Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur effodeildin NSÍ tapti seinasta dystin fyri sumarferiuna fyri AB á Argjum. Eitt skiftið var AB á odda 2-0, men fyrst minkaði Pól Jóhannus Justinussen um munin og stutt fyri tíð raktu gestirnir tvørstongina. Tað endaði við at AB staðfesti sigur í evstu løtu. Heldur ikki fríggjakvøldið gekk hjá KÍ, tá teir vóru í Fuglafirði og spældu móti ÍF. Heimaliðið vann 3-1. Einsamalla málið hjá KÍ skoraði Páll A. Klettskarð. KÍ hevur ikki vunnið síðani áttinda umfar. Ikki fyrr enn í fimta umfari kom fyrsti sigurin. Samanlagt er tað blivið til fimm sigrar og eitt fimta pláss. Kristian Joensen hevur sett seg tung á heiti sum vara­lands­liðsmálmaður og tað sæst aftur á avrik­ unum í málinum hjá NSÍ. Framman­fyri seg hevur hann í Pól Jóhannusi Justinus­sen ein sterkan og støðugan miðverja, sum hevur stóran týdning fyri NSÍ. Einar Tróndagjógv er komin aftur á vinstra bakkin, meðan avrikini hjá Jónhardi Frederiksberg á høgra bakki endaði við, at hann bleiv út­ tikin til landsliðið. Á miðjuni royndist Karl Løkin væl til hann valdi at fara til Íslands eftir áttinda umfar. Hann er nú aftur og tað gevur liðnum fleiri møgu­ leikar. Magnus H. Olsen, Jann Martin Mortensen og Sjúrður Jacobsen eru nakrir av hinum møguleikunum. Huga­ligt at síggja hvussu væl 36 ára gamli Sjúrður Jacobsen megnar at vera ein patur av Effo-deildini. Hóast hann er gamal í fót­bólts­ aldri, so hevur hann stóran týdning tá hann er á vøll­ inum og avrikini eru góð og støðug. Árni Frederiksberg veksur við uppgávuni í hvørjum og hevur longu nú so stóran tydning fyri liðið, at tað óhugs­andi at síggja eitt NSÍ lið uttan arbeiðssama vongin við góða skotinum. Í hinum borinum hevur heimvendi Andy Olsen havt onkrar trupul­leikar, men hevur nú fingið hol á málskjótingina. Tað er nakað Klæmint A. Olsen eisini skal til at gera nú. Hann hevur verið nakað óstøðugur við málskjótini, men kemur hann eisini í gongd, so hevur NSÍ tað sum skal til fyri at bjóða í stríð­ num um heiðursmerki. Tað nýggjasta er, at Heðin Askham er settur sum venj­ ari fyri Ábraham Løkin, ið gevst. Tey eru altíð bjartskygd í Klaksvík, men ongin sigur í sjey teimum seinastu dyst­ um hevur køvt vónina um at bjóða HB av í oddinum. Venjarin er skiftur. Páll Guðlaugsson er koyrdur frá og í hansara stað er komin Eyðun Klakstein. KÍ stendur nú eftir sum eitt lið, ið er nærri botninum enn oddinum, og pílurin peikar skeivan veg um hugt verður eftir hesum kapp­ ingar­árinum. Í stóru myndini er KÍ sum felag á rættari leið. Fólkið er lokalt og nú er venjarin eisini lokalur. Felagið er vaskað innan og uttan síðani niðurflytingina. Nú manglar bara ein krúna á verkið, sum kundi verið ein steypasigur ella ein ferð út í Evropa, har KÍ søguliga hevur staðið seg so væl. Blandingin millum roynd­ ar spælarar sum Heðin á Lakjuni, Meinhard Joensen, Atla Danielsen og Hjalgrím Elttør, og ungar menn sum Oddmar Marstein, Gunnar Christiansen og Ivan Joensen tykist vera góð. Tað er eitt sindur ilt at seta fingurin á akkurát hvat tað er, sum ger at KÍ ikki kann vinna ein dyst í løt­ uni. Móti AB fingu teir ein gyltan møguleika, tá AB fekk ein mann útvístan í fyrra hálvleiki, men heldur ikki tá riggaði. Nú má KÍ brúka summar­feriuna at finna orsøkina um 2013 ikki skal enda í gloymibókini. Ábraham mynstrar av – Heðin tekur yvir Høgt at flúgva… Kristian Joensen Jens Joensen Pól J. Justinussen J. Frederiksberg Einar Tróndargjógv Andrass Frederiksberg Sjúrður Jacobsen Magnus Olsen Árni Frederiksberg Klæmint A. Olsen Andy Olsen Meinhard Joensen Oddmar Marsten John Hammer Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni Atli Danielsen Heðin Klakstein Ivan Joensen Álvur F. Christiansen Páll A. Klettskarð Hjalgrím Elttør Tað sá einki út hjá NSÍ. Tað plagar tað heldur ikki at gera fyrstu umførini, men sum fyrra hálvan hevur gingið, so er NSÍ komið sær upp á turt og kann nú hyggja eftir Evropa og heiðursmerkjum Vónini bilaði einki í Klaksvík, tá HB kom á vitjan í 7. umfari. KÍ lá nummar tvey og skuldi vísa oddaliðnum hvar Dávur keypti ølið. KÍ var eisini á odda bæði 2-0 og 3-2, men tá samanumkom, so stóð KÍ eftir við ongum 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin tídningarmiklastur fyri steðgin tídningarmiklastur fyri steðgin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir eftir steðgin... eftir steðgin... ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ 1 Klæmint A. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 2 Árni Frederiksberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 3 Magnus H. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 1 Páll Klettskarð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 2 Álvur F. Christiansen . . . . . . . . . . . . . . . . 6 3 Atli Danielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 1 Jónhard Frederiksberg . . . . . . . . . . 1260 2 Pól Jóhannus Justinussen . . . . . . . 1260 3 Árni Frederiksberg . . . . . . . . . . . . . . 1219 1 Hjalgrím Elttør . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 2 Heðin á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 3 Atli Danielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . 1328 Pól Jóhannus Justinussen Her stendur at kalla javnt millum Pól Jóhannus Justinussen og Árna Frederiks- berg, sum báðir hava verið undangongumenn í hesum kappingarárinum. Valið er fallið á Pól Jóhannus Justinussen, sum hóast nakrar minni góðar dystir at byrja við, hevur spælt seg upp. Hann er ein ordans klossi í verjuni og tað eru fáir menn, ið vinna ein nærdyst móti honum. Eisini á landsliðnum hevur hann spælt seg upp. Árni Frederiksberg vísti eisini á U21 landsliðnum, at hann eisini hevði uppiborið heiti, sum besti spælarin í fyrru hálvu. Páll A. Klettskarð Níggju mál í 15 dystum er góðkent fyri nýggja landsliðsáleyparan, sum tó hevur mist eitt sindur av stevinum saman við restina av KÍ liðnum. Tað góða við Páll A. Klettskarð er, at hann altíð er hugagóður og arbeiður í samfullar 90 minuttir. Hetta er ikki øllum framherjum líkt. Páll luttekur eisini í uppbyggjandi spælinum og er tí ein stórur partur av spælinum hjá KÍ, umframt at hann skjýtur mál. Áðrir menn, sum hava spælt væl eru Atli Danielsen, Álvur Christiansen og Hjalgrím Elttør. Við 21 málum hevur NSÍ ikki skotið nokk av málum til at tevja heiðursmerki. Her má nýggi venjarin, Heðin Askham, til at fáa fleiri mál burtur úr Klæminti A. Ol- sen og hinum á framrættu plássunum. Tað er styttri upp til annað pláss enn tað er til niðurflytingarstrikuna og NSÍ kann hyggja uppeftir heldur enn niðureftur á stigatalvuni um hugt verður eftir gongdini hjá NSÍ eftir fimta umfar. Álopspartinum bilar ikki. KÍ hevur í fyrru hálvu skotið 30 mál og bara HB hevur skotið fleiri mál. Men í verjupartinum haltar, tí KÍ hevur latið heili 27 mál í gjøgnum. Bara AB og 07 Vestur hava latið fleiri mál inn. Uppgávan hjá KÍ verður nú at finna ein javnvág millum góða álopsspælið og heldur ótøttu verjuna, so felagið kann koma burtur úr hesi røðini av dystum uttan sigrar.