mánadagur 1. juli 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jákup Mikkelsen
Royndi málverjin er ikki mest upplagda boðið, tí ÍF hevur
hóast alt latið 23 mál inn, men orsøkin til at Jákup er í mál
er, at hann hevur ein virknan leiklut í, at til tíðir unga verjan
hjá ÍF er komin livandi frá uppgávuni. Verjan hevur verið
mannað við fleiri ungum spælarum og Jákup hevur á bestan
hátt stýrt teimum. Teitur Gestsson er eisini eitt gott boð
saman við einum tveimum øðrum.
Jóhan Troest Davidsen
Er leiðarin í bestu verjuni í landinum. Bara 14 mál
eru farin í gjøgnum og avrikini hjá Jóhan Troest
Davidsen hava verið støðug og góð. So góð, at
hann nú aftur er á landsliðnum. Eitt upplagt boð.
Heini Vatnsdal
Her var sum so ongin ivi. Heini Vatnsdal hevur
verið millum bestu spælararnar í føroysku
kappingini í ár. Hann er ein sannur motorur á
miðvøllinum og millum høvðusorsøkirnar til, at
HB liggur nummar eitt.
Fróði Benjaminsen:
Tað ber heldur ikki til at koma uttan um liðskiparan
hjá HB, sum aftur í ár spælir á einum høgum stigi.
Hann gongur á odda við málskjótingini hjá odda
liðnum og er ikki til at steðga.
Leif Niclasen:
Toppskjútti í føroysku kappingini hevur traðkað til, tá
Arnbjørn Hansen gjørdist skaddur. Hann er ein av høvðus
orsøkunum, saman við eitt nú Egil á Bø, til framgongdina
hjá EB/Streymi seinnu umførini. Eitt upplagt val.
Súni Olsen
Hevur ikki spælt so nógv sum aðrir, men ongin kann
pilka við avrikini hjá gøtumanninum. Hann hevur
vunnið sær fast pláss á landsliðnum og tað sigur
ikki so lítið um avrikini í fyrru hálvu.
Óli Johannesen
Er høvðusorsøkin til, at TB hevur so stinna verju.
Hóast hann sum einstaklingur ikki hevur skarða
framúr, so hava evnini hjá honum at leiða og ganga
á odda gjørt, at TB bara hevur fingið 20 mál ímóti.
Her eru eisini onnur góð boð, men 41 ára gamla Óla
Johannesen er altíð eitt trygt val í miðverjuni.
Jan Ó. Ellingsgaard
Hevur spælt flest minuttir fyri ÍF og hevur verið
sannførandi. Tað hevur hann faktist í fleiri ár.
Umframt at verða ein partur av ungu verjuni hjá
ÍF, so eru framrættaðu evnini hjá honum kom ÍF
til góðar fleiri ferðir.
Leivur Joensen
Hevur burturúr ongum sett seg fast á høgra bakk
plássið. Hann hevur avrikað væl í framrættaða spæli
num og einum sín lut í, at ÍF er á øðrum plássi.
Venjari:
Albert Ellefsen, ÍF
Tók við eftir Flemming Christensen, sum
tóktist fáa sum mest burtur úr ÍF liðum
í fjør. Eisini misti felagið lyklaspælarar,
men Albert hevur megnað at spælt fleiri
nýggjar menn inn og liðið liggur á øðrum
plássi og hevur í sinni at bjóða HB av.
Símun Samuelsen:
Landsliðsvongurin hevur verið patur av HB álopið, sum
hevur skotið 36 mál. Tað eru seks mál fleiri enn ÍF, EB/
Streymur og KÍ. Avrikini hjá Símuni hava verið støðug í mun
til tvey tey farnu árini.
Páll A. Klettskarð:
Hevur skotið níggju mál í fyrru hálvu og hevur
vunnið sær pláss á landsliðnum. Er í harðari kapp
ing við Clayton, sum hevur skotið átta mál fyri
ÍF. Báðir hava til felags, at teir fara hugagóðir til
verka – eisini tá tað gongur illa og málini mangla.