Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Serliga tvey undirskot í Før­oy­um, hava stol­ið yvir­ skriftirnar í sein­ast­uni. Hesi eru fíggjarliga undirskotið hjá landskassanum og undir­ skotið av konufólkum. Sein­ astu tíðina, er tískil nógv orka og nógvur peningur nýttur fyri at finna út av, hvussu hesi bæði undirskotini kunnu lækkast og helst broytast til yvirskot. Nógvar av avgerðunum, ið eru tiknar í hesum sambandi, hava verið skeivar og hava stimbrað undirskotunum held­ur enn at hava tálm­að. Eitt gott dømi er lækk­aða játtanin innan eldraøkið, sum førdi við sær lækk­andi arbeiðstíðir hjá starvs­fólk­ unum á økinum. Sum vera mann, er eldraøkið í sera stór­an mun eitt øki, har konu­fólk starvast, tí tað hevur verið siður, at serliga konufólk hevur nomið sær útbúgving innan heilsurøkt. Lækkaða arbeiðstíðin hjá starvsfólkunum innan eldr­ a­økið merkir, at inntøku­ grundarlagið varð skert og tað var serliga konufólk, ið vóru rakt av hesum. Føroyar er, sum vit vita, helst eitt av kostnaðar­mikl­ astu samfeløgum í heim­ inum, at liva í. Lága lønin, ið starvsfólk í eldra­øki­num vinna, er skorin enn meira, og vandin er nú, at hetta beinleiðis rakar til­veru­ grundarlagið hjá starvs­ fólk­unum - konu­fólkunum. Hvat hendir so? Hetta fær í øllum førum ikki konufólk at flyta til landið. Heldur hinvegin kann hetta elva til, at undirskotið av konufólkið økist, tí hetta kann noyða konufólkið, ið verður rakt av niðurskurðinum, at flyta av landinum. Er talan um stakar uppihaldarar, er hetta steinur omaná byrðu og trupult verður at bøta um skaðan, ið longu er hendur. Fyri tey, sum av onkrari orsøk ikki kunnu flyta av landinum merkir lønar­ niður­skurðurin, at hesi eisini vera verri fyri í framtíðini. Eftirlønin verður merkt av hesum og um hesi gerast so óheppin at missa arbeiðið, hevur hetta eisini ávirkan á møguligt útgjald frá ALS. Umstøðurnar hjá konufólki at liva og virka í Føroyum, eru við hesum munandi vers­ n­aðar. Hitt undirskotið, sum varð nevnt í byrjanini - tað hjá landskassanum - kann eisini verða rakt av hesi "spar­ ing". Støðast konufólk ikki í Føroyum, lækkar burðar­ títtleikin eisini. Tá burða­r­ títtleikin lækkar, verða vit færri at framleiða, soleiðis at inntøkurnar hjá landinum verða lagdar undir trýst. Tískil hevur hetta neilig árin á tjóðarbúskapin eisini. Eini greið boð til tey, ið hava tikið avgerð um at lækka játtanina til eldraøkið er tískil: Hugsið tykkum um áðrenn tit tálma samfelagið á hendan hátt. Hugsið um avleiðingarnar, ið kunnu gerast nógv álvarsamari enn óttast kann fyri. Úr­ slitið kann lættliga verða, at bæði undirkotið hjá lands­ kassanum og undir­skotið av konufólkum økist. Við tí sum er hent innan eldraøkið, hevur landsins leiðsla mótarbeitt sínum egnu ætlanum um at fáa konu­fólk at støðast, og at fáa fleiri konufólk til landið. Hetta er ikki skilagóður poli­ tikkur. Landsins leiðsla mótarbeiðir egnum ætlanum Vegna Felagið Føroyskir Sjúkra­røktarfrøðingar Óluva í Gong, forkvinna Politikkur er løgin. Egna verður við at politikkarin skal veljast fyri landsins besta. Tí at hann vil raðfesta rætt, og hevur nøkur hjartamál. Men hamskifti sæst beinavegin. Tað, sum varð lovað av t.d. bleytum virðum, verður skift út við okkurt, sum eingin hevur biðið um ella leggur nakað serligt í. Eldraøkið er greitt dømi um hetta. Lovað er í fleiri umførum at nú skulu tey bleytu virðini uppraðfestast, men gakk, okkurt sum ein ikki bað um, er í staðin hent. Sjálvt tá neyðin er allar størst, megnar Løgtingi ikki at finna neyðuga peningin, so at tey neyðstøddu og gomlu, mugu finna seg í at bíða enn longur eftir hjálp. Men tunlar og vegir, teir vinna altíð frama. Hvat er tað sum ger tað, hví eru teir so týðningarmiklir, at teir mugu uppraðfestast fram um tey gomlu, ungu, sjúku, støku foreldrini og so framvegis? Tey sum brúka mestan heilivág hava fingið eyka­ rokn­ing, láglønt fáa fram­ vegis ongan veruligan lætta, tey ungu mugu framvegis velja lívsleiðina framum heim­landi. Meðan tunlar fyri ørandi upphæddir vera játt­ aðir. Til 350 fólk í Viðar­eiði ístaðin fyri 700 í Hvalba og Sandvík. “Eg ein stóran og tú ongan” tykist til at vera niðurlagið. Tey fólkavaldu sita í 4 ár, og handla hareftur. Stuttsiktað. Líka mikið um fólkaminking er prógvaður veruleiki, líka mikið um teimum gomlu tørva hjálp, líka mikið um al­ menn starvsfólk verða skýrd inneffektiv, og mugu renna skjótari. Við harraboðum frá óvitandi landsstýrisfólki og Løgtingi. Verð ikki so negativur! Onkur hevur skýrt meg at vera so negativan, og biðið meg heldur fokuserað uppá tað positiva. Gudarnir skulu vita at eg royni, men landsins valdu oyðileggja tað ferð eftir ferð. Heildarætlanin um fólka­minking/fráflyting var eitt satt ljóspunt, um at gongdin í Føroyum kann lættliga vendast. Men varð niðurskotin við kravinum um yvirskot á fíggjarlógini. Sjálvt um uppskotið skal síggjast sum ein heildarloysn, velur landstýrið at plukka burturúr, og bert brúka tað sum hóskar til avmarkaðu hugsan hjá landsstýrinum. Men at halda áfram við at úbyggja samferðslukervið á 60. árið er eingin trupulleiki. Okkara dýru óáhugaverdu bilar fara opinbart framvegis at hava frammihjárætt, fram um tey gomlu, sum bygdu land, og tey ungu, sum skulu bera víðari landið. So, er tað bara eg, sum havi hug at spreingja allar vegir og tunlar í Føroyum fyri at politikkarnir skulu vakna og raðfesta, sum teir lovaðu? Og so fingu teir aftur harðan Teitur Vágadal sjúkrarøktar­frøðislesandi RBR flísaR, lock-Block 15x30x17,5 cm. 3995 pr stk. gráir 4995 pr stk. koksgráir RBR flísar, Hjertingstein 21x14x5,5 cm. RBR flísaR, HeRRegåRd 21x14x5,5 cm. 17995 pr m2 gráir 18995 pr m2 gráir blandaðir 15995 pr m2 gráir 16995 pr m2 gráir blandaðir borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo ALSKYNS ÚTIFLÍSAR eblaðið sos.fo