Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur judo, og hann hevur róð nógv við Havnarbátinum. Eisini í ár tá hann avloysti fyri skadd­an mann í ein mánað. Gentumanningin á Erlu Kongsdóttir er onnur mann­ingin í Fuglafirði, sum hann hevur vant at vinna FM. Fyrra manningin var kvinnumanningin, sum vann FM í 2010. Í 2008 vóru tær nummar trý, í 2009 vóru tær nummar tvey, og so vunnu tær FM í 2010. – Fyrsta treytin er, at karmarnir eru í lagi. Vit hava eina góða nevnd, sum hevur skaffað okkum nýtt neyst og amboðini, sum skulu til. Genturnar eru framúr áhugaðar. Tær venja fimm ferðir um vikuna, og tað kemur nógv burturúr. Tá ið tú hevur fingist nógv við kappróður, so veitst tú, at tað viðhvørt kemur soleiðis fyri, at alt riggar. Manningin er í javnvág, og tað kennist sum um, at báturin rennur fyri tær. Eg havi sagt við tær, at tær skulu njóta hetta, tí sovorðið kemur kanska bara fyri hvørt tíggjunda ella tjúgunda ár. Hvat gera tær rættari enn hinar manningarnar? – Tær eru væl fyri tekn­ iskt og taktiskt. Úrtøkan úr hvørjum taki er eitt sindu­r betri enn hjá hinum. Tað eru umleið 200 tøk á 1000 metra teininum, og meiri úrtøkan úr hvørjum einstøkum taki er tilsaman tær 3-5 bátslongdirnar, sum tær vinna við, heldur Ingi á Tórgarði. Nógv í maskinuni Hóast tær flestu á Erlu Kongsdóttir hava aldur at halda fram næsta ár, so verða tær ikki allar á bátinum. Á Tórgarði familjan flytir eftir ólavsøku úr Fuglafirði og til Havnar at búgva. Kanska fara tey í Havnar Róðrarfelag næsta ár at fáa gleði av tí. Bjørt á Tórgarði sigur einki um tað, men hon er ivaleys í, at hon fer at halda fram við at kappast í inniróðri. Har hevur hon síðstu árini verið framúr. Í januar 2012 og aftur í januar 2013 var hon í Danmark og kappaðist um DM. Hon vann í sínum aldursbólki kappingina á 2000 metrum. – Eg hvíli meg tvær vikur í august, so fari eg aftur at venja í maskinuni. Tað dámar mær ógvuliga væl, og eg ætli mær at halda fram við tí. Bátsfelagarnir eru so smátt farnir at venja í maskinunum í oktober, og frá januar og fram til ólavsøku hava vit vant saman. Tað hevur riggað væl, sigur Bjørt á Tórgarði. Hon og bátsfelagarnir eru í ár stoltleikin hjá fugl­ firðingum í kappróðri. Erla er ein perla! Teistin kløkkaði Kvinnurnar á 5-manna­far­in­ um Havfrúnni úr Vestmanna vunnu aftur á jóansøku. Hetta var 11. sigurin á rað hjá kvinnunum úr Vestmanna, sum vunnu FM í fjør við fullum stigatali, og sum aftur hava kós ímóti FM. Á norðoyastevnu og á fjarðastevnu var talan um tryggar sigrar. Á sunda­lags­ stevnu var um reppið, at Falkurin snýtti Havfrúnna, og aftur leygardagin var stórur spenningur. Hesa ferð var tað Teistin av Argjum, sum bjóðaði av. Starturin hjá argjakvinnum var ikki góður, men so við og við vann Teistin seg fram, og avrikið var so gott, at tað varð heilt spennandi. Havfrúgvin helt tørn, men tær í Vestmanna sóu greitt tekin um, at tað fer at verða kapping um sigr­ arnar. Teistin var næstfremst á norðoyastevnu, og á sunda­ lagsstevnu og fjarða­stevnu var hann nummar trý. Leygardagin fæst at síggja í Fuglafirði, um tær á Argjum fara at megna at steðga sig­ ur­srøðini hjá Havfrúnni. Jarnbardur í sama lagi Hóast fjarstøðan aftur til næstu bátarnar hevur hug at tódna, so er tað eingin sum helst ivi um, at Jarnbardur er á veg ímóti FM heitinum í kappingini millum 6-manna­ før við kvinnum. Á norðoyastevnu var Jarn­ bardur 20 sekund framman fyri næsta bátin, sum var Rádni úr Fuglafirði. Síðani tá er fjarstøðan frá Jarnbardi og aftur til kappingarneytarnar – um tað ber til at brúka hetta heitið í hesum førinum – minkað, og á jóansøku var Jarnbardur 8 sekund framm­ an fyri Rádna. Men tað er lítið sannlíkt, at nakað 6-mannafar í nakr­ ari kapping í ár fer at hótta Jarnbard, og tað er heilt víst, at Jarnbardur fer at vinna FM. joannes@sosialurin.fo Erla Kongsdóttir hevur vunnið tólv ferðir á rað í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Sigursrøðin byrjaði á ólavsøku í 2011. Í fjør vann Erla Kongsdóttir allar sjey róðrarnar, og higartil í ár hava tær í Fuglafirði tryggjað sær fýra sigrar. Aðru hvørja ferð eru sigrarnir hjá Havfrúnni teprir, og aðru hvørja ferð eru teir meiri sannførandi. Á norðoyastevnu vóru tað trý sekund aftur til Teistan, á sundalagsstevnu var 1/25 av einum sekundi aftur til Falkin, á fjarðastevnu vóru fimm sekund aftur til Falkin, og leygardagin var eitt sekund aftur til Teistan. Myndir: Álvur Haraldsen