hósdagur 27. juni 2013síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kappróður upptakt
ítróttur
Á Tvøroyri hava
tey bíðað í 32 ár
Í morgin verður nýggj roynd gjørd hjá Suðuroyingi at vinna tað, sum tað ikki
hevur eydnast at fáa bilbukt við á Trongisvágsfirði síðani í 1981
Jóannes Hansen
Triði FM kappróðurin verður
í morgin. Hann verður á
jóansøku, sum hesa ferð er á
Tvøroyri. Kappróðurin verð
ur úr Trongisvági og út eftir
fjørðinum, og serkøn siga,
at talan er um eitt tað besta
kappróðrarøkið í Føroyum.
Endamálið verður umleið
á sama stað, sum tað hevur
verið, tá ið tað hevur verið
kappast inneftir fjørðinum.
Størsti kappróðrarspenn
ingurin í Suðuroy snýr seg
um, um tað man fara at eydn
aðist felagsskútuni hjá allari
oynni, Suðuroyingi, at vinna.
Tað skal leitast langt aftur
fyri at finna 10-mannafar við
manning av Tvøroyri, sum
hevur vunnið kappingina
millum
10-manaførini,
tá
ið jóansøkan hevur verið á
Tvøroyri.
Í fínu róðrarhagtølunum
á heimasíðuni hjá Havnar
Róðrarfelag, drekin.fo, sæst,
at tað eru 32 ár síðani, at
Tvørabáturin vann á Tvør
oyri. Tað var í 1981, og næst
síðsti sigurin í heimasjógvi
var í 1975, tá ið gamli Suðring
urin sigraði.
Um tað skal eydnast hesa
ferð, so skal stórur setningur
greiðast
hjá
suðuroying
unum. Á Skála var tað tætt
og spennandi fyrstu stóru
løtuna, men so við og við
misti Suðuroyingur takið
á sannførandi klaksvíking
unum. Suðuroyingar vístu
vilja at fáa oddafiskin aftur,
og tað dróg eina løtu saman,
men í endaspurtinum var
einki at rafla um.
Í fjør basti Suðuroyingur
Klaksvíkingi
á
jóansøku,
sum tá var í Vági. Ta ferðina
varð kappast á 1000 metrum.
Suðuroyingur sprakk avstað,
og hann megnaði at halda
tørn allan tann stutta teinin.
Hesa ferð er teinurin tvífalt
so langur, men tað er einki
at ivast í, at heilivágurin er
mest sum tann sami. Skal
tað eydnast Suðuroyingi at
vinna á Havnarbátinum og
Klaksvíkingi, so er treytin
tann, at starturin verður
góður.
At tað ber til at vinna
vístu
suðuroyingarnir
á
norðoyastevnu, tá ið teir
bastu Klaksvíkingi, sum tá
róði í heimasjógvi.
joannes@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen