Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Golfvøllurin, sum ætlanin er at gera á Glyvursnesi, verður ein dýr søga. Tað er greitt eftir at nýggj­ astu kostnaðarmeting­arnar eru lagdar fram. Upprunaliga varð mett, at vøllurin fór at kosta einar 20 milliónir krónur. Talan er um ein vøll, sum er 18 hol, har hvørt hol kostar eina góða millión. Men á býráðsfundi í Havn mikukvøldið varð upp­lýst, at nú tær seinastu kostn­aðar- metingarnar eru lagdar fram, vísa tær, at prísurin verður næs­tan tríggjar ferðir so høgur. Nýggjastu metingarnar siga nú, at golfvøllurin fer at kosta góðar 2,2 milliónir krónur fyri hvørt hol, ella 40 milliónir fyri tey 18 hol­ ini, sigur Helena Dam á Neysta­bø, forkvinna í ment­ anarnevndini í Tórs­havnar Býráði. Men hetta er bara sjálvur vøllurin. Harafturat koma útreiðsl­ ur til arkitekt­ar, projektering, verkætlanarleiðsla, vegir, par­kering og annað. Alt tað er mett at kosta 15 milliónir krónur, so tilsamans fer vøllurin at kosta 55 milli­ ónur krónur. Men tá eru bygningar og kostnaðurin fyri at útvega lendi, ikki talt við. Samstundis fer golfvøll­ urin at kosta góðar fýra milli­ ónir um árið at reka, tí hann krevur so nógva røkt. Helena Dam á Neystabø, sigur, at ráðgevarar hjá komm­ununi vísa á, at hetta er prísurin fyri at gera golf­ vøll í slíkum lendi, sum er í Føroyum, tí her er so grýtut og bratt, og her krevst nógv og góð drening fyri at fáa ein brúkiligan vøll. – Prísurin upp á eina millión er fyri ein golfvøll í lendi, sum er nógv lættari at fáast við, enn lendi í Føroyum er. Helena Dam á Neystabø ivast ikki í, at verður golf­ vøllurin gjørdur, fer hann ikki bara at rudda slóð fyri at vit yvirhøvur kunnu fáa oyggjaleikirnar til Føroya. – Hann verður eisini eitt stórt frambrot fyri ferðavinnuna og eitt frambrot fyri ítróttin her á landi, tí ætlanin er at gera ein rættiliga semerktan golfvøll. Í løtuni eru 150 limir í Tórshavnar Golfklubba, men tey vænta, at tá ið vøllurin er komin, fer limatalið kanska upp á 500. Í Íslandi, er nógvur golf­ vøllir og har er golf vorðið fólkaítrótt burturav. Í Íslandi er tað eitt stórt ferðamál hjá útlendingum at spæla midnáttargolf tær ljósu summarnæturnar, tí tað er ikki so nógva staðni, at tað ber til. – Hvør veit, kanska verð­ ur tað eisini hjá okk­um, heldur forkvinnan í ment­ anar­nevndini í Tórshavnar Býráði. Landið má hjálpa til Helena Dam á Neystabø staðfestir at sostatt er ein golfvøllur á Glyvursnesi ein verkætlan, sum Tórshavnar Kommuna ikki klárar at lyfta einsamøll. – Tí halda vit, at lands­ kass­in noyðist at átaka sær ein part av útreiðslunum, so at hetta ikki verður ein íløga, sum verður hongd um hálsin á Tórshavnar Kommunu einsa­mallari. Á býráðsfundi í Havn mikukvøldið vístu bæði Helena Dam á Neystabø, og aðrir býráðslimir á, at hóast golfvøllurin er í Tórshavnar Kommuna, er hetta ikki ein vøllur, sum bara fer at koma havnarfólki til góðar. – Onkur kann halda, at hetta er ein ómetaliga stór gáva til teir 150 limirnar í Tórs­havnar Golfklubba, men soleiðis er støðan ikki, helt Marin Katrina Frýdal, býráðslimur. Í hesum sambandi hugsa býráðslimir um, hvussu mennandi ein golf­ vøll­ur í Føroyum er fyri ferðavinnuna, sum myndug­ leik­arnir leggja so stóran dent á at menna. Men serliga vísa býráðs­ limir á royndirnar at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2019. – Ein golfvøllur er ein avgjørd fortreyt fyri at yvirhøvur at fáa oyggja­leik­ irn­ar til Føroya, staðfesta býráðs­limir í Havn. Her vísa býráðslimir á, at tað ikki minst er landsstýrið sjálvt, sum hevur sagt seg stremba eftir, at fáa oyggja­ leikirnar til Føroya í 2019. Tí halda býráðslimir, at tað er sjálvsagt, at landskassin ber ein part av útreiðslurnum av at útvega ein golfvøll. Á býráðsfundinum miku­kvøldið samtykti bý­ ráðið at halda fram við ætl­anini og í hesum sam­ bandi skal býráðið fáa eina neyva kostnaðarætlan og samstundis skal býráðið fáa greiði á, hvussu býtið skal vera ímillum landið og komm­ununa. Tey fara eisini at kanna um tað ber til at skarva av útreiðslunum. Helena Dam á Neystabø sigur, at tey fara eisini at leita eftir privatari fígging til vøllin, kanska frá vinnu­ lívinum, ella úr ymsum grunn­um, ella hvat tað kann vera Býráðið hevur eisini valt tveir nevndarlimir í byggi­ nevndina fyri golfvøllin og í hesum sambandi valdi býráðið Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í ment- anarnevndini og Jógvan Arge, sum var formaður í mentanarnevndini í undan­ fara býráði. Golfvøllur á Glyvursnesi 3 ferðir dýrari enn mett OYGGJALEIKIR Í FØROYUM Tórshavnar býráð ger nú púra greitt, at landið má rinda ein part av tí, tað kostar at gera golfvøll á Glyvursnesi Dýr hol Golfvøllurin á Glyvursnesi, sum er ein avgjørd fortreyt fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, sum ætlað, er blivin ein fíggjarligur trupulleiki av teimum stóru, tí nýggjastu metingarnar vísa, at hann kostar nógvar ferðir meiri enn upprunaliga mett Hann verður eisini eitt stórt frambrot fyri ferðavinnuna og eitt frambrot fyri ítróttin her á landi, tí ætlanin er at gera ein rættiliga semerktan golfvøll