mánadagur 1. juli 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Mildur og lukkuligur
yvir fólki sínum
Í dag 28/6 var seinasti arb
eiðsdagur hjá Bo Jørgensen,
sum hevur verið lærari á
Studentaskúlanum og HF-
skeiðnum í Eysturoy og á
Klaksvíkar HF-skeiði frá 1983
til 2013.
Bo er føddur í Keyp
mannahavn 29. apríl í 1945 – 1
viku áðrenn 2. heimsbardagi
endaði, er útbúgvin Cand.
Mag. í søgu, religión og
fornaldarfrøði
og
hevur
hann undirvíst í øllum hes
um lærugreinum við Gøtu
gjógv, í Klaksvík og á Kambs
dali. Hann hevur sostatt
tænt føroyska undirvísingar
verkinum í 30 ár við síni
breiðu vitan, síni servitan og
sínum nærlagni, og nú hann
leggur frá sær, eru fleiri av
hansara fyrrverandi næm
ingum starvsfelagar hansara
her á Studentaskúlanum og
HF-skeiðnum í Eysturoy eins
og á Klaksvíkar HF-skeiði og
núverandi rektari byrjaði
sum næmingur sama ár, sum
Bo byrjaði sum lærari.
Sum starvsfelagi er Bo
vitandi, fyrikomandi og um
boðar eina mentan í dýpt og
breidd sum fáur og sum vit
fara at sakna. Í fríkorterum
og til fundir hevur hann oyst
av sínum mongu keldum –
bæði til skemt og álvara – og
mong eru tey áhugamál, sum
hann hevur lutað saman við
okkum her t.d. innan mál,
heimsbókmentir og films
søgu. Bo hevur verið virkin í
Lærararáðnum, so at siga øll
árini hann hevur starvast á
staðnum – seinastu árini
sum kassameistari – og
annars tikið mangt takið, tá
á stóð og er altíð góður í
ráðum. M.a. var hann leiðari
á Klaksvíkar HF-skeiði eitt
10-ára skeið frá 1984.
Bo er giftur við Margit
Dahl Nielsen, sum er ættað
úr Åbenrå, sum hevur før
oyskar røtur í moðurætt, og
sum eisini hevur verið lærari
á skúlunum síðani 1983. Hon
undirvísir í søgu og týskum.
Tey eiga sonin Hans Jacob,
sum er útbúgvin sivilverk
frøðingur og arbeiðir hjá
Mærsk á Esplanaden í Keyp
mannahavn. Hans Jacob tók
studentsprógv á Kambsdali Í
1998. Familjan hevur búð í
Klaksvík øll árini og Margit
og Bo eru partur av tí lærara
hópi, sum hevur verið kjarni
á skúlunum øll árini.
Vit heilsa Bo við sitati
num,
sum
Dánjal
Petur
Højgaard tók fram í røðu síni
í morgun úr “Homerisku
kvæðini, Odysseus” í endur
søgn eftir Jeffrei Henriksen:
“Zeus var eisini troyttur av
kríggi og blóði, og hann læt
Athenu leggja uppí at fáa
frið í lag. Hon skipaði fyri
semju partanna millum, og
Odysseus sat í mong ár sum
ein mildur og lukkuligur
kongur yvir fólki sínum á
Itaka.” Soleiðis ímynda vit
okkum teg í vælsignaðum og
eydnusomum ævikvøldi.
Við takksemi og góð
ynskjum
Starvsfelagarnir
Bo Jørgensen og Margit Nielsen eftir ársroyndina, har tey fyrstu
ferð í 28 ár høvdu innanhýsis roynd saman í søgu.
Munnlig roynd í søgu. Hjúnini Bo Jørgensen og Margit Nielsen eru bæði søgulærarar.
Fyrsta starvsárið var Bo Jørgensen lærari hjá Nikolinu Olsen, sum nú er lærari á skúlunum
og seinasta starvsár hevur Bo verið lærari hjá soni Nikolinu, Høgna Olsen. Hetta er eitt
gott dømi um, at Bo í mongum førum hevur verið lærari hjá fleiri ættarliðum.
Rektari, Helga Foldbo, takkar Bo Jørgensen fyri trúgva
tænastu. Bo nevndi í síni takkarrøðu, at hann hevur havt
Helgu til næming, síðani starvsfelaga og nú rektara.