hósdagur 27. juni 2013síða 49
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 73 · 28. juni 2013
9
VIKUSKIFTI
Dan Brown,
rithøvundur
Tað var í 2003 at Dan Brown veruliga vann
seg upp á tindarnar sum rithøvundur. The
Da Vinci Code, sum er onnur bókin í røðini
um Robert Langdon, skapti almikla øsing,
tí hon tordi at seta spurnartekin við tað
mesta innan kristindómin. Ikki tí, hetta var
langt ífrá fyrstu ferð, at hetta varð gjørt, og
stóran part av vegnum endurtekur bókini
bert tað, sum er ført fram áður – eitt nú í
Holy Blood, Holy Grail.
Men hetta var fyrsta ferðin, at hetta var
partur av eini lætt lisnari krimi-skaldsøgu,
og tað gjørdi helst sítt til, at øsingin var
somikið stór. Trýst elvir aloftast til móttrýst,
og brádliga hevði Dan Brown heiðurin av at
hava skriva bókina, sum gjørdist skjótasti
klintrarin í søguni hjá amerikonskum
bókasølum. Í dag eru seld fleiri enn 80
milliónir eintøk av bókini. Brown varð eisini
stevndur av øðrum høvundum, ið hildu hann
hava stolið søgugongdina til bókina, men
Brown vann rættarmálið og fekk helst eisini
enn størri lýsingavirði til bókina.
Umframt tær fýra bøkurnar, har Robert
Langdon er høvuðspersónur, hevur Dan
Brown eisini skrivað tvær aðrar. Digital
Fortress og Deception Point minna um
Langdon-røðina á tann hátt, at talan er um
action-pakkað krimi, har øll søgugongdin
bert fevnir um 24 tímar, hevur hópatals
gátur, har list, súmbolir, og gamlar sagnir
hava sína stóru ávirkan, og har lesarin eisini
sleppur inn um dyrnar á onkrum loyniligum
agenturi.
Tað var ikki fyrr enn í 1996, at Dan
Brown gavst sum lærari og gjørdist fulltíðar
rithøvundi. Undan hesum hevði hann eisini
roynt seg sum sangara og sangskrivara,
men við bókini fann hann sína røttu hill.
Fyrstu bøkurnar skaptu tó ikki stórvegis
umrøðu. Nøkur hundrað túsund eintøk
vórðu seld, men hetta broyttist alt, tá The
Da Vinci Code kom á marknaðin. Eftir einari
viku var bókin ovast á sølulistanum hjá New
York Times, og ta einu vikuna vóru allar
fýra bøkurnar hjá honum at finna á top-
listanum.
Síðani hevur talan verið um tvær bøkur
afturat í Langdon-røðini, sum eftir øllum
at døma verður tað, sum Brown fer at
nýta orku sína til. Í øllum førum hevur
hann í sjónvarpssamrøðu sagt, at hann
hevur hugskot til einar 12 bøkur afturat í
Langdon-røðini.
Krimi-meistari
Fakta
Dan Brown
Føddur 22. juni 1964
Giftur við Blythe Newton
Útgávur í Langdon-røðini:
Angels & Deamons, The Da Vinci Code,
The Lost Symbol og Inferno
Aðrar bøkur:
Digital Fortress og Decepton Point
Skrivað saman við Blythe Newton:
187 Men to Avoid: A Survival Guide for the
Romantically Frustrated Woman og The Bald Book
Tann nýggi Indiana Jones
Tað er ikki av tilvild, at Dan Brown umvegis
aðrar persónar í bókini lýsir Robert Langdon
sum ein nýmótans ímynd av Harrison Ford.
Eitt er, at klædnastílurin í nógvar mátar
líkist casual-stílinum, sum Harrison Ford ofta
sæst avmyndaður við. Annað er, at tað eru sera
nógvar felags eyðkenni millum Indiana Jones
– ið uttan samanbering er kendasti leikluturin
hjá Harrison Ford – og Robert Langdon.
Báðir eru teir professarar, men har Indiana
er søgugranskari, er Robert Langdon súmbol-
granskari. Men tað merkir á ongan hátt, at
hann rennur seg í færri ella minni spennandi
ævintýr enn Indiana. Einasti munurin í so
máta er, at ævintýrini hjá Langdon ganga fyri
seg í nútíðini, meðan Indiana Jones-filmirnir
ímynda samfelagið, sum tað var fyri hálvari øld
síðani. Og har Indiana Jones er ræðslusligin,
tá hann kemur í nánd av slangum, so er
Langdon hart raktur av klaustrofobi. Hetta
tí hann sum smádrongur var um missa lívið,
tá hann var dottin í ein gamlan brunn.
Báðir hava teir eisini serlig evni at
finna saman við vøkrum og klókum
konufólki, ið so ella so hjálpa til, tá
stóru gáturnar skulu loysast.
Sambært Dan Brown, so hevur hann
framvegis nógv hugskot til, hvørji ævin
týr Robert Langdon skal sendast
á. Higar til eru tey fýra í tali.
Angels & Deamons (Engle & Dæmoner) 2000
Robert Langdon verður vaktur á miðjari nátt. Brádliga stendur hann við
próvnum um, at ein gomul losja – Illuminati, sum á sinni stríddist móti
katólsku kirkjuni, nú er vaknað aftur. Áðrenn Langdon veruliga fær umrátt
seg, er hann ávegis til Sveis, har ein vísindamaður, sum eisini er katólskur
prestur, er myrdur. Støðan gerst heilt óhugnalig, tá tað stendur greitt,
at Leonardo Vetra, sum maðurin eitur, júst hevur loyst eina av stóru
vísindagátunum. Úrslitið av hesum er einki minni enn fantastiskt, men
samstundis ræðuligt, um skeivu persónarnir fáa hendur á tí. Og so byrjar
kapprenningin, har Langdon saman við Vottira Vetra skal byrja fyri eini
vanlukku, sum hóttir við at leggja Vatikanið í oyði. Á vegnum skulu gátur
um Illuminati loysast, og tað verður gjørt við hjálp frá nøkrum av stóru
vísinda- og listamonnunum í heimssøguni.
The Da Vinci Code (Da Vinci Mysteriet) 2003
Langdon hevur júst hildið fyrielstur í París, tá hann á hotelkamari sínum
fær vitjan av fronsku fregnartænastuni. Á stóra listasavninum, Louvre er
stjórin, Jacques Sauniére, myrdur, og at byrja við heldur Langdon, at hann
onkursvegna skal hjálpa til við at loysa morðgátuna. Hetta tí Sauniére
sum sína seinastu gerð teknaði nøkur súmbol á bæði seg og gólvið í
Louvre. Tað, sum Langdon ikki veit av, er, at Sauniére á deyðastráð endaði
boðskapin við »P.S. Find Robert Langdon«. Tí ivast løgreglan ikki í, at
Langdon er drápsmaðurin. Við hjálp frá Sophie Neveu, sum starvast sum
kryptografur hjá løgregluni, eydnast Langdon at flýggja, og so byrjar stóra
kapprenningin. Ein kapprenning, sum ikki bert skal loysa morðgátuna, men
har tey bæði í kapprenning við løgregluna og eina konservativa katólska
samkomu skulu royna at finna fram til, hvat tað var, sum tempulriddararnir
áttu og sum gjørdi teir til mætastu menn í Europa í 13. øld.
The Lost Symbol (Det forsvundne tegn) 2009
Langdon skal gera einum av góðu vinum sínum eina tænastu, men
brádliga er fangaður í eini gátu, sum tykist heldur óhugnalig. Tað einasta
pettið, sum Langdon sær av vini sínum, er avhøgda hondin, og í telefonini
hoyrir hann eina óhugnaliga rødd greiða honum frá, hvørji ráð eru til at
taka, um Langdon vil síggja Peter Solomon aftur á lívi. Peter Salomon
er frímúrari á hægsta stigi, og skjótt stendur greitt, at maðurin handan
óhugnaligu røddina vil hava fatur á tí, sum er fjalt handan stóru gátuna
hjá losjufelagsskapinum. Washington er í nógvar mátar ein høvuðsborg
fyri frímúrarar, og tað er eisini í stóru og søguligu bygningunum her, at
Langdon skal finna svarið til gátuna. At hjálpa sær hevur hann hesa ferð
Katherine Solomon, sum seinnu árini hevur granskað nógv innan eitt mest
sum ókent vísindaøki. Og tað tykist eisini, sum hevur brotsmaðurin onkran
serstakan áhuga í tí, sum Katherine tekst við.