Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 ítróttur Erla er ein ordulig perla í Fuglafirði Hetta er hugaligt, heldur bátsformaðurin á gentubátinum í Fuglafirði, har tað leygardagin verður FM kappróður, og har áhugin fyri kappróðri er sera stórur, nú tað gongur so væl hjá gentumanningini kappróður s14-17 Takk fyri, Ábraham Fríggjadagin takkaði Ábraham Løkin fyri seg í føroyskum fót- bólti. – Eg vænti ikki, at eg verið at síggja sum venjari í Effo- deildini aftur, sigur Ábraham Løkin, ið gevst sum venjari hjá NSÍ. 54 ára gamli Ábraham Løkin var um aldarskiftið valdur til besta føroyska fótbóltsspælaran seinastu halvt hundrað árini. Ábraham hevur umframt at spælt í Føroyum, eisini roynt seg í donskum og fronskum fótbólti. Hann náddi at spæla 22 altjóða skrásettar landsdystir fyri Føroyar, har tann minniligasti mundi verða 12. septembur 1990 í Landskrona móti Eysturríki.