zoga” Álitismaður var Dess Egholm alla sína tíð og ein vala borgari í heim­býi sínum. Komandi partur Í komandi parti verður m.a. greitt frá bjargingaavrikinum hjá Alfred Egholm í 1932. Hjalmar Thomsen framdi eitt satt bragd Frida og Jens Petur Børnini hjá Jens Petur: Elias, Johan Hendrik og Margith Miðvikan