Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 73 · 28. juni 2013 8 VIKUSKIFTI Bókaummæli Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Um tú hevur møguleika at rudda ein tilvildarligan triðing av øllum íbúgvum á klótuni burtur, hevði tú so gjørt tað? Um alternativið er, at øll mannaælttin doyr. Hevði støða tín tá verið øðrvísi? Tað er eitt etiskt dilemma, sum vil nakað, ið verður sett á breddan í sein­astu útgávuni hjá Dan Brown, Inferno. Hesa fer er Robert Langdon staddur í Firenze, men hann hevur ikki ánilsi fyri, hví so er. Hann er nevnliga staddur á einum sjúkrahúsi, tá hann vaknar, og eftir øllum at døma hevur hann mist stutttíðarminnið, tá onkur hevur roynt at myrt hann. Tað gongur heldur ikki long tíð, áðrenn fyrsta morðroyndin er á skránni, og so er Dan Brown veruliga í essinum. Næstu 24 tímarnar roynir Robert Langdon at finna útav, hvat løgni luturin í lumma hansara er, og hvør gáta tað er, sum hesin skal hjálpa við at svara. Hesa ferð er tað fyri tað nógva Sienna Brooks, sum hjálpir Langdon í leitan hansara, og um­vegis døpru og episku yrkingina hjá Dante, Inferno, ferðast tey runt í Firenze og øðrum býum við. Trupult er at skyna, hvør er í parti við tí góða ella ónda, og fleiri ferðir er talan um heilt óvæntar snaringa, sum veruliga kløkka lesaran. Brown í essinum Tá tað ræður um at skriva krimiskaldskap við tempo, hevur Brown veruliga ment seg til ein av teimum stóru í hesi øldini. Og við Inferno prógvar hann væl og virði­liga, at hann als ikki hevur gloymt hetta kynstrið. Í The Sign, ið var triða bókin í Langdon-røðini, tóktist Brown annars hava mist nakað av tí, sum veruliga fang­aði lesaran. Sjálvar krim-gáturnar gjørdust tá berandi parturin í bókini, men søgugongdin megnaði als ikki at lyfta lesaran til somu intensu hæddir, sum hinar bøkurnar hjá Dan Brown hava. Ein orsøk til hetta er kanska, at ein loyniligur frímúraraportalur kanska ikki var heilt so øsandi, sum korruptión í Vatikan­inum ella eitt spurnartekin við sjálvan kristindómin er tað. Í so máta er plottið meira spennandi, nú ein svak­ur vísindamaður vil frelsa sjálva manna­ ættina, uttan at leggja so nógv í etiska partin. Ella kanska heldur er hansara etikkur skrúvaður heldur øðrvísi saman enn hjá teimum flestu. Grundleggjandi spurningurin í hesum verður støðugt snaraður, og tað er í sjálvum sær við til at fasthalda les­aranum. Hartil er Inferno nakað nógv betur skrivað og umsett enn The Lost Symbol. Ja, kanska er hon best skrivaða bókin hjá Brown yvirhøvur, tó at sølutølini neyvan røkka heilt so høgt, sum The Da Vinci Code, sum tó fyri tað nógva kann takka bíbliuni fyri fram­úr søluna. Intensa søgugongdin og grund­ leggjandi gátan prika støðugt undir for­ vitnið hjá lesaranum, og verður bókin veruliga lisin í sonnum turbo-tempo. Ja, somikið væl skrivað, at størsta vón­ brotið er ásannanin av, hvussu skjótt tær 495 síðurnar verða lisnar. aftur í heimsflokki Í fjórðu skaldsøguni um amerikanska symbol-granskaran, Robert Langdon, finnur Dan Brown aftur á slóðina, sum hann tóktist hava mist. Inferno prógvar, at Brown veruliga er millum teir bestu, og helst er hon besta skrivaða bókin frá hansara hond Dan Brown