Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi E in spennandi evropeisk vika er fyri framman fyri føroyskan felagsfótbólt, har góð lutakøst hava gjørt tað hugaligt hjá okkum at fara til fótbólt tær næstu vikurnar. EB/Streymur skal royna seg í Champions League undankappingini, meðan HB, ÌF og Víkingur skulu royna seg í Europa League undankappingini. Tað eru sjey ár síðani eitt føroyskt lið spældi seg víðari í teimum evropeisku kappingunum. B36 og EB/Streymur vóru marginalar frá at gera tað í fjør, og EB/Streymur hevði heldur ikki marginalarnar við sær fyrraárið. HB hevur staðið seg væl á heimavølli við javnleikum og sigrum, men tíverri hevur tað gingið minni væl á útivølli. Í skrivandi stund er føroyskur felagsfótbóltur nummar 51 av teimum nú 54 limalondunum í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Tí hava vit hart brúk fyri, at fáa føroysk lið víðari í teimum evropeisku kappingunum hesaferð. EB/Streymur hevur fingið eitt gott lutakast ímóti meistarunum, Lusitanos úr Andorra. Men EB/ Streymur er úti fyrst í tí suðurevropeiska hitanum, og so er at vóna, at EB/Streymur kann fáa eitt gott útgangsstøði til returdystin. ÍF tekur ímóti Linfield úr Norðurírlandi, sum spældu tvær ferðir 0-0 ímóti B36 í Champions League undankappingini í fjør. Ólukkutíð vunnu norðurírar seg víðari uppá brotssparkskapping. ÍF hevur Linfield heima á Tórsvølli mikukvøldið. Linfield hevur mist norðurírska meistaraheiti, og teir dáma ikki at spæla á graslíki, men teir eru eitt sterkt evropeiskt heimalið á Windsor Park í Belfast. Tí má ÍF vinna heimadystin mikukvøldið. HB skal ein stuttan túr til Vestmannaoyggjarnar, har gestablídnið áðrenn dystin uttan iva verður stórt. Tað verður tað tó ikki undir dystinum ímóti ÍBV, har HB skal hava eitt gott úrslit til returdystin á Tórsvølli í næstu viku, fyri at kunna fara eftir Reyðu Stjørnu í øðrum umfari í undankappingini. Víkingur tekur ímóti finsku Inter Turku hóskvøldið. Føroysk lið hava fleiri javnleikir, onkran sigur og tepur tap ímóti finskum liðum á heimavølli. Vónandi kann Víkingur fáa eitt úrslit, sum gevur vónir til returdystin í Turku í næstu viku. Òannsæð, so hevði tað hjálpt nógv uppá hagtølini, um føroysk lið vunnu seg víðari úr fyrsta undanumfarinum. Miðlahúsið ynskir EB/ Streymi, HB, ÌF og Vìkingi hjartaliga góða eydnu við arbeiðssetninginum. Vit hava brúk fyri, at lið koma víðari nú www.ab.fo: Ikki minni enn 5 leikarar á EFFO liðnum hjá AB hava í hesum døgum lokið miðnámsprógv. Teir eru Karstin Højgaard, Hørður Mohr, Áki Dahl og Beinir Ellefsen sum hava fingið studentsprógv og Gert Drangastein, sum hevur fingið hægri Handilsskúlaprógv. Teir eru óførir www.hb.fo: At síggja til var bólturin væl innanfyri málstrikuna, áðrenn Geza fekk hann útaftur, men einki varð dømt. Í staðin fingu vit nýtt horna, og hesuferð er einki ivamál, tá innskifti Bárður Heinesen smekkar bóltin í kassan til 4-1. www.vikingur.fo: Bert løtu seinni er Atli komin við í álopið og leggur eina góða sending til Finn, ið sneiðir fram við málmanninum, men verður feldur. Brotsspark - hildu øll - uttan dómarin, ið sá okkurt annað og gav Finni gula kortið. Ivasom avgerð!!! www.b36.fo: Vit høvdu bóltin mest sum alla tíðina, og vit skaptu eisini nóg mikið av møguleikum. Men tá bólturin ikki fæst inn um strikuna, kann úrslitið ikki verða annað enn málleyst. www.if.fo: Ungi málmaðurin Hallgrím G. Hansen megnaði uppgávuna sum avloysari fyri Jákup Mikkelsen til fulnar. Allir spælararnir høvdu ein góðan dag og serliga væl riggaði verjuspælið. www.eb-streymur.fo: Men tá vit vóru komin at sita í flogfarinum, segði flogskiparin, at stýrimaðurin, ið skuldi vera við hendan túrin, var vorðin sjúkur, so tey høvdu verið noydd at innkalla ein annan stýrimann. www.nsi.fo: Sum kunnugt, er Ábraham Løkin givin sum venjari á besta liðnum hjá felagnum. Nýggjur Effovenjari verður Heðin Askham. www.ki.fo: KÍ er umboða í øllum finalunum á kvinnusíðuni tann 23. og 24. august. Felags fyri allar hálvfinalurnar er, at EB/Streymur hevur verið mótstøðu liðið. www.fsf.fo: Fult umfar í 2. deild hjá monnum varð spælt um vikuskiftið, og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at Giza/Hoyvík og AB eru fremst nú kappingin fer í summarsteðg. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Heri Simonsen Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki: ■ Hvat hava Sevmýra og TB til felags i kvøld? Bæði hava mótbrekku (TB - EB/Streymur) Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki til lands­dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober 2013 Toppliðini halda seg á kósini Danska svimjisambandið skipar fyri árligu donsku meistarastevnuni á lang­ geil, frá í dag og fram til leygarkvøldið 6. juli. Úr Føroyum luttaka teir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson. Pál í 200m, 400m og 800m frí, og Magnus í 50m, 100m og 200m rygg, umframt 50m og 100m firvald. DR vísir beinleiðis frá finalunum á www.dr.dk. Innleiðandi riðlarnir byrja hvønn dag klokkan 08.00 føroyska tíð og finalurnar klokkan 16.00, skrivar svimjing.com Fríggjakvøldið fór lands­ kapp­ingin í fótbólti í summar­frí. Næstu vikurnar er europeiskur fótbóltur á skránni hjá bestu liðunum. Nú tað resta tólv umfør av 2013 kappingini er myndin alt greiðari, sum sigur, at eisini næsta ár fara HB, ÍF og EB/ Streymur at teljast millum liðini, sum fara at spæla í europeisku kappingunum. HB og EB/Streymur vunnu tryggar sigrar á úti­ vølli, og ÍF hevur vunnið á heima­vølli. HB er framvegis sjey stig frammanfyri ÍF, sum er tvey stig frammanfyri EB/ Streym. At B36 ikki megnaði meiri enn málleysan javnleik á heimavølli ímóti 07Vestur, og at NSÍ tapti á Argjum ber við sær, at tað er dragnað orduliga frá bronsuplássinum og aftur til tey næstu. Umframt toppliðini so er tað serliga hjá AB, at tað renn­ur inn á stigakontuna. AB vann 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Harvið hevur AB vunn­ið tíggju stig burturúr fýra teimum seinastu umfør­ unum. AB er framvegis næst­ niðast, men nú er farið at tódnað fram til Víking og TB. Størsta aldudalinum eru Víkingur og KÍ í. Víkingur hevur ikki vunnið síðani í 5. umfari, sum var 7. apríl, og KÍ hevur ikki vunnið í landskappingini síðani í 8. umfari 28. apríl. Felags fyri Víking og KÍ er, at liðini framvegis eru í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. 07Vestur megnaði mál­ leysan javnleik á útivølli ímóti B36. Hetta var onnur ferðin í ár, at tað eydnaðist vága­monnum at vinna stig í Gundadali. Fyrra ferðin var, tá ið teir spældu 0-0 ímóti HB. Landskappingin heldur summarfrí fram til 21. juli. joannes@sosialurin.fo Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 15 10 4 1 36 14 +22 34 2 ÍF 15 7 6 2 30 23 +7 27 3 EB/Streymur 15 7 4 4 30 18 +12 25 4 B36 15 4 9 2 23 16 +7 21 5 NSÍ 15 5 5 5 21 23 -2 20 6 KÍ 15 4 7 4 30 27 +3 19 7 TB 15 3 7 5 13 20 -7 16 8 Víkingur 15 4 4 7 17 27 -10 16 9 AB 15 3 3 9 17 32 -15 12 10 07 Vestur 15 1 5 9 14 31 -17 8