Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 73 · 28. juni 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? Mobile Technician. Hvat er tað besta við starvinum? At eg geri tað, sum eg havi mest hug til, og tað er at umvæla telefonir. Hvat ger teg í góðum lag? Tá tað gongst konu, børnum, familju, vinum og Manchester United væl. A ella B-menniskja? A-menniskja. Klári væl upp um morgunin, men vil ikki altíð siga, at tað er líka deiligt. Men jú, mær dámar best at byrja dagin klokkan 08 ístaðin fyri klokkan 10 ella seinni. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Fótbólt hevur altíð hevur verði ein stórur partur av mær. Men mær dámar eisini væl at hyggja eftir wrestling. Og so dámar mær væl at svimja. Okkurt lekkurt baði­ land saman við konu og børnum. Tað er toppurin. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Fakta er, at mær dámar alt. Bara tað er gott, so er líkamikið, hvat slag av tónleiki talan er um. Men um eg avgjørt skal velja, so dámar mær øgiliga væl Duran Duran og Rammstein. Hvussu eru tínir matvanar? Tá mann hevur børn, etur mann, tá familjan etur. Sunt ella ósunt, don't care. Mann er bara á lívi einaferð. Hvør er tín fyrimynd? Puha, tað kann verða so ymiskt, alt eftir tíðina í lívinum. Men sum lívið hevur lagað seg hjá mær, vil eg siga, at verfaðirin er mín fyrimynd. Hann dugir alt, sum er vert at duga – uttan at spæla bobb. Men stóra hetjan er konan. Hvat gert tú í frítíðini? Alt for lítið. Men eg royni at slappa av saman við familjuni. Hvat fert tú at gera í summar? Stríðast víðari við at fáa húsini uppá pláss. Eru flutt fyri 3 mánaðum síðani. Annars kundi eg hugsað mær at fari nakrar túrar kring landið við konuni og børnunum, um tíðin loyvir tí. Hvør er tín lívrættur? Steak, persillu­innbakað eplir, bernaise og waldorf salat. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Fótbólti og onkuntíð filmi saman við konuni. Annars eri eg ikki ein, sum má síggja sjónvarp hvørt kvøld. Langtfrá. Hvør bók liggur á náttborðinum? Ongin, hvørki á ella í náttborðinum. Meeeen, mín iPhone liggur og ladar har, og har er allur tann lesnaður, eg havi brúk fyri. Brúki hana eisini sum vekjara :) Enda setningin: Eg kundi hugsað mær, at... ...sloppið til Hawaii saman við konu og vinfólkum. Nú kemur eingin longur í nissu­húgvu at avlesa málaran í gongini og ynskja gleðilig jol. Postboðini hava longu verið við postkassan úti við vegin og eru komin aftur í bilin á veg til næsta postkassa, áðrenn fólk eru komin út í gongina á veg út at hitta postboðið. Og tað nyttar kortini heldur ikki at tosa við postboðini um politikk og ommubørn. Tað eru tey alt ov ung til at halda nakað um. Heimahjálpin hevur fingið forboð fyri at siga ov nógv, tí stundir eru ikki til tess, ei heldur til at greiða ella at greiða frá. Hoyrdi í Norra, at har fara fólk út at koyra bil eftir GPSara. Men tey snara til høgru, tá GPSina sigur til vinstru og øvugt. Tí so tosar onkur við tey. Jú, næsta vælferðarsjúkan eitur einsemi. Eingin heilivágur kann basa henni. Fleiri og fleiri fara at gerast einsamøll, tí eingin saknar tey. Eingin hevur brúk fyri teimum. Tey eru ikki á feysbukkuni. Nøkur brúka blæu. Heldur ikki er ráðiligt at kína hundum, tí nú fingu eisini teir sína sjúku, hundasjúku. Gott hjá Jehova vitnum. Kanska onkur fer at tíma at tosa við tey, av berum einsemi. Og hjá teimum, sum selja lutaseðlar og skava og tap. Og tó, heldur ikki tey hava stundir at tosa. Tey skulu bara selja so nógv sum til ber og hava tí eisini skund. Alt samskiftið við onnur skal nú vera við teldu ella telefon, sum ikki longur kann eita telefon, tað er ikki nóg smart, men okkurt undar­ligt teknisøguorð, sum verður tíggju ferðir løgnari, tá tað verður umsett til føroyskt. Ein telda neyðtók eina telefon og ein bastardur, sum eingin tó kann liva uttan, kom burtur úr tí, Ilpill. Tey siga seg hava fleiri hundrað vinir, í telduni, rundan­ um knappaborðið. Ongan at tosa við? Avlýsið allar fundir og sendið tey, sum har snakka og snakka og snakka og snakka ganga hundrað, út til tey einsamøllu. Kanska tey tíma, ella orka, at lurta. Einsemið byrjar, áðrenn fólk enda í einum lítlum kamari uttan vindeygu í kirkjugarðinum. Í øllum bygdum og býum er kirkju­garðurin millum størstu býlingarnar. Annars vitja tey heldur ikki hvønn annan har í kirkju­garð­ inum, tey, sum búgva har, órógva ikki hvønn annan í tíð og ótíð. Nógv teirra, sum har búgva, fáa oftari vitjan nú enn tey fingu, áðrenn tey fluttu. Men tey fáa ongan post, ongar rokningar, ongar reklamur, eingi tilboð. Lívið var eitt tilboð í viku 25, nøkur tóku av, onnur ikki. Men deyðin er ikki endaliga ein­semið. Tað kemur fyrr. Tað einasta, sum tó er púra vist er, at vit øll doyggja. Verður sagt. Men eingin sannleiki uttan undantøk. So nógv annað er eisini púra vist. Til dømis kopimaskinur, sum ongantíð eru til reiðar. Tað er púra vist, at skalt tú brúka eina kopimaskinu, er antin einki pappír í henni, ella er tað pappír, sum er í henni, fast á hálvari leið gjøgn­um hana. Tað er líka víst sum deyðin. Eisini tað, at skalt tú skunda tær í bili, møtir tú einum líkfylgi ella endar tú aftan fyri ein skúla­ vogn ella ein lastbil av teimum stóru. Náttúrulógin hevur nógvar paragraffir, men eingi undantøk. Grein eitt er um deyðan, øll doyggja, eingin kærumøguleiki. Hvussu og nær, deyðin kemur, verður ásett í kunngerð. Hon er ikki komin enn, heldur ikki til hoyringar. Og tað er líka frægt ikki at vita nær og hvussu og hvar. Saman­umtikið er lítið, sum vert er at vita. Tað er tí, at lærdómur er so lættur at bera. Fólk gerast sjúk og doyggja av berari vælferð. Og eitt afturat: hvør er munurin á einari jarðarferð og einum brúdleypi? Talið á deyðum. Og so ein kopp av krútsterkum kaffi at skola alt høpisloysið niður við. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Kári Annand Berg lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Verfaðirin er stóra fyrimyndin – Sum lívið hevur lagað seg hjá mær, vil eg siga, at verfaðirin er mín fyrimynd. Hann dugir alt, sum er vert at duga. Men stóra hetjan er kona mín, sigur Kári Annand Berg, sum heldur seg fáa alt ov lítið burtur úr frítíðini Einsemið fyri einsemið