Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur plagdi at vera, heldur Janus Dam Jacobsen. Sølmundur birtir nýggja vón Einasti báturin, sum vann á jóansøku, og sum ikki vann á fjarðastevnu, var 6-mannafarið Sølmundur við monnum. Kappróðrarfelagið NSÍ á Glyvrum er tað, sum hevur flest manningar við í ársins FM kappingum. Tað nívir tó á Skálafjørðinum, at tað undan hesum kappingar­ árinum ikki eydnaðist at manna 10-mannafarið Eyst­ uroying. Ætlanin og vónin er, at tað skal eydnast at fáa sjey faldu FM vinnararnar síðani 1998 aftur í kappingina, og avrikini hjá 6-mannafarinum Sølmundi higartil í ár benda á, at tað er møguleiki fyri, at tað skal eydnast. Á norðoyastevnu vann Sølmundur, í Sundalagnum tapti hann fyri Jarnbardi, á Skála tapti hann fyri bæði Jarnbardi og Gongurólvi, men leygardagin riggaði aftur: Hesa ferð legði Søl­mund­ ur seg framum, tá ið start­ spurturin var gott og væl av, og hann helt oddasessin allan teinin og var stóran skutin undan kapp­ingar­ neytunum, tá ið teir fóru um málið. Kappingin um næst­ fremsta plássið var sera tøtt millum teir tríggjar bátarnar úr høvuðsstaðnum – Her­ ning og Jarnbard hjá Knørra­ felagnum og Gongurólv hjá Havnar Róðrarfelag. Gongur­ ólvur var akkurát undan teimum báðu bláu bátunum, og í innanhýsis bláu kapp­ ingini var Jarnbardur betri. Í startspurtinum vóru Strálan av Strondum og Tvørabáturin millum teir fremstu, men teir megnaðu ikki at halda tørn, tá ið tað galt mest um. Argjabáturin meiri suverenur Á Skála kendist tað frá fyrstu tøkunum í startspurtinum, at Argjabáturin fór at vinna dyggan sigur á Miðvingi. Soleiðis varð tað eisini. Beinanvegin, tá ið start­ skotið varð brostið á jóan­ søku sást tað, at miðvingar ætlaðu, at tað hesa ferð skuldi ganga øðrvísi, enn tað gjørdi á fjarðastevnu. Miðvingur megnaði eisini at halda tørn eina løtu, men so munaðu tøkini hjá argjamonnum betri, og sum tíðin leið, øktist munurin alt meiri. Miðvingar megnaðu ikki hesa ferð at svara aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin seks sekund ella tvær bátslongdir. Á Skála var munurin trý sekund. Tað vil við øðrum orðum siga, at hesa ferð var tíðarmunurin dupult so stórur, sum hann var á fyri viku síðani. Harvið er tað greitt, at avbjóðingin hjá miðvingum er stór, um teir skulu megna at hótta Argjabátin, sum tykist hava beina kós ímóti FM heitinum. Dreka dreingirnir drúgvastir Tað var leingi sera spenn­ andi í kappingini millum 5-mannaførini við dreingj­ um. Spenningurin snúði seg um, um tað fór at verða Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum skuldi end­ urtaka sigurin frá fjarða­ stevnu, ella um tað skuldi verða Royndin Fríða, sum vann á norðoyastevnu, ið skuldi vinna. Drekin var saman við Fípuni Føgru úr Klaksvík best í startinum, men sum tað leið, so vóru tað Drekin og Royndin Fríða úr Vági, ið vóru í sera tættari og spennandi kapping. Royndin Fríða hevði eina løtu hug at leggja seg á odda, men tá ið teir fóru undir endaspurtin, vísti tað seg, at dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag høvdu mest orku, og síðstu tvey hundrað metrarnar runnu teir eina heila báts­ longd frá Royndini Fríðu. Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri var aftur hesa ferð nummar trý, og hesa ferð var tað Blikur hjá Argja Róðra­ rfelag, sum vann kappingina um fjórða plássið á Fípuni Føgru úr Klaksvík. Ternan hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var eina bátslongd aftanfyri Fípuna, og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag var væl aftari.. Á Jóansøku kappaðust 8-mannaførini og 10-mannaførini á 1500 metrum. Á varmakeldustevnu, sum verður í Fuglafirði leygardagin, fara 8-mannaførini og 10-mannaførini at kappast á 2000 metrum. Fyrireikararnir av kappróðrinum á jóansøku komu ógvuliga væl frá sínari uppgávu. Klokkan var ikki fimm, tá ið 10-mannaførini fóru skúmandi um málið. Tveir tímar til sjey FM kappróðrar tænir teimum í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag til stóran heiður! Myndir: Álvur Haraldsen