Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur kappróður Kvinnurnar á Jarnbardi vunnu aftur hesa ferð sera tryggan sigur. Men vinnaratíðin var ikki meiri enn níggjundu besta vinnaratíðin í hesi kappingini á jóansøku á Tvøroyri. Besta tíðin er tann hjá Gongurólvi í 1989 – 4.07.20. Tíðin hjá Jarnbardi leygardagin var 5.21.11. Stevnuróðurin: Hetta er hugaligt, heldur bátsformaðurin á gentubátinum í Fuglafirði, har tað leygardagin verður FM kappróður, og har áhugin fyri kappróðri er sera stórur, nú tað gongur so væl hjá gentumanningini Jóannes Hansen Erla Kongsdóttir kastar ljós og gleði yvir Fuglafjørð. Gentu­báturin vinnur og vinnur, og sigrarnir gerast alt meiri sannførandi. Leygar­ dagin á jóansøku vunnu tær fyri fjórðu ferð av fýra møguligum sigrum, og hesa ferð var sigurin uppaftur greiðari, enn teir hava verið undanfarnu ferðirnar. Leyg­ ardagin verður FM kapp­ róður á varmakeldu í Fugla­ firði. Tá verður roknað við Erlu Kongsdóttir. – Vit kenna stóran áhuga millum bygdarfólkið. Tá ið vit koma aftur av stevnunum, møta fleiri upp til suppu í neystinum, og tá er nógv róðrarprát. Eg arbeiði í FK aftaná skúlatíð, og kundarnir hava ofta eina vinarliga við­ merking um kappróður og Erlu Kongsdóttir. Tað sigur Bjørt á Tórgarði, sum er bátsformaður umborð á ljósagrøna gentubátinum í Fuglafirði, sum vann FM í fjør, og sum við at vinna sannførandi sigrar í øllum róðrunum higartil í ár hevur kós ímóti nýggjum FM. Fimm gentur eru úr Fugla­firði, ein úr Søldarfirði og ein av Oyrarbakka: Báts­ for­maðurin Bjørt á Tórgarði (1997) situr á lærinum í stýri­ borð, Jastrid Toftegaard (1996) á lærinum í bakborð, Kirst­in Toftegaard (1996) – Toftegaard systrarnar eru tvíburðar - í rúminum í stýriborð, Anna Larsen (1997) í rúminum í bakborð, Randi Ziska Larsen (1995) á toftini í stýriborð, Birita Djurhuus (1996) á toftini í bakborð og Sunnleyg Eliasen (1997) stýrir. Trý ára ætlanir Tað er ikki komið burturúr ongum, at Erla Kongsdóttir hvørja ferð flýgur frá øllum hinum. Hetta er triðja árið við hesari verkætlanini, um tað ber til at siga tað soleiðis. Í fyrra árið vunnu tveir róðrar og silvur í FM. Í fjør vunnu tær allar róðrarnar og harvið gull í FM, og nú eru tær uppaftur meiri sann­ førandi. Hvat er málið nú? – Vit ætla okkum at vinna allar róðrarnar í ár, vit droyma um at vera besta manningin av øllum, og so hugsa vit um tíðirnar. Tað hevði verið hugaligt at róð skjótari enn 6-mannaførini við kvinnum. Á jóansøku vóru vit hálvtannað sekund aftanfyri tíðina, sum Jarn­ bardur vann við, sigur Bjørt á Tórgarði. Tað er Ingi á Tórgarð, pápi Bjørt, sum er venjari. Trý tey seinastu árini hevur hann lagt ætlanir fyri, hvussu tær skulu venja. Ingi er ítróttarmaður um ein háls. Hann hevur fingist nógv við Erla er ein ordulig perla í Fuglafirði Hóast sigurin hjá Erlu Kongsdóttir var ógvuliga sannførandi, so var talan ikki um met á jóansøku. Hvassi setti metið í 2011 við tíðini 5.04.05. Vinnaratíðin hjá Erlu K ongsdóttir leygardagin – 5.22.24 - er tann næstbesta á jónansøku á Tvøroyri.