Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-27, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2013síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 73 · 28. juni 2013 11 VIKUSKIFTI » Tað ber ikki til at steðga pedofili, tí tað er ógjørligt at broyta tað, sum okkum menniskjum dámar seksuelt. Í staðin eiga vit at finna útav, hvussu vit forða misbrúki av børnum og hjálpa teimum, ið hava verið fyri barnamisbrúki. Bjørt Lind sálarfrøðingur, sum hevur skrivað serritgerð um pedofili » Tú skalt ikki bara fáa virðing, tí tú kemur á ein fund í buksum og klædnings­ jakka. Sjálvandi letur tú teg í, alt eftir hvat høvið er, men kvinnur skulu eisini fáa virðing, tá tær eru feminint klæddar. Siri Sørensen blaðstjóri á Kvinnu » Eg havi upplivað at staðið í køkinum jólaaftan og tikið ræst kjøt úr grýtuni, tá tað hevur verið ringt eftir okkum um at syrgja fyri sjúkraflutningi. Eg minnist serliga væl ein jólamorgun, tá eg sat umborð á flogfarinum saman við einum sjúklingi og teimum avvarðandi og gav teimum heimabakað breyð við røstum kjøti sum viðskera, sum eg hevði tikið við heimanfrá. Oluffa Hansen sum eftir 20 ár sum flogterna, takkar fyri seg » Einki er sum at leggja seg at sova til ljóðið av brimi. Tað kundi eg í Sumba, men tað kann eg eisini her norðuri. Arnfríð V. Hentze sum er flutt úr Sumba til Syðrugøtu at búgva » Tað endaði við, at eg segði meg vera Viggo Poulsen, og at eg var slektaður av Selatrað, um fólk spurdu, hvør og hvaðani eg var. Tað var lættari hjá føroyingum at fyrihalda seg til hetta, og so slapp eg undan at svara øllum møguligum spurningum. Mohammad Ashraf um at búgva í Føroyum í 70’unum » Allar reyðar perur lýsa hjá mær, tá ið fólk tosa um sunnar kakur. Tað er ein háðan ímóti fakinum. Tað ber ikki til at gera góðar kakur uttan at brúka tað sukrið og smørið og tann fløtan, sum skal til. Olevina Sundsskarð kondittari » Eg havi í mongum førum verið noyddur at hoppa í hyljar uttan at hava dugað at svomið. At svimja havi eg lært, meðan eg havi verið útií. Petur Slyne eigari av reklamuvirkinum 1xPetur » Eg vil hava, at fólk kunnu fáa fatur á mær. Taki eg ikki telefonina ella kanni eg ikki teldupostar í fleiri tímar ella kanska ein heilan dag, kemur tað mær aftur um brekku, tá eg so komi aftur til arbeiðis. Faktiskt verði eg meira strongdur av ikki at vera on, enn hvat eg verði av at hava telefon og teldu tendrað. Johannes Jensen stjóri fyri Hotel Føroyar samtakið