Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nesquick í Berjabrekku Í Berjabrekku nummar 171 eru tey nýliga á fótum. Klokkan er farin av hálv­ gunn átta og Sólrun royn­ir at fáa børnunum ein morgun­ matarbita. Seks ára gamli Brian hevur funnið sær okkurt at spæla við, meðan Sólrun greiðir hárið á 12 ára gomlu Teresu, sum er tung um morg­unin. – Et nú Brian góði, lokkar mamman, sum hevur koyrt Nesquick og mjólk í tallerkarnar. Tað eru bert tveir mánaðir síðani at tey fluttu í hesa íbúð­ ina, sum kostar 5.000 krón­ ur um mánaðin, tá streym­ur og orka ikki eru írokn­að. Í durinum liggja gamlir filmar í pappseskjun og í stovu­ trappuni stendur eitt kuffert. Húsaleigan er ein tyngj­ andi postur og tey sein­astu árini hava tey búð á skift­ andi adressum í høv­uðs­ staðarøkinum. Teir seinastu mánaðirnar í kjallaranum hjá vermammu Sólrun Yviri við Strond. – Her er lýtt og eitt sindur kvalið inni, sigur Sólun, og peikar á stovuvindeyguni. Tey fingust ikki upp, tá tey fluttu inn. Nú fáa tey so opna annað. – Tað er tað góða, tí so brenna vit minni, leggur hon afturat. Á stovuvegginum hanga familjumyndir. Av familjuni í báðar ættir hjá børnunum. Sólrun var 20, tá ið hon og fyrrverandi unnustin fingu Teresu. Seinni kom Brian, men forholdið helt ikki, og fyri nøkrum árum síðani fóru tey hvør til sítt. Í dag býr pápin at børnunum í Grøn­ landi, har hann hevur fingið egna familju. Men Sólrun hevur gott samband við síni fyrr­ver­ andi verforeldur og teirra familjur. Saman við hennara egnu familju hava tey ein av­ gerandi lut í, at tað gongur kort­ini, tá tímalønin hjá Sól­ run ikki røkkur til. Og kontan vísir minus. Vánaligt gjaldføri Við eini arbeiðsløn, sum sveiggjar millum 11.000 og 17.000 kr. um mánaðin, er gerandisdagurin hjá Sólrun og børnunum eitt áhaldandi stríð fyri at hóra undan fíggj­ arliga. – Eg keypi altíð upp á tilboð. Eg hyggi í tilboðs­ bløðini og síggi eg, at tað ber til at keypa tveir ella fýra pakkar av skrúvum fyri 25 krónur, so keypi altíð fleiri pakkar, so at eg havi nakað inni. Størsta vandamálið er, tá ið stórar, men neyð­ugar út­ reiðslur koma. Vaski­maskin­ an steðgar upp. Ein tann­ læknarokning skal gjald­ast. Ella útleigarin krev­ur 4.000 kr. í depositum. – Skal eg til tannlækna, so má eg gera eina avtalu um at gjalda í smáum. Eg havi ongan kjans at betala 2.000 kr. í einum, og tí royni eg at gjalda t.d. 500 kr. um mánaðin. Men eisini tað er nóg mikið til at koppa bud­ sjettinum nakað. Við so lítlari inntøku er neyðugt at taka brúkslán, tá ið stórar upphæddir fella til gjaldingar. Lán, sum skulu gjaldast aftur. Við rentu. – Tá eg skuldi flyta inn her skuldi eg gjalda 9.000 krónur í einum. Eisini havi eg havt brúk fyri at keypa innbúgv viðhvørt, og tí sleppi eg ikki undan at taka brúkslán. Har gjaldi eg so fast túsund krónur um mánaðin. Ein gomul rokning fyri egingjald á dagstovni tyngir eisini húsarhaldið. – Tað var kleyvarskapur frá okkara síðu, men eisini for­sømilsi frá teimum, tí tey høvdu gloymt at krevja inn. Eg havi foreldramyndugleikan einsamøll, so nú má eg gjalda einsamøll aftur í smáum. Tað eru einar 14.000 krónur, sigur hon. – Tað verður seinur dagur, at eg fái niðurgoldið tað. Sparsemi Við kassa 2 er ein steðgur í bíði­røðini. Ein gomul kona, sum hev­ ur verið í handlinum, sigur seg hava gloymt ein pakka við Victorinox-knívum við kass­an. Sólrun tingast við leiðaran gjøgnum headsettið. Ongin veit frá knívunum at siga. Endin er tó at konan fær ein nýggjan pakka við knívum. Flutningsbandið koyr­ir aftur. Biiip, sigur kassa­appa­ ratið. – Tað ringasta við støðuni er, at eg ikki kann geva mín­ um børnum tað, sum tey ynska av mær og sum eg vildi ynskt, at eg kundi givið teimum. Tað er tað ringasta, sigur Sólrun, tá ið vit sita í kaffistovuni, har hon hevur stemplað út til stuttan døg­ verða­steðg. Hon fortelur um eitt familju­lív í sparsemi. Eitt lív, har tey mugu nokta sær sjálvum nógvar av teimum ágóðum, sum tíðin krevur. Sum nógv taka fyri givið. – Tey spyrja um vit kunnu fara til ymiskt, sum at bowla ella í Burger King, ella spyrja um hesar fínu far­tele­fon­ir­ nar. Alt sovorðið, sum tey føla, at tey kunnu fáa, men sum eg ikki fái givið teim­ um. Viðhvørt orkar hon ikki at siga nei. – Onkuntíð geri eg av at fara kortini, hóast eingir peng­ar eru. Tí tey vilja so gjarna. Men tá risikeri eg at koma í trot. Klæðir plagar hon at biðja skilfólk og vinir keypa, tá ið børnini hava føðingardag. Ella tá ið onkur fer av land­ in­um. Men smartphones, fram­komin telduspøl og dýr­ ar merkjavørur finnast ikki í teirri lítlu íbúðini á Berja­ brekku. Føðingardagarnir kunnu bert haldast við góðari hjálp Fíggjarliga sperd Fátækramarkið verður vanliga definerað sum minsta, tøka upphædd, ið eitt húsarhald skal hava at liva fyri. Í Danmark er fátækramarkið fyri eina familju ásett til 102.000 krónur, eftir skatt. Í Føroyum hava vit framvegis einki fátækramark. Í fjørheyst varð ein arbeiðsbólkur settur at áseta eitt fátækramark. Bólkurin skuldi koma við sínum tilmælum 1. apríl, men arbeiðið dregur út. Gordiski knúturin í arbeiðnum er at finna útav, hvussu fátækramarkið skal ásetast. Hvat er eitt virðiligt lív fyri eina familju? Hvørjar útreiðslur eru neyðugar. Hvat kann man liva fyriuttan? Hoyrir tað við til eitt virðiligt lív, at eitt húski til dømis hevur ráð til internet ella frítíðarítriv til børnini? Í Danmark vísa nýggj tøl frá Arbejdsbevægelsens Erhvervsråd, at 12.000 donsk børn liva undir fátækramarkinum. Sambært felagsskapinum ”Í menniskjum góður tokki” hava 200 føroyskar familjur minni enn 2000 krónur eftir at liva fyri um mánaðin. Tað er tá alt tað fasta var goldið. Endamálið við at áseta eitt fátækramark er sjálvandi at binda myndugleikarnar til at tryggja, at eingin borgari fer niður um markið. Fátækramarkið verður harvið eitt stýringsamboð fyri sosialpolitikkin. Fátækramark á veg Sparsemi Sum stakur uppihaldari og tímalønt krambakvinna hevur Sólrun hvørki ráð til dýr mótaklæðir ella frisørvitjanir. Her framman fyri arbeiðsplássið á Óðinshædd. Í summar slapp hon eina viku til Danmarkar og tað var fyrsta veruliga uttanlandsferðin í 10 ár Hetta er ikki ordiliga eitt land fyri øll