Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 frá familjuni. Og føði­ngar­ dags­gávurnar eru eingin sjálv­fylgja. – Føðingardagsgávurnar mugu ofta bíða og tað er ikki hvønn føðingardag, at tey hava fingið føðingar­dags­ gávur. Tað er tað ikki, tekur hon afturí aftur. – Seinast Teresa hevði føðingardag, keypti eg henni ein ullintan vest fyri einar 300 krónur. Tað var nokk meira enn eg hevði ráð til. Skulu bæði børnini ganga til frítíðarítriv kann kostaður fara upp um túsund krónur fyri ein vetur, og tað er meira enn budsjettið hjá Sólrun rúmar. – Tað havi eg ikki ráð til. So noyðist eg at spyrja omm­ urnar, um tær kunnu hjálpa, sigur Sólrun, sum dámar illa at vera so bundin av hjálp frá øðrum. – Tað er einki serligt. Eg vil helst klára tingini sjálv. Sjálvandi vil eg tað. Hundur í sama skinn Fíggjarliga trongstøðan ger, at Sólrun brúkar ikki pengar upp á seg sjálva. – Eg gangi sum hundur í sama skinn, flennir hon stillis­liga. – Eg keypi ongantíð nak­ að til mín sjálvs. Kanska eg unni mær onkuntíð eina sodavatn ella ein pakka av kipsi, men tað er syndarliga lítið. Vinkonurnar fara út og keypa skógvar og klæðir og jabba um dittin og dattin, men tað havi eg simpelthen ikki ráð til, sigur hon og munn­ar sær av Faxe Kondi- fløsk­uni, sum hon hevur fing­ið sær upp í hondina. – Eg unni mær heldur ikki at ganga til frisør. Keypi heldur ein pakka av liting í Bónus fyri 100 krónur við­ hvørt. Eg havi ikki ráð at brúka 600 krónur upp á mítt høvd. Tað ber ikki til. Onkuntíð fer hon tó ein túr í býin, men tá ansar hon altíð væl eftir, at hon ikki brúkar ov nógv. Í mesta lagi 200 krónur. Størsta luksusvøran í húskinum er ein lítil sjey ára gamal Suzuki Alto. Svágurin keypti bilin fyri 25.000 krón­ ur og so keypti Sólrun bilin frá honum í smærri av­ drøgum. Sólrun øtast Sólrun søkti fyri nøkr­um árum síðani um almanna­ hjálp, men fekk at vitja, at inn­tøkan var ov høg. Hon hevur umhugsað at fáa sær eitt eyka arbeiði afturat krambastarvinum í Bónusi fyri at lætta um. Men tað merkir, at hon má útvega sær barnaansing, og tí ivast hon í, hvussu væl tað man loysa seg. Sólrun er ófaklærd. Hon hevur tikið FHS á handils­ skúlanum, men hevur ongan hug at læra ella at útbúgva seg. Vil bara hava eitt arbeiði, sum hon er glað fyri. Sum hon kann klára seg og síni við. – Eg haldi at tað er for­ ferdi­ligt, at tað ikki ber til at liva í hesum landinum utt­ an at skræða seg sundur. At hetta ikki kann vera eitt land fyri øll, sigur hon. Nú er røddin er álvarsom. Hon gevur ilt av sær. – Alt er so dýrt, húsaleiga, matur, klæði og alt samalt. Politikararnir tykjast at vera mest áhugaðir í at fáa peng­ar í sín egna posa. Við míni løn fái eg ikki ágóðan av flatskatti, og tað loysir seg ikki at arbeiða meira hjá mær. Hetta er ikki ordiliga eitt land fyri øll, og tí eru tað eisini fleiri, sum stinga í sekkin og rýma, tí at tey fáa ikki endarnar at røkka sam­ an. Sjálv hevur hon umhugsað tað. Men familjubondini eru sterkari enn fíggjarligu fyri­ munirnir uttanlands. – Eg kenni fleiri í somu støðu sum eg, sum eru flutt og hava fingið tað lættari. Men tað er sambandið við familjuna, sum heldur mær aftur. Eg havi ongantíð verið nógv uttanlands. Eg eri ógvu­ liga heimkær. Fátækramarkið Sólrun heldur, at tað hevði verið gott at fingið ásett eitt slíkt mark, sum kann vera við til at tryggja eitt sømiligt minstamark hjá fíggjarliga sperdum familjum. – Eg gangi ikki runt og sigi at eg eri fátøk, men tað eri eg nokk, tá ið tað kemur til pengar. Eg eri einsamøll við tveimum børnum og klári meg ikki so væl, sum eg hevði kunnað hugsað mær. Sum tað hevði borið til, um vit vóru tveir uppihaldarar. So fíggjarliga eri eg fátæk, jú. Tað er týðiligt, at orðini fella við ringum tannabiti. – Tað eru fólk í Føroyum, sum tjena nógv og hava tað gott. Fátækramarkið kann so vísa, at tað eisini eru fólk, sum hava tað minni gott og sum ikki hava so nógv. Optimisturin Hóast fíggjarligu trupul­leik­ arnir koma rað á rað eins og handilsvørunar, sum koma eftir flutningsbandinum, so sæst ein týðiligur stríðsvilji við kassa 2. – Tað at vera glaður og posi­tivur móti kundunum er alfa og omega, sigur hon, meðan fólk fylla sær posar­ nar og kassaapparatið skrá­ setir innkeyp fyri hundrað­ tals krónur. – Gott nokk havi eg ikki so nógvar pengar og tað skal kempast. Men eg havi so nógv annað at fara upp til, tá ið eg vakni um morgnarnar. Eitt arbeiði, góðar starvsfelagar og glaðar kundar, har eg tosi ordiliga við tey og tey tosa ordiliga við meg. Tað dámar mær væl. Flutningsbandið rull­ar. Biiip, biip, sigur kassa­appa­ ratið. Og Sólrun smílist. Tað ringasta við støðuni er, at eg ikki kann geva mínum børnum tað, sum tey ynskja av mær og sum eg vildi ynskt, at eg kundi givið teimum Hetta fær Sólrun Umframt lønarinntøkuna fær Sólrun hesar veitingar og stuðul: Barnapengar: Umleið 1000 krónur fyri hvørt barnið um mánaðin Barnaískoyti: 1632 krónur fyri hvørt barnið um árfjóðringin Frípláss: Ókeypis ansingarpláss til sonin á dagstovni vegna lága lønarinntøku Stakur uppihaldari Sólrun og børnini Teresa og Brian hava etið morgunmat og eru klár at fara út í ein nýggjan gerandisdag Innstempling Klokkan er 8:30 og Sólrun hevur stemplað inn hjá Bónusi í Miðlon. Her er hon í umklæð- ingarrúminum. Arbeiðsdagurin endar kl. 16 Morgun Sólrun greiðir hárið á Teresu áðrenn familjan fer heimanífrá um morgunin Fíggjarliga sperd