Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur effodeildin Borgin við Stórá fall í seinasta umfarinum fyri summarsteðgin. Teir hava hildið hinum liðnum frá at vunnið alt kappingarárið, men á jóansøku gekk ikki meir. Eins og í fjør, so var tað EB/Streymur, sum stóð fyri tí. Víkingar kendu seg snýttar av dómaranum, tá teir í seinasta umfarinum taptu 4-2 fyri HB. Kaj Leo Í Bartalsstovu legði annars Víking á odda 1-0 longu eftir 15 sekund, men tað nyttaði lítið, tá HB skoraði fýra tey næstu málini. Við Stórá hevur bara EB/ Streym­ur megnað at kom­ ið heilskapað norður um aftur. Tað gjørdu teir í sein­asta umfarinum fyri summar­steðgin – á sjálvari jóansøkuni. TB fekk eina góða byrjan, men eitt sindur av glansinum er farið av góðu úrslitinum, nú TB hevur tapt tveir dystir og er bara fýra stig aftanfyri AB, eftir at teir hava vunnið sær 10 stig upp á fýra dystir. Styrkin hjá TB liggur í verjupartinum. Bara 20 mál eru farin í gjøgnum. Tað er væl minni enn liðini, sum liggja rundan um. Óli Jóhannesen spælir sum ein brandur og nýtir allar royndir­nar 41 ára gamla høvdið hjá honum hevur samlað. Babacar Ndiour hevur eisini víst seg at verið eitt gott keyp. Hann kann bæði spæla á høgra bakki og í miðverjuni. Á miðvøllinum hevur U21 landsliðsmiðvallarin, Rógvi Joensen, tikið leiklutin sum liðskipari hjá TB til sín. Hann gongur á odda á vøllinum og hevur viðspælarar í Martin Tausen og Ndende, sum hjálpa væl til. Á vengrunum hava Nicky Diverdics, Ragnar Tausen, Aron Sørensen og Dan Mortensen hava upp á skift verið á vonginum, með­ an bara 17 ára gamli Poul Ingason hevur gingið á odda við málskjútingini. Nú skal TB bara ansa eftir, at teir ikki koma somu óndu ringrás sum um somu tíð í fjør, tá TB ikki vann í fleiri dystir. Liðið hevur ikki vunnið í 10 dystum og tað sæst aftur á stigatalvuni, har felagið nú er at finna á áttinda plássi – bara fýra stig frá niður­ flytingar­strikuni. Undan kappingini vóru tey flestu samd um, at Víkingur var eitt av liðnum, sum avgjørt kundi fáa heiðurs­ merki um hálsin. Nú snýr tað seg meira um at bjarga lívinum í bestu deildini, og bjarga kappingarárinum sum heild. Tað er eitt sindur ringt at seta orð á, akkurát hvar tað er gingið galið hjá Víkingi, tí teir hava gott fólk á flestu av plássunum og venjarin er royndur og kennur liðið væl. Í verjupartinum eru fýra kendir menn, sum allir hava spælt har í fleiri ár, umframt at málverjin, Geza Turi, er tann sami sum undanfaru árini. Á miðvøllinum hava verið fleiri broytingar og tað er helst onkustaði her, at ein av orsøkunum til vánaligu gongdina skal finnast. Liðið tykist ikki at hava eitt knútapunkt á miðvøllinum, sum kann binda liðið saman. Í fjør var hetta Evrard Blé. Á vengrunum hava bæði Filip Djordjevic og Kaj Leo Í Bartalsstovu vístu góð einstaklingaevnir, men tað er eyðsæð, at teirra stryki liggur ikki í at spæla Finn Justinussen upp. Tó so, so hevur Finnur heldur ikki funnið málið, tá hann er blivin spældur upp. Fimm mál í 15 dystum er í undirkantinum fyri ein so góðan framherja sum Finn Justinussen. Á papírinum hevur Víkingur eitt lið, sum er alt ov gott til at flyta niður ella verða í niðurflytingarstríðinum, men tað er fleiri ferðir prógvað, at fótbóltur verður ikki spældur á papírinum, men á vøllinum. Humørið var tað besta í nakar hevði sæð Víkingar í aldurdali Ivan Stojkovic Óli Johannesen Babacar Ndiour Teitur Olsen Eirikur Magnusarson Ndende A. Guéye Martin Tausen Rógvi Joensen Nicholas F. Diverdics Poul Ingason Ragnar Tausen Geza Turi Atli Gregersen Erling Jacobsen Bárður Hansen Dánjal Pauli Lervig Hjartvard Hansen Hans J. Djurhuus Hanus Jacobsen Filip Djordjevic Kaj Leo í Bartalsstovu Finnur Justinussen Støðan hjá TB er áleið tann sama í ár sum í fjør. Tá hevði TB 18 stig og ongin tosaði um niðurflyting. Í ár hevur TB 16 stig og ikki fyrr enn AB byrjaði at vinna, kann ivi sáast um Hans Fróði Hansen og hansara menn kunnu enda í einum niðurflytingarstríði Víkingur er uttan iva størsta vónbrotið í hesum kappingar­ árinum í mun til vónirnar. Eftir eina góðkenda byrjan, er liðið enda í einum aldurdali, sum ongan enda tykist fáa 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin tídningarmiklastur fyri steðgin tídningarmiklastur fyri steðgin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir eftir steðgin... eftir steðgin... ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ 1 Poul Ingason . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 2 Babacar Ndiour . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 3 Óli Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 1 Kaj Leo Í Bartalsstovu . . . . . . . . . . . . . . 5 2 Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 3 Hanus Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 1 Ndende . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 2 Ivan Stojkovic . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 3 Óli Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 1 Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . 1350 2 Atli Gregersen . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 3 Bárður Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . 1332 Óli Johannesen Grundin undir góðu úrslitunum hjá TB er stinna verjan og støðugt góði mál­ maðurin. Í Óla Johannesen hevur TB royndasta mannin í føroyskum fótbólti í løtuni. Hann er stýrimaður í verjuni og úrslitið er ikki at taka feil av. 20 mál ígjøgnum í mun eitt nú 32 hjá AB. Hetta eigur Óli Johannesen sín stóra lut í. Tað eru eisini aðrir menn, ið hava gjørt tað gott. Menn sum Babacar Ndiour, Rógvi Joensen, Ndende og Poul Ingason hava allir avrikað javnt gott. Hans Jørgen Djurhuus Her eru eisini aðrir spælarar, ið kundi verið nevndir, men stríðsviljin hjá um­ skúlaða miðvallaranum skarðar burturúr, tá ein spælari skal veljast burtur úr hjá Víkingi. Hann hevur næstan hvønn dyst verður millum teir bestu á liðnum og innsatsinum ber ikki til at pilka við. Hóast hann hevur ein skaða í fótinum sum argar, so er hann alíkavæl drúgvur hvørja ferð. Nógvu gulu kortini hjá Hans Jørgen lýsa hann eisini væl. Hann ágrýtin og gevur altíð alt, men fer eisini um mark ov oftani. Fremsta uppgávan hjá TB verður at sløkkja vónina hjá AB sum skjótast, tí munurin er minkaður nógv seinnu umførini. TB hevði um hetta mundið í fjør eina slaka úrtøku, tað hava teir ikki ráð til. Liðið tykist mangla ein stuðul til Poul Ingason í álopinum. TB hevur millum annað brúkt Babacar Ndiour í álopinum, tá Poul Ingason ikki hevur verið á vøllinum. Her má okkurt henda í Víkingi til seinnu hálvu. Sølvi Vatnhamar verður ein tiltrongd tilgongd á miðvøllinum og Víkingar mugu bara vóna, at hann kann fáa skil á uppspælið hjá liðnum á miðvøllinum, sum er ov óstøðugt. Og so mugu Kaj Leo Í Bartalsstovu, Filip Djordjevic og Finnur Justinusen blíva meiri avgerandi. 17 mál í 15 dystum er ov vánaligt fyri Víking.