mánadagur 1. juli 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
REPORTASJA Yvirtrekk á kontuni, sparsemi og
bundinskapur av familjuni. Soleiðis er gerandisdagurin
hjá 32-ára gomlu kassadamuni Sólrun Durhuus,
sum er stakur uppihaldari við tveimum børnum.
Sosialurin hevur hitt eina av teimum 436
fíggjarliga sperdu familjunum, sum fingu hjálp frá
felagsskapinum Í menniskum góður tokki í vetur
Tekstur: Dánjal Højgaard
Myndir: Anna K. Højgaard
Við kassa nummar 2 situr
Sólrun og smílist.
Biiip-biiip, sigur kassa
apparatið.
– Soleiðis ljóðar tað dag
in langan, sigur hon blídliga,
meðan hon tekur handils
vørurnar og koyrir striku
kotuna
móti
maskinuni,
sum játtar prísin við sínum
eykenda signali.
Hon trýstir fótin á pe
dalina undir borðinum, sum
setir flutningsbandið í gongd.
Tá ið mjólk, cornflakes, wc-
pappír og annað er komið
ígjøgnum, tastar hon samlaða
prísin inn.
Ein fyri og annar eftir
verða kundarnir avgreiddir.
Summi gjalda við korti.
Onnur
kontant.
Stórar
peningaupphæddir
skifta
hendur. Kassin fyllist.
– Kvittan? spyr hon bros
andi.
Ein kampur
Sum kassadama í Bónus-
handlinum á Óðinshædd í
Havn handfer 32 ára gamla
Sólrun Durhuus stórar pen
ingaupphæddir hvønn ein
asta dag. Men í sínum egna
privatlívi noyðist hon at
venda hvørjum oyra.
Persónliga yvirskotið og
gleðin við kassa 2 stendur
í andsøgn við fíggjarliga
undirskotið og peningaligu
spekulatiónirnar, sum merkja
hennara egna gerandisdag.
– Tað er ein kampur, alt
tað heila. Eg royni sum fræg
ast at fáa endarnar at røkka
saman, sigur hon.
– Hóast tað ikki gongur
altíð, so royni eg sum frægast,
tekur hon afturí aftur.
Transportbandið
rullar.
Fólk fylla posarnar. Onkur
viðmerking fellur um veður
og vind.
Sólrun smílist.
2.000-3.000 til taks
Sólrun hevur verið kramba
kvinna hjá Bónusi tey sein
astu fimm árini. Áðrenn
arbeiddi hon sum kramba
kvinna í Mylnuni og Mikla
garði.
Hon er tímalønt. Árs
inntøkan liggur um 150.000
krónur. Harumframt koma
barnapengar
og
barna
ískoyti
Tá skattur, húsaleiga, lán
og aðrar fastar útreiðslur
eru drignar frá, hevur hon
millum 2.000 og 3.000 krónur
eftir til sín og børnini um
mánaðin.
Til mat, klæðir og lívsins
uppihald annars.
Onkuntíð meira. Onkuntíð
minni.
– Tá eg fái fullan arbeiðs
mánað stendur rímiliga væl
til. Men høgtíðir sum jól,
páskir,
hvítusunna
o.s.fr.
kosta hjá einum tímalønt
um, sigur hon, tá ið hon
hevur verið og hugt í lønar
seðlarnar fyri teir seinastu
mánaðirnar.
– Tað sæst aftur á lønar
seðlinum, at tað hava verið
nógvir høgtíðsdagar í vár.
Onkuntíð
havi
eg
havt
minni enn 2.000 krónur eftir,
staðfestir hon stillisliga.
Sjúkradagar hjá henni
sjálvari
ella
børnunum
merkja eisini mista inntøku,
tí sum tímalønt hevur hon
ongan rætt at vera heima við
løn vegna sjúku.
Serliga trupul gerst støð
an, tá tær stóru rokningarnar
fella til gjaldingar. Tá stendur
ofta minus á kontuni, áðrenn
mánaðin er blivin gamalur.
– Tá má eg so tosa við
bankan um at fáa loyvt trot,
so at eg klári at keypa inn.
Tað er ikki óvanligt, men tey
eru fitt. Tað plagar at ganga,
smílist hon.
framhald ➥
Fíggjarliga sperd
Kampurin v
kassadaman
32 ára Gamla Sólrun Durhuus við kassan í Bónus. Av tí
at hon er tímalønt sveiggjar inntøkan við halgidøgum
og sjúkradøgum og inntøkugrundarlagið hjá henni sum
einligur forsyrgjari kann tí vera rættuliga svikaligt
Eg gangi ikki runt og sigi at eg eri
fátøk, men tað eri eg nokk, tá ið tað
kemur til pengar