hósdagur 27. juni 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 73 · 28. juni 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Hetta er eitt heilt serligt arbeiðspláss,
og eg hitti fleiri av teimum kendastu
stjørnunum, ímeðan eg arbeiði. Men
tað venur mann seg skjótt við. Soleiðis
sigur Bjarni Mortensen, sum arbeiðir á
einum av teimum flottastu og dýrastu
hotellunum í danska ríkinum. Umframt
kokkur er hann eisini souschefur á tí
kenda Hotel d´Angleterre, sum liggur
á Kongens Nytorv og hevur fimm
stjørnur.
– Tað at hotellið er fimmstjørnað og
kent fyri mat og tænastu á høgum støði
hevur stóra ávirkan á mín arbeiðsdag.
Gestirnir fáa bara tað besta av tí besta,
og einki má ganga galið. Tað er partur
av míni uppgávu sum souschefur at
syrgja fyri, at vit levera bestu kunda
tænastuna í Keypmannahavn, sigur
Bjarni Mortensen.
D'Angleterre av tilvild
Bjarni Mortensen, sum er av Norðasta
Horni í Havn, arbeiðir dagliga á vakra
og eyðkenda hotellinum á Kongens
Nytorv. Tað var tó rættliga tilvildarligt,
at hann av fyrstantíð kom á Hotel
d´Angleterre.
– Eg vildi hava eina útbúgving sum
matstovukokkur, og tí var eg í Aalborg
á einum grundskeiði í hálvt ár. Tá eg
skuldi finna mær lærupláss, fór eg í
ein dag til Keypmannahavnar. Eg var
á Radisson SAS og spurdi um lærupláss,
og á veg aftur á Hovedbanagarðin
hugsaði eg, at eftirsum eg var í Keyp
mannahavn, kundi eg tað sama fara
inn á Hotel d´Angleterre og spyrja, um
tey høvdu eitt lærupláss til mín, greiðir
Bjarni Mortensen frá. Hann var heppin
og fekk at vita, at hann kundi byrja sum
lærlingur alt fyri eitt.
Tey fýra árini, Bjarni Mortensen var
í læru á einum av tí besta hotellinum í
Danmark, vóru ein spennandi tíð fyri
Bjarna Mortensen. Og avbjóðingarnar
vóru ikki so fáar.
– Har var nógv at læra fyri ein
lítlan mann úr Føroyum, heldur Bjarni
Mortensen skemtiliga fyri og sigur
víðari:
– Líka mikið hvat, so var bara eitt
svar góðtikið av leiðaranum í køkinum,
og tað var »ja takk«. Um tú svaraði
okkurt annað, so bleiv rópt og brølað
í høvdið á tær. Tónin var harður, men
samstundis erligur og konstruktivur. Alt
tað vandi eg meg skjótt við og lærdi, at
eg ikki skuldi taka tað persónligt, sigur
Bjarni Mortensen.
Sum kokkur skalt tú millum annað
vera nærlagdur og árvakin. Tað lærdi
Bjarni Mortensen, tá hann hevði eina
heilt serliga uppliving í lærutíðini.
– Einaferð gav eg einum manni,
sum ikki toldi egg, ein burgara við
majonesu í. Tað, sum eg ikki visti, var,
at egg eisini er í majonesu. Maðurin át
eitt sindur, áðrenn hann bleiv varugur
við majonesuna. Hann tók so tablettir
alt fyri eitt og eg fekk at vita, at ein
sjúkrabilur stóð standby, tí tað kundi
blíva heilt álvarsamt. Har hendi so
einki, men tá bleiv eg bangin og ikki
sørt kløkkur.
Altíð høgt støði
Tá lærutíðin var liðug í 2009, fekk
Bjarni Mortensen fast starv sum kokk
ur og bleiv seinni eisini souchefur á
Hotel d´Angleterre. Sum kokkur og
souschefur ger hann mat til gestir á
hotellinum og eisini starvsfólkini, sum
eru umleið 80 í tali. Harafturat hevur
hann tveir kokkar og tveir lærlingar
undir sær og skal syrgja fyri innkeypi
av mati til hotellið. Arbeiðsdagurin
byrjar klokkan 05.30 og endar um
15-tíðina.
– Eg avgeri fyri so vítt sjálvur,
hvussu eg arbeiði og kann laga arbeiðs
tíðirnar eftir, hvussu nógvir gestir eru
á hotellinum, sigur Bjarni Mortensen,
sum vísir á, at arbeiðið er rættiliga av
bjóðandi og krevur nógv av honum, tá
hann er til arbeiðis.
– Størsta avbjóðingin er, at eg havi
ábyrgdina av, at vit altíð halda tað
høga støðið, sum hotellið er kent fyri.
Tí skal eg eisini halda vakið eyga við
fólkunum, sum arbeiða undir mær, og
stóla uppá, at tey gera arbeiðið líka gott,
sum ein sjálvur hevði gjørt, fortelur
Bjarni Mortensen.
At hotellið er fimmstjørnað og verð
ur nógv vitjað av vælhavandi vinnu
lívsfólkum og øðrum, sum ikki mangla
pengar, sæst aftur í eitt nú matinum,
sum Bjarni Mortensen stendur fyri.
– Til dømis hava vit eina a la carte
matarskrá, har bara eggjarættir eru á.
At byrja við spurdi eg meg sjávan, hvør
í verðini etur til dømis speilegg við foi
Ger mat til
stjørnurnar
– Tað er ikki óvanligt, at eg má berja meg ígjøgnum fjepparaskarar,
fotografar og journalistar, tá eg skal til arbeiðis, sigur 32 ára gamli
Bjarni Mortensen, sum er kokkur og leiðari á Hotel d'Angleterre
í Keypmannahavn. Hann syrgir fyri, at stórar stjørnur fáa bestu
tænastuna, og tað kann eisini merkja at eftirlíka sermerktar umbønir