Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur effodeildin upptakt ítróttur Endiliga eru allir víkingarnir tøkir HB venjarin roknar við stórari avbjóðing í Gøtu, men hann sær avgjørt møguleikar fyri, at hansara lið skal vinna 15 28-06-2013 AB - NSÍ 15 28-06-2013 Víkingur - HB 15 28-06-2013 kl. 20:30 TB - EB/Str. 15 28-06-2013 kl. 17:30 B36 - 07V 15 28-06-2013 ÍF - KÍ 15. umfar Effo-deildin: Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 14 9 4 1 32 12 +20 31 2 ÍF 14 6 6 2 27 22 +5 24 3 EB/Streymur 14 6 4 4 28 18 +10 22 4 B36 14 4 8 2 23 16 +7 20 5 NSÍ 14 5 5 4 20 20 0 20 6 KÍ 14 4 7 3 29 24 +5 19 7 TB 14 3 7 4 13 18 -5 16 8 Víkingur 14 4 4 6 15 23 -8 16 9 AB 14 2 3 9 14 31 -17 9 10 07 Vestur 14 1 4 9 14 31 -17 7 Jóannes Hansen HB hevur beina kós ímóti FM heitinum. Tríggjar tær sein­astu ferðirnar hevur tað ver­ið striltið, men tað hevur ikki kostað í stríðnum um odda­sessin: – Spælararnir hava verið móðir eftir uppgávurnar á landsliðnum. Serliga sinni­ liga møðin hevur kenst, og tað hevur kostað í avrik­ unum. Hóast vit taptu í Streym­nesi, spældu javnt ímóti ÍF og fingu góða mót­ støðu í Sørvági, so komu vit væl burturúr tí. Eisini tí hini liðini so ofta spæla javnt. Eg havi sæð nógvar dystir, og tað tykist sum um, at tað í flestu førum verður lagdur størri dentur á ikki at tapa enn at vinna, heldur HB venjarin Oddbjørn Joensen. Hann hevur allar spæl­ ararnar tøkar undan túrinum norður í Sarpugerði í kvøld: – HB hevur ofta havt trupul­leikar í Gøtu, og so­ vorðið vísir seg at telja. Um vit vísa rætta hugburðin, so ivist eg ikki í, at tað ber okk­um til at vinna, men tað verður torført, eisini tí tað er so stórt trýst á mótstøðu­ liðnum, ið ikki hevur vunnið í so langa tíð. Víkingur hevur verið illa plágað av skaðum alt hetta kappingarárið, men nú sær betri út: – Hetta er fyrsta ferðin í ár, at allir spælararnir eru tøkir. Tað fegnast vit um, nú væl upplagda toppliðið kem­ ur á vitjan. Hetta er gott høvi at venda gongdini. Tað er ikki ómøguligt, men tað er stór avbjóðing, sigur Víkinga venj­ arin Jógvan Martin Olsen. Seinastu ferðirnar hev­ur tað serliga verið á mið­vøll­ inum, at saknur hevur ver­ ið í lyklaspælarum. Hans Jørgen Djurhuus, sum var leik­bannaður í Fuglafirði, og Jann Ingi Petersen og André Olsen, sum hava verið skadd­ ir fleiri tær seinastu ferðir­ nar, eru við aftur. Tá ið Víkingur fór í Gunda­dal 21. apríl, var tað við trimum feskum sigr­um í viðførinum. HB vann 3-0, og síðani hevur Víkingur ongantíð vunnið í lands­ kapp­ingini. Víkingur - HB Alex Troleis í kvøld kl. 19.00 Myndir: Álvur Haraldsen Jóannes Hansen Eftir at tað leingi kendist striltið, so hevur tað sein­ astu vikurnar verið huga­ ligari hjá teimum í B36. Heimasigurin ímóti NSÍ bar leygardagin árstals­ felagið fram á bronsu­ pláss­ið. Tað mistu teir aftur sunnudagin, men støð­an er framvegis góð, og ikki minst hugaligt er tað, at fleiri av teimum, sum hava átt lyklaleiklutir, eru ungir menn, ið eru upp­vaksnir í felagnum. Hørður Askham er trygg­ur miðverji, Robert Heðin Brockie hevur víst seg at vera góður av­loys­ ari á miðvøllinum, nú Súni Olsen er skaddur, og bæði Rasmus Dan Sørensen og Benjamin Heinesen, sum ímóti NSÍ skoraði fyri fyrstu ferð í bestu deildini, hava víst, at tað kann rokn­ast við teimum. Í kvøld fær B36 vitjan av 07Vestur, og tá fer Martin Pedersen at um­ boða B36 fyri síðstu ferð. Hjá vágaliðnum hevur tað leingi verið soltið, og nú er 07Vestur niðast á støðu­talvuni. Ímóti HB var avrikið síðsta tíman á góð­ari leið, og tað verður við støði í tí avrikinum, at Piotr Krakowski og hans­ ara menn í kvøld koma í Gundadal. Fyrr í ár eydn­ að­ist tað 07Vestur at megna málleysan javnleik í Gunda­dali ímóti HB. B36 - 07 Vestur Petur Reinert í kvøld kl. 17.30 Seinastu ferðirnar hava fleiri av ungu monnunum, sum eru uppvaksnir í árstalsfelagnum átt týdningarmiklan leiklut, tá B36 hevur togað seg fram ímóti bronsuplássinum Ungu menninir í B36 hava fótað sær