Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 73 · 28. juni 2013 5 VIKUSKIFTI gras til morgunmat, men eg kann bara ásanna, at tað gera fleiri av teimum, sum koma her, sigur Bjarni Mortensen og hevur hug at flenna. Morgunmatur við stjørnunum Tá Bjarni Mortensen er til arbeiðis, er ikki óvanligt, at hann hittir kend fólk innan vinnulív, sjónleikarar, sangarar og onnur kend. – Tey eru her í heilum. Eg havi nokkso nógv við roomservice at gera, so eg fái ofta løgnar listar við ymsum mati og øðrum, sum tey vilja hava upp á kamarið. Og ja, eg skal so vítt møgu­ligt uppfylla tey krøvini, tey nú eina­ferð kunnu hava, fortelur Bjarni Mortensen og vísir á eitt dømi, tá Bruce Springsteen og fylgi herfyri búðu á hotell­inum. – Hvønn morgun skuldi ein hálvur litur av blandaðum berum niðan á tað eina kamarið. Eisini bleiv biðið um ávís sløg av appilsinum, ein blendara og ein mikroovn. Tí mátti eg so syrgja fyri, fortelur Bjarni Mortensen og sigur, at tey kendu fólkini ofta leggja dent á, at alt er vistfrøðiligt og fyrsta floks vørur. – Tað skal bara ikki vera vanligt, sigur Bjarni Mortensen. Javnan fær hann møguleika at hitta stjørnurnar, tá tær koma í morgun­ matar­hølini. – So seint sum í seinastu viku sótu Yoko Ono og sonurin og ótu morgun­ mat her. Annars eru tað ikki øll av hes­ um kendu, sum tíma at koma oman til morgunmatin, men sita bara í staðin á kamarinum, har tey fáa alt ser­verað, greiðir Bjarni Mortensen frá. Hesa tíðina, hann hevur starvast á Hotel d´Angleterre hevur hann mill­um ann­ að hitt Roger Moore, Uma Thurman, Caroline Flemming og nógv nógv onnur. – Tað er avmarkað, hvat tú kanst práta við tey um, tá tey koma til morgun­matin, men vanliga sigi eg einki, uttan so at tey sjálv taka stig til at práta. Sum oftast spyrja tey okkurt um hotellið ella matin, og so verður prátað eitt sindur út frá tí. Millum journalistar og fjepparar Tað kemur ofta fyri, at ein riðil av fólki stendur uttanfyri dyrnar á kenda hotell­ inum, har Bjarni Mortensen hevur sína dagligu gongd. – Tá onkur kendur persónur býr hjá okkum, kann rættiliga fitt av fólki standa uttan fyri við vónini um, at tey sleppa at heilsa upp á sína fyrimynd. Onkun­tíð havi eg verið noyddur at troðka meg framat fyri at sleppa inn til ar­beiðis, greiðir Bjarni Mortensen frá. Eisini fjølmiðlafólk eru íðin at fáa myndir og viðmerkingar frá altjóða stjørn­um, sum vitja á hotellinum. – Eg má siga sum er, at eg skilji tað ikki ordiliga. Fyri meg eru tey bara púra vanlig fólk júst sum tú og eg. Eg gerist ofta bilsin av øllum rokinum, sum kann vera uttanfyri høvuðsinngongdina, tá onkur stjørna býr her. Ofta gera tey kendu lítlan hóvasták burtur úr, men tað eru fjeppararnir og fjølmiðlarnir, sum blása alt upp og halda gang uttan­ fyri, sigur Bjarni Mortensen. Nógv verður gjørt burtur úr trygdini á Hotel d´Angleterre í sambandi við for­seta­vitjanir, ella tá onkur kongalig búgva á hotelinum. – Onkuntíð eru nógvir lívverjar á hotellinum, og tá verða øll – eisini vit starvs­fólk- kannað, bæði tá vit koma til arbeiðis, og tá vit fara avstað aftur. Í slík­um førum eru journalistarnir ofta svangir eftir viðmerkingum ella upp­ lýs­ingum, at teir kunnu finna upp á at spyrja meg um eitthvørt, tá eg komi og fari frá hotellinum, sigur Bjarni Mortensen og ristir við høvdinum. Droymir um Føroyar Bjarni Mortensen hevur nú í nøkur ár búð í Danmark, og hann trívist væl á Hotel d´Angleterre. – Tað er eitt gott arbeiðspláss. Eg eri har ikki, tí at tað er Hotel d´Angleterre, men av tí at mær dámar tað arbeiðið, sum eg geri har. Harafturat eru arbeiðs­ tíðirnar soleiðis, at eg kann brúka tí saman við familjuni, so tað passar mær sum heild væl at vera á hotellinum júst nú, sigur Bjarni Mortensen, sum tó ikki hevur slept Føroyum heilt, hóast tey í løtuni ikki hava ítøkiligar ætlanir um at flyta til Føroya. – Eg havi ein dreym um at gera okkurt innan mat til bæði matstovuídnaðin og vanliga føroyingin. Her hugsi eg um at dyrka grønmeti og rótfruktir av ymsum slagi, fortelur Bjarni Mortensen og leggur afturat: – Men tað krevur nógva tíð, orku og pengar, áðrenn tað kann mala runt, so tað verður ivaleyst ikki í nærmastu framtíð. Til ta tíð er hann á vakra, kostnaðar­ mikla hotellinum og syrgir fyri, at al­ heims stjørnur, sum vitja Danmark, fáa besta matin og bestu tænastuna. myndir: Ólavur J. Hansen Fakta Navn: Bjarni Mortensen Aldur: 32 Útbúgving: Kokkur Starv: Souschef á Hotel d´Anglaterre Eg eri her ikki, tí at tað er Hotel d´Angleterre, men av tí at mær dámar tað arbeiðið, sum eg geri, sigur Bjarni Mortensen Um Hotel d'Angleterre Hotellið lat fyrstu ferð upp í 1755 við 90 kømrum. Síðani er tað umbygt í fleiri umførum. Í 2011 yvirtók Remmen Fonden hotellið frá íslendsku eigarunum. Sama ár byrjaði stór umbygging av hotellinum, og tey fyrstu 35 umvældu kømrini blivu tikin í nýtslu fyri góðum tveimum mánaðum síðani. Millum mongu stjørnurnar, sum hava búð á hotellinum eru Bill Clinton, Madonna, Ozzy Osbourne og Oprah Winfrey.