Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur effodeildin upptakt Tveir nýggir mál­ verjar í Fuglafirði Stevnuhýrurin stendur upp á spæl Felags fyri ÍF og KÍ er, at tað verður annar maður í málinum í kvøld, enn tað var fyri viku síðani Meðan tað hjá TB nú bara ræður um avbjóðingina ímóti EB/Streymi, so skulu mótstøðumenninir ansa sær, at teir ikki hava ferðingina suður til Andorra og altjóða uppgávuna týskvøldið við sær inn á vøllin við Stórá Jóannes Hansen Seks tær seinastu ferðirnar eru klaksvíkingar farnir av vøll­inum uttan at hava vunn­ ið fulla úrtøku. Níggju tær seinastu ferðirnar er ÍF farið av vøllinum við úrtøku. Hóast tað í seks av hesum førunum er endað við javnleiki, so eru fuglfirðingar fremstu av­bjóð­ ararnir hjá HB, og eftir fyrsta heimasigurin nakrantíð ímóti Víkingi, legði Albert Ellefsen ikki frítt av trýsti á sínar menn: – Nú fara vit eftir HB og oddasessinum, og harvið er gullið málið hjá okkum, segði ÍF venjarin. Tað var ein av minnis­ ríkastu dystunum yvirhøvur í ár, tá ið KÍ 21. apríl var í Fuglafirði. Eftir 3-0 KÍ leiðslu svaraði heimaliðið dyggiliga aftur. Clayton Soares skoraði tvær ferðir og Øssur Dalbúð eina ferð. Tað er greitt, at ÍF mál­verj­ in, Jákup Mikkelsen og Poul N. Mikkelsen, sum var miðverji ímóti Víkingi, ikki verða við í kvøld. Bartal Eliasen, sum var leikbannaður síðst, er við aftur í miðverjuni, og Hallgrímur G. Hansen verður málverji. Høgni Madsen hevur ikki vant í vikuni. Tað er ivasamt, um hann verður við í kvøld. Eyðun Klakstein og hans­ ara menn royna at vaska vón­ brotið í Streymnesi burtur: – Vit taka góðu gongdina fyrsta lítla tíman ímóti EB/ Streymi við okkum, og hóast tað er langt síðani, at KÍ vann, so síggja vit møguleikar í dystinum í Fuglafirði, sigur Eyðun Klakstein. Meinhard Joensen er leik­ bannaður, og Gunnar á Steig verður málverji. Jógvan Isak­ sen er framvegis skaddur. John Hammer verður aftur í mið­verjuni. Í Streymnesi fóru bæði Gunnar Christiansen og Álvur F. Christiansen skadd­ ir av vøllinum. Teir eru báðir tøkir aftur. ÍF - KÍ Dagfinn Forná í kvøld kl. 19.00 Myndir: Norðlýsið Felags fyri AB og NSÍ, sum í kvøld hittast á Argjum, er, at liðini í vikuni hava styrkt um verjupartin Nógv nýtt fólk á Argjum Jóannes Hansen Á Argjum minnast tey væl, hvussu tað gekk, tá ið NSÍ 19. apríl vitjaði. Ta ferð­ina skoraði Klæmint A. Olsen NSÍ sigursmálið til 3-2 við síðsta spark­inum í dystinum. Tað var góð staðfesting av, at margi­ nal­irnir tá ikki vóru við argja­monnum. Soleiðis var tað leingi, men nú er tað koppað á. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hev­ur AB vunnið stig, og síðsta sunnudag bar heima­sig­ urin á TB við sær, at AB flutti av aftasta pláss­ inum. AB venjarin Sámal Erik Hentze hevur aftur og aftur sagt, at hann heldur liðið vera nóg gott at spæla í bestu deildini. Nú eru fyritreytirnar uppaftur betri. Kári Nielsen, sum er fluttur úr HB og út á Argir, er nýggjur á miðvøllinum, og Dmitrije Jankovic er nýggjur í miðverjuni. Í kvøld er vongverjin í høgru, Leivur Holm Joen­ sen, leikbannaður. Ferðin á Argir verður tann síðsta hjá NSÍ við Abrahami Løkin við róðr­ ið. Hann gevst at vera venj­ari í kvøld. Løkin navn­ið hvørvur tó ikki úr felag­num. Karl Løkin, sum var við fyrsta partin av kapp­ingar­árinum, áðrenn hann fór til Íslands at royna seg, er aftur í Runa­ vík, og hann verður á verju­kendum miðvallar­ plássi í kvøld. Jann Martin Mortensen var ikki við ímóti B36 í Gundadali síðsta leygardag. Hann er tøk­ur aftur. AB - NSÍ Ransin N. Djurhuus í kvøld kl. 19.30 Jóannes Hansen Tað er jóansøka á Tvøroyri í vikuskiftinum. Ultimativi heima­hýrurin verður tað, um tað seinnapartin í morgin eydn­ast 10-mannafarinum Suður­oyingi at vinna á havnar­monnum og klaks­ víking­um, og um tað longu í kvøld eydnast TB at basa EB/ Streymi við Stórá í Trongis­ vági. Gestirnir fara suður á mid­ degi. Teir hava trongan plan, tí longu sunnumorgunin tíðliga skulu teir av landinum við kós suður til Andorra, har tað týskvøldið bíðar teimum altjóða avbjóðing og stríð um milliónir av krónum. Ferða­ ætlanin sigur, at teir sleppa ikki norður aftur fyrrenn í morgin, men nú er soleiðis skipað fyri, at teir sleppa til hús at sova í kvøld. Eftir at tað leingi var soltið, so hevur tað seinastu vikur­nar gingið sum eftir ánni. Hjá Rúna Nolsøe, Mein­hardti Dalbúð og teirra monn­um. At moralurin er í toppi sást sunnudagin, tá ið tað eydnaðist at basa Í, hóast klaksvíkingar í tveimum um­førum vóru tvey mál framman­fyri. Tað var smeitur, at mið­ vallarstríðsmaðurin Pætur Dam Jacobsen varð víst­ur av vøllinum. Hann er leikbann­ aður í kvøld. Arnar Dam, sum hevur verið stinnur á verju­ kenda miðvøllinum, er tøkur aftur eftir leikbann ímóti KÍ. Arnbjørn Hansen gjørdi stór­an mun, tá ið hann sunnu­dagin varð settur á vøll­in tíðliga í 2. hálvleiki. Hann verður neyvan millum teir fyrstu ellivu í kvøld, men hann er góður trumfur at hava á beinkinum. Verju­spæl­ arin Dánjal Davidsen er aftur í EB/Streymi, eftir at hann hevur verið burturstaddur síð­ani eina ferð í fjør. TB hyggur uppeftir, og tvøramenn leingjast eftir, at tað skal eydnast at vinna fyrst eina ferð og so fleiri ferðir á rað. Manningarligu fyritreytirnar eru góðar. Poul Ingason hevur verið darvaður av smáskaðum, men hann og allir hinir eru tøkir undan stevnudystinum. Higartil í ár hevur einki lið megnað at farið úr Trongisvági við fullari úr­ tøku. Trupulleikin hjá TB hev­ur verið, at tað ofta er end­að við javnleiki. Tað var vón­brot síðsta sunnudag, at tað ikki eydnaðist at vinna stig á Argjum. Størri vónbrot var tað, at avrikið var lakari, enn tað annars hevur verið. Hans Fróði Hansen vil hava sínar menn á jóansøku at vísa, hvat veruliga býr í teim­um. Um teir megna tað, so verður heilt víst talan um sann­an stevnudyst! joannes@sosialurin.fo TB - EB/Streymur Eiler Rasmssen í kvøld klokkan 20.30