Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur effodeildin EB/Streymur gjørdist fyrsta liðið, sum megnaði at vinna á TB við Stórá í hesum kappingarárinum. Við sigrinum staðfesti EB/Streymur, at teir ætla at bjóða av í oddinum, meðan Leif Niclasen tryggja sær fremsta plássi á toppskjúttaralistanum. B36 átti og skuldi hvat fingið trý stig í seinasta dystinum fyri summarsteðgin, men Andras Gango og 07 Vestur vildu ikki geva seg. B36 hevði fleiri stórar møguleikar, men hvørja ferð var Gango í vegin og tí bleiv tað bara til eitt stig. Men so vendir. Brádliga ber alt til og felagið klatrar upp eftir stigatalvuni. Í steypa­ kappingini vinnur ongin á teimum. Soleiðis var eisini í ár. 5. maj fór EB/Streymur ein bjargingarroynd til Havnar at spæla í fjórðingsfinaluni í steypakappingini móti HB. Liðið hevði tá bara skavað sær níggju stig saman og lá nummar átta. Úr hattinum tryllaði EB/Streymur fram roynda mið­verjan Egil á Bø. Hann spældi ótrúliga væl og síðani hevur EB/Streymur bara spælt betri og betri. Liðið er nú í hálvfinaluni í steypakappingini, meðan teir í landskappingini aftur tevja heiðursmerki. Liðið hevur spælt uttan Arnbjørn Hansen ein stór­ an part av fyrru hálvu, men í Leif Niclasen hevur Rúni Nolsøe funnið ein góðan av­loysara, tí hann er topp­ skjútti í deildini. Í verjuni er skil komið á, nú René Tórgerð er tøkur eftir skaða, meðan Rógvi Egils­toft Nielsen tykist hava funnið seg til rættis á vinstra bakki. Á miðvøllinum hevur Arnar Dam verið spælarin, sum hevur tikið tey flestu á bóli. Hann var undan kapp­ ingarárinum mettur um ein innhoppari til annað vong­ plássið, men hann hevur sligið til sum verjukendur mið­vallarin og spælir nú fast. EB/Streymur tykist hava fatur á rætta endanum og fáa teir nú eisini Arnbjørn í snúningar, so verður heiðurs­ merki teimum víst. Men B36 tykist verða sín egni størsti mótspælari. Trý stig í trimum heimsdystum móti TB, AB og 07 Vestur fortelur eisini eina søgu um eitt lið, sum nærmast spennur bein fyri sær sjálvum. Hevði B36 vunnið teir tríggjar dystirnar, so var liðið á øðrum plássi. Longu í fyrstu dystunum í hesum kappingarárinum vísti B36 hvat teir kunnu, við at dominera dystin móti grannunum og síðani vinna 4-0 á Víkingi. Í málinum spælir Tórður Thomsen yvir væl og samansetingin av Martin Pedersen og unga Hørðuri Askham í miðverjuni hevur riggað framúr væl. Bakkarnir eru teir somu, Høgna Eysturoy og Símun Joensen. Á miðjuni hevur Súni Olsen spælt nakrar framúr góðar dystir, meðan Róaldur Jakobsen heldur eitt javnt støðið í sínum spæli. Lukasz Cieslewicz er ikki tann sami, men sum kappingini hevur gingið, so hava bæði hann og Adeshina Lawal ment seg. Gilli Sørensen hevur toppað høgt, men er ungur og svingar nakað í avrikunum. Jákup á Borg er eisini komin seg eftir skaða og nú sær út til at B36 bjóðar av um heiðursmerkini. B36 hevur skotið færri mál enn liðini frammanfyri teir á stigatalvuni, men styrkin tykjast liggja í verjupartinum, sum bara hevur latið 16 mál inn. Tað er næstbesta verjan í landinum. Tað er eitt sindur óheppið, at Martin Pedersen nú fer av landinum, men B36 hevur klárað at sett nýtt fólk við tá tað stendur á, so helst megna teir eisini tað hesa ferð. Aftur á kós Á kós móti Evropa René Tórgarð Egil á Bø Marni Djurhuus Gert Hansen Rógvi E. Nielsen Pætur D. Jacobsen Levi Hanssen Niels Pauli Danielsen Gunnar Zachariasen Hans P. Samuelsen Leif Niclasen Tórður Thomsen Hørður Askham Martin Pedersen Høgni Eysturoy Símun Joensen Súni Olsen Róaldur Jacobsen Jákup á Borg Gilli Sørensen Lukasz Cieslewicz Adeshina Lawal Tað byrjaði sum tað plagar. Sigarnir eru fáir og munurin upp til oddin veksur fyrstu umførini. Fólk tosa um at FM møguleikin er rokin og kanska venjarin fær okkurt einkult høgg B36 hevur í nøkrum dystum víst stóra styrki og hevur millum annað verið leikliga omaná í báðum grannauppgerðunum móti greiða oddaliðnum, HB 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin tídningarmiklastur fyri steðgin tídningarmiklastur fyri steðgin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir eftir steðgin... eftir steðgin... ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ 1 Leif Niclasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 2 Hans Pauli Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . 5 3 Levi Hanssen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 1 Adeshina Lawal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 2 Rasmus Dan Sørensen . . . . . . . . . . . . . . 3 3 Lukasz Cieslewicz . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 1 Gert Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 2 Hans Pauli Samuelsen . . . . . . . . . . 1339 3 Leif Niclasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1329 1 Tórður Thomsen . . . . . . . . . . . . . . . 1350 2 Róaldur Jakobsen . . . . . . . . . . . . . . 1350 3 Hørður Askham . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 Leif Niclasen Tók við, tá Arnbjørn Hansen fekk álvarsligan skaða í knæið. Er toppskjútti í Effo- deildini og tað sigur eisini alt um fyrru hálvuna hjá EB/Streyma vonginum. Hann passar væl til skjóta og kvika álopsspælið hjá sundalagsmonnum. Leif hevur eisini staðið í skugganum av Arnbjørni og Hans Paula, tá tað kemur til kredit og landsliðið, men í fyrru hálvu av hesum kappingarárinum hevur hann stilla hinar báðir í skuggan fyribils. Súni Olsen Hóast hann bara hevur spælt 900 minuttir fordeilt yvir 10 dystir, so hevur ávri- kanin hjá Súna Olsen fyri B36 í hesum kappingarárinum ikki verið til at taka feil av. Avrikini hava verið so sannførandi á miðvøllinum, at hann endaði við at vinna sær fast pláss á landsliðnum. Tað eru ikki bara beinleiðis fríspørkini og málini, ið gevur honum heitið, men eisini stríðsviljin hann vísur á miðvøllinum. B36 hevur ongan uppruddingarmann á miðvøllinum og tí má Súni sjálvur rudda upp. Rúni Nolsøe hevur fingið fatur á rætta endanum og EB/Streymur tykist bara blíva sterkari sum kappingarárið gongur. Megnar hann at fáa Arnbjørn í fullar snúningar aftur og halda Leif framat málskjótingini, so hevur EB/Streymur góð kort á hondini at geva HB eitt sindur av mótstøðu. Verjuparturin hevur riggað væl, men nú skulu teir finna ein avloysara fyri Martin Pedersen, ið takkar fyri seg. Her kann blíva vandamikið at seta ein ungan mann inn, tí hin miðverjin, Hørður Askham, spælir sítt fyrsta ár í bestu deildini. Megnar B36 at halda fast um góða verjuspælið, so hevur liðið fleiri góðar framrættaðar spælarar.