hósdagur 27. juni 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 73 · 28. juni 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
Renn í summar
Tá ið sólin hitar, fer hugurin at venja úr ongum og uppá
100%. Soleiðis er tað í øllum førum hjá mær og ivaleyst
hjá nógvum øðrum við. Eitt par av nýggjum skóm, eitt
nýtt tól ella ein taska gera venjingina enn stuttligari
Lekrar rennibuksir frá Helly
Hansen. Lummi aftan
fyri til lyklar og tílíkt.
Lekkur, langur venjingar
jakki at goyma seg í aftan
á venjingina. Frá Hummel
Retro taskur frá Nike.
Perfekt stødd at taka
við til venjingarhølið.
Um tú vil royna okkurt nýtt,
eru teir sokallaðu five fingers
skógvarnir meira og meira at
síggja. Teir krevja eitt sindur av
tilvenjing, men tey, sum nýta
hesar skógvar, lata væl at.
Um vøddarnir ikki hava fingið nokk
av rennitúrinum, er ein sokallað
kettlebell eitt frálíkt amboð at nýta
til at venja armar, akslar og rygg við.
At hanga í eini stong nakrar
minuttir um dagin er tað sama
sum at vera koppsettur móti pínu í
nakka og akslum. Tað vilja nógvir venjarar
verða við. Hesa stongina kann tú seta í
dyrnar, og síðani er bara at hanga eina løtu.
Snøggur toppur frá Nike. Er
vælegnaður bæði til fitness
venjingina og rennitúrin.
Eitt armband at seta telefonina
í er ein bíligur og smartur
háttur at fylgja við, hvussu
venjingin gongur, hvar tú hevur
runnið, og um tú gert nøkur
framstig. Hetta armbandið
er frá merkinum Belkin.