mánadagur 1. juli 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur kappróður
Genturnar á Fípuni Førgru úr Klaksvík vóru aftur á
jóansøku bestar í barnaróðrinum. Á fjarðastevnu vóru
tær 8/25 av einum sekundi frammanfyri Títling hjá
Havnar Róðrarfelag, og hesa ferð var munurin millum
hesar báðar bátarnar 6/25 av einum sekundi!
Stevnuróðurin:
Men Janus Dam Jacobsen fer framvegis at leggja venjingarnar til rættis
hjá Klaksvíkingi, sum leygardagin vann sannførandi sigur á jóansøku, har
tað bara var Sølmundur, sum megnaði at basa vinnaranum á fjarðastevnu
Jóannes Hansen
Klaksvíkingur er boysin. Tað
mugu suðuroyingar og øll
onnur ásanna. Vónin hjá
suðuroyingum var, at tað
skuldi eydnast teirra flagg
skipi at vinna á jóansøku á
Tvøroyri, har manning av
Tvøroyri ikki hevur vunnið í
kappingini
millum
10-
mannafør síðani 1981. Tað eru
32 ár síðani, at Tvørabáturin
vann í heimasjógvi. Jóansøka
er annaðhvørt ár á Tvøroyri,
og harvið verða tað í minsta
lagi 34 ár millum heima
sigrarnar í kappingini mill
um
10-mannaførini
á
jóansøku.
Havnarbáturin misti hálva
bátslongd í startspurtinum.
Eina løtu lógu Suðuroy
ingurin og Klaksvíkingur
borð um borð, men so hevði
Klaksvíkingur hug at leggja
seg framum, og longu áðrenn
tað varð farið undir enda
spurtin kendist tað vera
greitt, at tað ikki fór at bera
til hjá Suðuroyingi at gera
nakað við stinnu klaksvík
ingarnar á nýggja 1500 metra
teininum úr Trongisvági og
út á kaiina á Tvøroyri.
-Vit hava okkara
ætlan, og hana halda vit
okkum til uttan mun til,
hvussu tað gongur. Tað er
ikki soleiðis, at vit skifta
taktikk, meðan vit rógva. Tað
hava vit ongantíð gjørt, og
tað gjørdu vit heldur ikki
hesa ferð. Endaspurturin hjá
okkum er tredivu tøk, og
sjálvandi kennist tað lættari,
tá ið vit síggja aftur á
kappingarneytarnar.
Soleiðis sigur Janus Dam
Jacobsen. Hann hevur verið
við Klaksvíkingi allar róðr
arnar, síðani nýggi báturin
bjóðaði seg fram fyrstu ferð í
2006. Síðani hava teir vunnið
25 róðrar og FM í 2006, 2009,
2011 og í 2012. Eftir fýra tær
fyrstu kappingarnar í ár er
Klaksvíkingur fremstur í FM
kappingini. Tríggjar kapp
ingar bíða, áðrenn tað verður
greitt, hvussu tað verður við
FM í ár. Tað er tó greitt, at
Janus Dam Jacobsen ikki
verður umborð tað, sum er
eftir av hesum róðrarárinum.
Hann er á veg til skips, og
hóast tað hava verið fleiri
skiftingar umborð higartil í
ár, so er tað ikki hvør sum
helst, sum nú er farin av.
Janus hevur staðið fyri
venjingunum seinastu árini.
Tað fer hann framvegis at
gera, hóast hann verður
burturstaddur,
og
Janus
stúrir ikki fyri, hvussu tað fer
at laga seg:
– Vit kendu fyritreytirnar,
áðrenn vit tóku endaliga
avgerð um at bjóða okkum
fram í kappingini í ár.
Higartil hava vit skift fólk
fleiri ferðir, og nú eru vit
tveir, sum fara av. Jákup
Hansen siglir við Norrønu,
og hann fer umborð aftur nú.
Heini
Hátún
og
Sámal
Einarson loysa av. Teir hava
nógvar royndir, og teir eru
væl fyri. Um tað ikki vóru
fleiri, sum vóru klárir at
loysa av, so hevði hetta ikki
borið til, men tað ber til upp
á henda mátan, sigur Janus
Dam Jacobsen.
Tað kann væl vera, at
onkrar aðrar skiftingar verða
gjørdar tað, sum er eftir av
hesum róðrarárinum:
– Onkur er upp á spring at
fara til Noregs at arbeiða, og
onkur er á veg heim úr
Noregi. Vit vóna og vænta, at
tað fer at ganga upp, men
hetta er øðrvísi, enn tað
Bátsfor
maðurin
mynstrar av
Dreingirnir á Beintu úr Miðvági vóru aftur á jóansøku
bestir í barnaróðrinum. Á fjarðastevnu vóru teir eitt
stórt sekund frammanfyri Junkaran úr Kvívík, og hesa
ferð vóru teir tvey sekund frammanfyri Junkaran.