Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur HB vann seinsta dystin fyri summarsteðgin 4-2 á Víkingi í Gøtu. Víkingur kom á odda longu aftaná fá sekund, men so svaraði HB aftur við fýra málum upp í slag frá Símuni Samuelsen, Gunnari Haraldsen, Fróða Benjaminsen og Bárði J. Heinesen. ÍF vann seinasta dystin fyri summarsteðgin 3-1 á KÍ. Umframt eitt sjálvmál, so fingu Clayton Soares og Jan Ó. Ellingsgaard eitt mál í part. Um vikuskiftið gjørdist greitt, at Dánjal á Lakjuni verður aftur í hópinum, eftir at hann í vetur fór til Íslands. fótbóltur effodeildin Liðið tykist hanga væl saman frá aftasta til fremsta mann. Hóast kappingin byrjaði við einum javnleiki móti einum tendraðum B36 liðið, sum helst átti at havt vunnið, so hevur liðið vunnið sær eina greiða leiðslu síðani tá. Í málinum er kapping mill­ um Teit Gestsson og Hans Jørgensen. Tað má metast at verða sunt fyri eitt føroyskt felag, at hava tveir so góðar málmenn at velja í millum. Í verjuni hevur Jóhan Troest Davidsen víst spæla á landsliðsstigi, meðan hinir í verjuni spæla yvir miðal næstan hvønn dyst. Á miðjuni hava Heini Vatnsdal og Fróði Benjamin­ sen sett sítt fingra­merki á, meðan Kristin R. Mouritsen stendur í blóma og Bárður Olsen er kláður at traðka til. Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen hava staðið fyri tí skapandi spæl­ inum, meðan Andrew av Fløtum vísir til hvønn dyst, at hann hevur nógv at geva HB hóast hann so smátt eld­ ist. Fyrra hálva fer í søguna sum ein maktframvísing frá einum HB liðið, sum hev­ur beina kós móti meistara­heit­ inum. Higartil hevur skútan siglt millum skerini, men spurningurin er hvat hendir tann dagin HB við fullari ferð tekur í botn? Sum tað sær út í løtuni, so skal nógv ganga gali, um ikki HB vinnur FM 2013. Tað er deiligt at hoyra, at fuglfirðingar uppføra seg sum eitt topplið, og ikki koma við vanligu úttalisinum um at taka ein dyst á gangin o.s.fr. Fleiri stuðulsspælarar frá góða kappingarárinum í fjør eru burtur, meðan Albert Ellefsen hevur tikið við sum venjari. Tí kundi hugsast undan kappingarbyrjan, at ÍF fór at hava torført við at halda fast í oddinum. Tað hevur ikki verið trupulleikin og ÍF hevur havt eina framúr fyrru hálvu, har liðið fleiri ferðir er komið afturúr, men hevur vunnið seg upp á javnt aftur. ÍF hevur eisini spælt fleiri nýggjar mans inn á liðið. Á høgra bakki hevur 19 ára gamli Leivur Joensen verið framúr og hevur lagt upp til fleiri mál. Í miðverjuni hevur bara 18 ára gamli Poul N. Mikkelsen eisini spælt sum ein royndur miðverji, meðan Bogi Reinert Petersen og Ari Ó. Ellingsgaard hava verið drúgvir á miðvøllinum. Øssur Dalbúð er komin heimaftur og hevur ríkað um álopið saman við Clayton Soares, sum aftur í ár sær út sum ein maður, ið kundi hugsa sær at blivi toppskjútti í Effo- deildini. ÍF skal eisini spæla í Evropa League í ár. Vónandi eru teir eitt gløggari enn í fjør og fáa eitt gott úrslit. ÍF hevur annað árið á rað møguleika fyri at vinna heiðursmerki og tað ein staðfesting av einum vælvirkaði felagið í Fløtugerði. Beina kós móti FM Fuglfirðingar tevja enn eitt heiðursmerki Teitur M. Gestsson Gunnar Haraldsen Johan T. Davidsen Jógvan R. Davidsen Alex J. dos Santos Fróði Benjaminsen Kristin R. Mouritsen Heini Vatnsdal Christian R. Mouritsen Símun Samuelsen Andrew av Fløtum Jákup Mikkeslen Poul N. Mikkelsen Høgni Zachariassen Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard Bogi R. Petersen Heri Nesá Hanus Thorleifsson Ari Ó. Ellingsgaard Øssur Dalbúð Clayton Soares HB hevur víst meistarspæl í flestu av dystunum í fyrru hálvu. Teir vóru undan kappingarbyrjan spáddir sum meistarar og tað hava teir livað upp til fyrstu 15 umførini. Tað er bara blivið til tað eina tapi - á útivølli fyri EB/Streymi – Vit fara eftir FM heitinum, eru boðini úr Fuglafirði. Silvurheiðurs­ merkið frá farna kappingarári var eitt flott og gott úrslit, men hóast HB hevur hug at renna undan, so vilja fulgfirðingar ikki taka til takkar við enn einum silvurheiðirsmerki 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin tídningarmiklastur fyri steðgin tídningarmiklastur fyri steðgin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir eftir steðgin... eftir steðgin... ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ 1 Símun Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 2 Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 3 Gunnar Haraldsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 1 Clayton Soares . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 2 Øssur Dalbúð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 3 Bartal Eliasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 1 Gunnar Haraldsen . . . . . . . . . . . . . . 1350 2 Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . 1331 3 Christian R. Mouritsen . . . . . . . . . . 1320 1 Jan Ó. Ellingsgaard . . . . . . . . . . . . . 1350 2 Leivur Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . 1339 3 Øssur Dalbúð . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1331 Fróði Benjaminsen Her eru fleiri um boðið, frá Teiti Gestsson og Jóhan Troest Davidsen í verjuni til Fróða Benjaminsen og Heina Vatnsdal á miðjuni og Símun Samuelsen á vong­ inum. Men tá alt kemur til alt, so er ógjørligt at koma rundan um liðskiparan Fróða Benjaminsen, sum hevur spælt allar dystirnar frá byrjan og hevur skotið seks mál. Saman við Heina Vatnsdal mannar hann besta miðvøllin í føroyskum fótbólti. Fróði fyllur altíð nógv á miðjuni og luttekur nógv bæði í fram­rættaða og verjukenda spælinum. Clayton Soares Aftur í ár gongur Clayton Soares á odda fyri ÍF. Hann hevur skotið átta mál og hevur spælt væl. Tað eru fleiri spælarar á ÍF liðnum, sum hava spælt væl í ár, men valið fellur á Clayton, tí hann er so avgerandi fyri útfallið í teimum flestu dystunum. Eisini hugaligt at síggja, at framherjin úr Brasil heldur fram at avrika væl, eftir at hann í fjør bleiv valdur til ársins spælara. Hann skorar eitt mál fyri hvørjar 135 minuttir hann er á vøllinum higartil í ár. Uppgávan hjá Oddbjørni Joensen verður at fáa spælararnar at halda bæði beinin á jørðini. HB hevur verið væl sterkasta liðið í fyrru hálvu, men bæði ÍF og EB/ Streymur standa klár, skuldi HB liðið fingið gummibein ella mist samband við jørðina. HB hevur ikki brúk fyri tilgongd tí liðið er væl fyri á øllum plássum. Við tilgongd av Dánjali á Lakjuni tykist ÍF av álvara at síggja út sum eitt lið, ið geva HB skarpan gang. ÍF hevur spælt fleiri málríkar og spennandi javnleikir, men um ÍF skal hála inn á HB, so er týdningarmikið, at onkrir av teimum blíva til sigarar í seinnu hálvu, tí HB tykist ikki missa flogið.