hósdagur 27. juni 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 73 · 28. juni 2013
10
VIKUSKIFTI
Síðani september í fjør hava vit í Vikuskifti havt
samrøður við nógv áhugaverd fólk. Her er nakað
av tí, sum er sagt í blaðnum hesa tíðina
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Tað søgdu tey í
» Fólk halda kanska, at lívið sum tónleikari er ein dreymur, mann
skal útliva, men tað er ein illusión. Tað er hinvegin ofta eitt baks,
og tú skalt tíma tað øgiliga væl. Tað nyttar ikki at ganga og plága
seg sjálvan, tá ið tað ikki gongur so væl, tí so verður tú klikkaður
av tí. Tú mást góðtaka, at tað er ein lívsstílur, sum tú hevur valt.
Høgni Lisberg
tónleikari
» Eg helt í hond hansara í fleiri tímar og
græt. Eg hugsaði um, hvussu órættvíst tað var,
at hann skuldi taka allan brestin frá minuni,
meðan vit aðrir sluppu snikkaleysir undan.
Heini Jacobsen
fyrrverandi hermaður í Afghanistan
» Typiskt fyri allar ørsku líka frá for
elskilsi til spæliørsku er, at viðkomandi
persónur missir samband við realitetin.
Eyðun Joensen
sálarfrøðingur
» Tað eru milliardir av fólkum í heiminum, og tay hava
allar møguligar gudar. Tú kanst ikki siga, at øll hini eru
býtt, bara tí teirra gudsfatan er øðrvísi enn tín egna.
Hanus G. Johansen
fólkatónleikari
» Eg haldi á ongan hátt sjálv, at
hetta prýðir Gundadal, men hetta var
ein bundin uppgáva. Í roynd og veru eru
ljósmastrarnar gjørdar so einfaldar og so
lítlar, sum tað yvirhøvur letur seg gera, tá
tey ymsu krøvini frá FIFA skulu haldast.
Eyð Strøm
arkitektlesandi, sum sniðgav
ljósmastrarnar við Tórsvøll
» Eg vil í øllum førum ikki sita
sum ein konservativur, súrur og
hástórur borgarstjóri handan læstar
dyr. Eg vil vera millum borgararnar
har, sum gleði og sorg er.
Heðin Mortensen
borgastjóri í Tórshavnar
kommunu
» Tey taka kvinnurnar av ræði, og aloftast nýta tey hóttanir
fyri at fáa tær at akta. Tær flestu hava familju, nógvar hava
børn, og tær fáa at vita, at akta tær ikki, so gongur tað
útyvir tey har heima, sum verða dripin ella forfylgd. Tað er so
ræðuligt, tí tær fáa einki annað gjørt enn at yvirgeva seg.
Silvia á Bergi Gunnarsson
sum ger sjálvboðið arbeiði millum skøkjur í Keypmannahavn
» Føroyar eru nógv størri og
vakrari, enn vit ofta halda.
Árni Jakobsen
sum hevur verið á øll 340
fjallatindum í Føroyum