Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur AB vann eisini seinasta dystin fyri summarsteðgin. Tað er tríggir heimasigrar upp í slag. Innskifti Karstin Højgaard skoraði tvey mál, meðan Dion Splidt skoraði tað triðja við beinleiðis hornasparki. 07 Vestur fekk stig í seinasta dystinum fyri summarsteðgin við málleysum javnleiki í Gundadali. 07 Vestur spældi aftur sum eitt lið, ið veruliga arbeiðir fyri hvørjum øðrum. Gamaní vóru teir hepnir at fáa annað stigi, men innsatsurin var meir enn góðkendur. Sermerkt fyri stigini hjá AB stutt fyri steðgin er, at tey koma ikki í hús fyrr enn í evstu løtu. Móti KÍ kom mál­ið við seinasta spark­ inum og tað sama móti TB, tá Morten Overgaard stút­ aði bóltin í málið. Móti NSÍ kom forloysandi málið held­ ur ikki fyrr enn langt inni í yvirtíðini, tá Kartin Højgaard økti til 3-1. Tað vitnar um eitt lið, sum hevur nógva orku og er í stand til at spæla í 90 minuttir við fullari ferð. Eisini tá teir eru undir­mann­ aðir meginpartin av tíðini. Símun Rógvi Hansen gjørdi fleiri brølarar í byrj­ an­ini, men nú bjargar hann tá mest stendur á. Morten Overgaard verður lapp­aður saman og stendur sterk­astur í myndini av verju­spæl­ar­ unum, sum eins og restin av liðnum eru vaksnir við upp­ gávuni. Á miðjuni hevur Sorin Anghel bara verið hálvur, men tá hann spælir, so er hann í einum flokki fyri seg, meðan menn sum Jobin Drangastein, Mikkjal Hentze og Hørður M. Mohr geva mið­vøllinum nógva orku. Á vengr­unum eru Dion Splidt og Rógvi Poulsen farnir at gera nógv um seg eftir skaðar, meðan Ahmed Keita so smátt er komin í gongd. Í Bjarta Kjærbo og Kartini Højgaard hevur AB tveir jokarar, sum kunnu koma inn og venda teimum tøttu dyst­unum. Søguligt sæð, so hevði AB ongan møguleika at bjarga sær eftir javnleikin móti 07 Vestur, men á Argjum lata tey ikki søguna vinna á vónini um at yvirliva. 10 stig fyri fýra dystir ger AB til formsterkasta liðið yvir fýra tey seinastu umførini fyri summar­steðgin. 07 Vestur var væl við í byrjan­ in av kappingini og gav øllum liðnum mótstøðu. Serliga sigurin á heimavølli móti TB var týdningarmikil. Hann vísti, at 07 Vestur var klárt at taka dystin upp við hini liðini, ið kunnu roknast sum møguligir niðurflytarar. Men so steðgaði upp. Fyri hvønn dyst 07 Vestur meiri út sum eitt felag, ið ikki fór at klára at hóra undan niður­ flytingini. Bara AB hevði eina verri byrjan, men tað gjørdi ikki støðuna hjá 07 Vestur betri. Í tveimum teimum sein­ astu dystunum hevur 07 Vest­ur hinvegin funnið viljan aftur. Ongin fær nak­ að ókeypis. HB mátti bíða til evstu løtu við at hála sigur­in í hús, meðan B36 bara stóð eftir við einum stigi, tá 07 Vestur var á vitjan í Gunda­ dali. Ein sigur í 15 dystum er ikki gott nokk og tað eru heili átta stig upp til niður­ flytingar­strikuna. Tað sær einki út, men megnað teir at gera »ein AB« og hála fleiri stig í hús upp á nakrar fáar dystir, so er ein møguleiki har. Men tað krevur at Evrard Blé vísur somu spæligleði sum í steypafinaluni fyri Víking í fjør, at Ibrahima Camara byrjar at raka málið aftur og liðið heldur fram at stríð­ast fyri somu søk sum tveir teir seinastu dystirnar. Argjamenn liva í vónini Um at finna stevið aftur Símun R. Hansen Morten Overgaard Rói Danielsen Leivur H. Joensen Beinir Ellefsen Mikkjal Hentze Sorin Anghel Jobin Drangastein Dion Splidt Rógvi Poulsen Ahmed Keita Andras Gango Tehé Aristide Emil Mikkelsen Petur G. Dalbø Gunleif Olsen Evrard Blé Jovan R.-Panic Eli F. Nielsen Tór-Ingar Akselsen Ibrahima Camara Jákup Olsen 10 stig í fýra teimum seinastu dystunum. Tað hevur lagt grundina undir eina realistiska vón um at bjarga lívinum í bestu deildini, eftir eina óalmindiliga vánaliga byrjan, sum bara kastaði tvey stig av sær Í seinasta dystinum fyri summarsteðgin sá 07 Vestur aftur út sum eitt lið, har allir menn arbeiða fyri somu søk. Teir stríddist við lívinum sum innsatsi og tað gav úrsligt, sjálvt um B36 skuldi havt vunnið dystin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar Formkurvin tídningarmiklastur fyri steðgin tídningarmiklastur fyri steðgin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir eftir steðgin... eftir steðgin... ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ 1 Rógvi Poulsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 2 Ahmed Keita . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 3 Dion Splidt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 1 Ibrahima Camara . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 2 Evrard Ble . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 3 Jovan Radinovic-Panic . . . . . . . . . . . . . . . 2 1 Beinir Ellefsen . . . . . . . . . . . . . . . . . 1181 2 Símun Rógvi Hansen . . . . . . . . . . . . 1170 3 Sorin Anghel . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1018 1 Andras Gango . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 2 Emil Mikkelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 3 Jovan Radinovic-Panic . . . . . . . . . . . 1350 Morten Overgaard Hóast hann bara hevur luttikið í sjey dystum og spælt samanlagt 626 minut- tir av 1.350 møguligum, so hevur hann fingið heitið sum týdningarmiklasti spælarin í fyrru hálvu hjá AB. Hann var besti spælarin á vøllinum í javnleikinum móti 07 Vestur, stóð sterkur í myndini móti KÍ á útivølli, avgjørdi dystin móti TB og spældi aftur væl fríggjakvøldið móti NSÍ. Umframt at verða gløggur í sínum verjuspæli, so hevur hann eisini leiðaraevnini, sum skulu til at stýra einum liðið sum AB. Andras Gango Andras Gango hevur staðið væl í nøkrum ávísum dystum. Ein av teimum var mil- lum annað móti B36 í Gundadali. Fyri ein uppflytarar sum 07 Vestur hevur tað alstóran týdning, at málverjin hevur fleiri góðar dystir. Av øðrum dystum kann nevnast dysturin móti NSÍ, tá 07 Vestur nærmast stjól eitt stig í evstu løtu. Tá bjargaði Andras Gango fleiri ferðir og tað endaði við at 07 Vestur fekk eitt stig. Skal 07 Vestur hava nakran møguleika fyri at yvirliva, so er týdningarmikið, at Andras Gango hevur eitt gott og støðugt kappingarár. AB hevur longu tryggjað sær Kára Nielsen og Dmitrije Jankovic til seinnu hálvu. Men uppaftur týdningarmiklari verður at fáa menn sum Sorin Anghel, Dion Splidt, Ahmed Keita og Rógva Poulsen klárar, so teir kunnu spæla og venja við fullari ferð. Tá teir allir eru við hevur AB ellivu mans, sum kunnu bjóða TB og møguliga Víkingi av í einum niðurflytingarstríði. Spurningurin er um tað er ov seint at styrkja seg, men tað tykist ósannlíkt, at 07 Vestur skal hála átta stig inn á antin TB ella Víking, umframt at yvirhála AB uttan at styrkja seg í summar hálvuni. Liðið má halda fast í stríðsandanum og ongin má fáa nakað ókeypis um 07 Vestur skal hava nakran møguleika. fótbóltur effodeildin