mánadagur 1. juli 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað er nú ella aldrin. Fáa
vit ikki oyggjaleikirnar í 2019,
fáa vit teir ikki hesa næstu
minst 30 árini.
So avgjørdur er Petur
Elias Petersen, forseti í ÍSF.
Føroyar ætla at bjóða seg
fram at verða vertur fyri
Oyggjaleikunum í 2019.
Umsóknin skal sendast
nú í heyst, áðrenn september
mánaði er farin og á aðalfundi
í altjóða Oyggjaleikanevndini
í juli næsta ár, verður av
gerðin tikin um, hvør skal fáa
leikirnar í 2019.
Fyri
at
fáa
leikirnar,
skulu vit hava fingið ymisk
viðurskifti í rættlag í seinasta
lagi á aðalfundinum um eitt
ár.
– Tann størsta avbjóðingin
er um vit klára at veita aðal
fundinum í Oyggjaleikunum
næsta ár fulla trygd fyri, at
vit hava ein golfvøll kláran
til leikirnar í 2019.
Petur Elias Petersen legg
ur afturat, at tað eru mong í
boðið um at fáa oyggjaleik
irnar
– Vit hava bara hetta
eina skotið í byrsuni. Fáa vit
ikki leikirnar nú, fáa vit teir
heldur ikki aftur á okkara
døgum, tí so ganga minst 30
ár, áðrenn vit aftur koma upp
á tal, sigur hann.
Golf er eitt krav
Petur Elias Petersen sigur, at
formliga er tað ikki eitt krav,
at vertslandið fyri oyggja
leikunum skal hava golfvøll.
– Men í veruleikanum er
tað eitt krav, tí golf er so stór
ítróttargrein, at tey lond, sum
ikki kunnu seta golf á skrá,
fáa ongar oyggjaleikir, so
einfalt er tað.
– Tí er golfvøllur ein av
gjørd fortreyt fyri at fáa
leikirnar til Føroya.
Og trygdina fyri, at vit
hava ein golfvøll kláran í
2019, skulu vit kunnu leggja
fram á aðalfundinum í
oyggjaleikunum
longu
næsta summar, tá ið tað
verður avgjørt, hvør skal
hava leikirnar í 2019.
– Tá skulu fyrireikingarnar
verða komnar so mikið langt
longu tá, at vit skulu vera
farin undir arbeiðið at gera
hann næsta summar.
Og tá ið Petur Elias Peter
sen tosar um at vit skulu
vera farin undir arbeiðið at
gera golfvøll, meinar hann
tað heilt bókstaviliga.
– Tá skulu maskinurnar
hava sett á at grava. Tað er
ikki nógv mikið at varta upp
á aðalfundinum við tekn
ingum og lyftum, tí pappírið
er takksamt, leggur hann
afturat.
– Í Oyggjaleikanevndini
trúgva tey ongum, fyrrenn
tey síggja við egnum eygum,
at vit hava sett á at grava.
– Samstundis er eisini
greitt, at golfvøllurin skal
vera liðugur í allarseinasta
lagi á sumri í 2018, ella helst
í 2017, tí eftir at hann er
liðugur, skal hann liggja
órørdur í ímeðan lendi setir
seg og grønkar.
Koma í tíðarneyð
Sostatt má eisini staðfestast,
at vit eru so smátt við at
koma í tíðarneyð.
Nú hava vit eitt ár eftir til
vit skulu vera farin at grava
fyri golfvøllinum.
Men enn eru næstan eingi
viðurskifti fingin í rættlag.
Í hesum sambandi vísir
hann á, at fíggingin er ein
ovurstór
avbjóðing,
men
hon er hon er heldur ikki av
greidd.
Petur
Elias
Petersen
ásannar, at íløgan er so mik
ið stór, at Tórshavnar Komm
una lyftir hana ikki einsa
møll.
– Tí er tað neyðugt, at
landið fíggjar ein part av
golfvøllinum.
Í øllum førum hugsar hann
sær, at Tórshavnar Kommu
verður frítikin fyri mvg í
sambandi
við
byggingini
aftur, so at vøllurin verður
bíligari.
Men serliga hugsar hann
um lendi til vøllin.
Vøllurin
krevur
eitt
øgiligt økið á einar einar
600.000 fermetrar og Petur
Elias Petersen sær fyri sær,
at Tórshavnar kommuna í
minsta lagi fær lendið ókeyp
is.
Men tað tað er ein spurn
ingur, sum kann taka tíð at
avgreiða.
– Tað er ikki ókent, at slík
mál taka sína tíð, men vit
mugu bara vóna, at maskin
urnar eru settar á at grava
fyri golfvøllinum tá í evsta
markið fer í juli næsta
ár.
Sa m rá ð i n ga r
um fígging og um
lendi, kunnu taka
drúgva tí og vit
hava sæð tað fyrr,
at
har
almennir
myndugleikar eru
við, kann tað
taka rættiliga
drúgva tíð.
Tí mælir
Petur Elias
P e t e r
sen til, at
Løgtingið
beinleiðis
samtykkir eina verklagslóg,
sum ásetir, at eitt ávíst øki
verður latið til golfvøll og,
hvussu
stóra
upphædd
festarin skal hava í endur
gjaldi.
Annars sær hann fyri sær,
at tingingar kunnu draga út
við
hoyringsfreistum
og
kærumøguleikum og áðrenn
vit vita av, er tíðin farin.
Sjálvur er hann vónríkur,
at tað eydnast og at tað
almenna eisini tekur eitt
tak.
– Bæði løgmaður og lands
stýrismaðurin í mentamálum
hava alment váttað fyri
altjóða Oyggjaleikanevndini,
at almennu Føroyar stuðla
eini føroyskari fráboðan um
at vit bjóða okkum fram at
hýsa leikunum í 2019, sigur
Petur Elias Petersen og tí
væntar hann, at tað eisini
vísir seg, at talan ikki bara er
um orð, men at tað eisini fer
at verða víst í verki.
- Men nú skal berast
skjótt at, sigur ÍSF
Forsetin.
– Vit hjálpa sanniliga til
við fíggingini.
Tað staðfestir Kaj Leo
Holm Johannesen.
Hann er ikki bara løg
maður.
Hann er eisini verji hjá
ítróttinum í Føroyum og
vit hava spurt hann, um
landið fær hjálpt til at gera
golfvøll á Glyvursnesi.
Sum tað sæst í hinum
greinunum, er ein golf
vøllur ein avgjørd for
treyt fyri at vit kunnu
gera okkum vónir um at
ynski okkara um at fáa
oyggjaleikirnar
í
2019,
kann verða veruleiki.
Men samstundis er
greitt, at tað er eitt ódnar
tak at gera ein golfvøll og
bæði Tórshavnar Býráð og
Ítróttarsamband Føroya
gera púra greitt, at tað er
neyðugt, at landið hjálpir
til við fíggingini.
Løgmaður
sigur,
at
tað liggur í kortunum,
at landið skal lata einar
700.000 ferðmetrar av
jørð til golfvøllin, at kalla
fyri einki.
– Talan er um eitt virðið
upp á einar 60 milliónir,
sum vit lata til vøllin, so
vit eru so sanniliga við í
ætlanini.
– Tað hevur ligið í
kortunum, at landið skuldi
lata lendið og Tórshavnar
Kommunu skuldi fíggja
restina, sigur Løgmaður
Annars er tað nýtt fyri
løgmanni, at vøllurin fer
at kosta heilar 55 milliónir,
sum nýggjastu kostnaðar
metingarnar siga.
Men hann sigur, at
nú má spurningurin um
fíggingina takast upp og
so fæst at síggja um tað
ber til hjá landinum at
spjaða meiri til golfvøllin.
– Vit eru líka áhugað
sum Tórshavnar Býráð
at fáa ein golfvøll, sigur
Løgmaður.
Bjørn Kalsø, landsstýri
maður í mentamálum, er
eisini varin.
Hann dugur ikki at
síggja, hvussu almenna
luttøkan í golfvøllinum
kann vera.
Hinvegin vísir hann á,
at á langtíðarfíggjarlógini
ætlar landsstýrið at seta
tvær milliónir krónur av
í 2015 Oyggjaleikir.
Peningin
skal
vera
ískoyti til tað, tað kostar
at byggja ítróttarverkløg,
ið eru neyðug at hava,
skal tað eydnast okkum
at hýsa leikunum í 2019.
Ætlanin er at seta
fýra milliónir av afturat í
játtaðar í 2016.
– Peningurin er ikki
markaður til nakað ávíst
endamál og kanska ber
til at brúka ein part av
honum til golfvøll, sigur
Bjørn Kalsø.
Almennu
Føroyar
senda annars eitt sterkt
ferðalið til oyggjaleikirnar
í Bermuda. Við í almenna
ferðalagnum verður løg
maður, umframt Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður,
og
Heðin
Mortensen,
borgarstjóri í Havn.
Teir skulu í fyrsta lagi
mýkja støðuna í altjóða
oyggjaleikanevndini
og
rudda slóð fyri, at vit fáa
leikirnar í 2019.
Men Løgmaður sigur, at
teir tríggir fáa eisini høvi
at skifta orð um golfvøllin
á Glyvursnesi og, hvussu
hann skal fíggjast, og tað
fara teir at gera.
Vit hjálpa
so sanni
liga til
Føroyar kunnu
missa oyggja
leikirnar í 2019
OYGGJALEIKIR Í FØROYUM Vit koma skjótt í tíðarneyð,
men fáa vit ikki oyggjaleikirnar í 2019, skulu vit bíða
minst 30 ár, sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF
Eitt skot
Vit hava bara hetta skotið í byrsuni.
Tað er ikki nógv mikið at varta
upp við tekningum og lyftum, tí
pappírið er takksamt. Missa vit
oyggjaleikirnar í 2019, ganga
minst 30 ár, áðrenn vit aftur
koma upp á tal, sigur Petur
Elias Petersen, forseti í ÍSF
Almennu Føroyar
senda annars eitt
sterkt ferðalið til
oyggjaleikirnar í
Bermuda