mánadagur 1. juli 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Milliardaíløga
uttan garanti
Skálafjarðartunnil – Vit tosa um at seta 1,2 milliard krónur í eina verkætlan í einum
lítlum, fjarskotnum samfelag, ið er hótt av fráflyting. Hartil kemur ein røð av óvissum. So
nei, tað er ikki lætt at fáa útlendingar at seta pengar í projektið, sigur Kurt Bardeleben,
advokatur og ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum í samband við Skálafjarðartunnilin.
Jón Brian Hvidtfeldt
Tá landsstýrið enn einaferð
broytti kós í tunnilsmálinum,
frá almenna aftur til privata
leistin, fekk Kurt Bardeleben
uppgávuna at finna privatar
íleggjarar,
ið
vildu
seta
pengar í verkætlanina.
Kurt Bardeleben er advo
katur í Lett Advokatfirma, ið
sum er ráðgevi hjá lands
stýrinum í málinum um
Skálafjarðartunnilin.
– Mín uppgáva er er gera
eitt OPP-modell (Offentligt
Privat Partnerskab, red.) fyri
Skálafjarðartunnilin, sum er
leisturin at brúka, um tað
almenna ikki sjálvt vil gera
tunnilin. Í leistinum liggur
sjálvandi, at privatir íleggj
arar koma við pengunum,
meðan landskassin sleppur
undan at hava hendurnar á
kókiplátuni,
sigur
Kurt
Bardeleben.
Advokaturin tykist errin
av, at tað hevur eydnast at
finna ein privatan íleggjara,
sum er til reiðar at koma við
pengunum. Hinvegin heldur
hann lítið um tær mongu
atfinningar, ið hava verið
frammi um, at ov lítið er
gjørt fyri at leita eftir íleggj
arum.
– Tað gevi eg ikki eitt
fimmoyra fyri. Vit hava
kannað marknaðin og eg fari
fegin á fund við viðkomandi,
um onkur kann peika mær á
ein
annan
íleggjara
til
Skálafjarðartunnilin, sigur
Kurt Bardeleben avgjørdur.
Einki garanti
Sambært advokatinum eru
tríggjar høvuðsorsøkir til, at
uppgávan at finna íleggjara
til Skálafjarðartunnilin hev
ur verið trupul.
– Her er talan um ein
undirsjóvartunnil, enntá við
rundkoyring. Hóast kann
ingar eru gjørdar av økinum,
so er stór óvissa knýtt at
verkætlanini. Hvat hendir,
um rokningin endar uppi á
1,8 milliard, heldur enn 1,2
milliard, spyr Kurt Barde
leben og svarar sjálvur:
– Jú, tá er tað íleggjarin,
sum stendur við endan og
ábyrgdini.
Síðstu árini hevur verið
stórt fokus á fólkafráflyting.
Í kjakinum hevur verið víst á,
at tey ungu støðast ikki í
samfelagnum og lesandi tíma
ikki heimaftur eftir loknan
lestur. Í vetur kom út bókin
”Exit Føroyar”, sum umrøður
trupulleikan, og í apríl lat
Vinnumálaráðið úr hondum
heildarætlanina ”Fólkaflyt
ing og fólkavøkstur.”
Hóttandi fólkafráflyting
in er, sambært Kurt Barde
leben, ein týðandi faktorur,
tá møguligir íleggjarar skulu
viga
Skálafjarðartunnilin
upp ímóti øðrum íløgum á
altjóða marknaðinum.
– Hetta eru viðurskifti,
sum hava stóran týdning fyri
ein
útlendskan
íleggjara.
Føroyar eru frammanundan
eitt sera lítið samfelag. Tá ein
íleggjari skal binda 1,2 milli
ard í føroyska samfelagið, so
spyr hann um útlitini fyri
hetta samfelagið næstu 20-30
árini. Hvat hendir á sjálv
stýrisleið, hvussu fer bú
skaparliga støðan at síggja
út. Og í hesum sambandi er
hóttanin um fólkafráflyting
sera avgerandi, sigur Kurt
Bardeleben og heldur fram:
– Fyri at skera tað út í
papp, so spyr íleggjarin, um
14 ára gamli drongurin yvir
høvur fer at tíma at búgva
her um 10-20 ár. Um hann fer
at seta búgv her, fer at hava
ráð at keypa sær ein bil og
harafturat tíma at koyra
ígjøgnum tunnilin, heldur
enn at brúka verandi farleið.
Tað hevur týdning, tá íløgan
jú skal fíggjast við bumm
gjaldi, argumenterar Kurt
Bardeleben.
Kanningar og metingar
eru gjørdar, ið skulu geva
eina mynd av, hvør ferðsla
kann roknast við í Skála
fjarðartunnlinum.
Hartil
hevur dúgliga verið gitt,
hvussu nógvir bilar nú eisini
munnu fara at koyra ígjøg
num tunnilin um dagin, tá
avtornar.
– Ja, eg kenni hasar met
ingarnar. Men trupulleikin
við metingum er, at tær veita
ikki vissu fyri nøkrum sum
helst. Eg kann ikki garantera
einum íleggjara, at til dømis
6000 bilar fara at koyra
ígjøgnum tunnilin um dagin,
í staðin fyri at brúka í mesta
lagi 40 minuttir meira og
taka farleiðina rundanum,
sigur Kurt Bardeleben.
Uppgávan hjá advokati
num er sum áður nevnt at
arbeiða fyri Innlendismála
ráðið. Og sambært Kurt
Bardeleben hevur uppgávan
at finna ein íleggjara ikki
verið løtt.
– Tað er trupult at sann
føra ein útlendskan íleggjara
um, hví hann skal placera
sínar pengar í samferslu
kervið í lítlu og fjarskotnu
Føroyum. Enntá í eitt strekki,
har fast samband er fram
manundan og har fólkatalið
er rættuliga lítið. Tú má
minnast til, at útlendskir
íleggjarar vita ikki nógv um
føroyska samfelagið, sigur
Kurt Bardeleben.
Føroyskt akker
Sosialurin hevur í fleiri um
førum víst á, at Føroya Lívs
trygging er aktivt inni í
myndini, nú komið er til
endaspurtin í samráðingun
um millum Innlendismála
ráðið og privata íleggjaran,
Copenhagen Infrastructure
Partners. CIP varð stovnað í
fjørheyst, og felagið hevur
fingið seks milliardir krónur
úr
PensjonDanmark
at
arbeiða við. Ein lyklaper
sónur í CIP er føroyingurin
Rune Bro Róin. Sjálvur hevur
hann ongar viðmerkingar til
málið, men vísir til pressu
chefin hjá PensjonDanmark,
ið tó ikki hevur annað at
fortelja, enn at tey eru í
dialogi við landsstýrið.
Heldur ikki Kurt Barde
leben fæst at siga stórvegis
um samráðingarnar. Men
hann vísir tó á týdningin av,
at ætlanin fær rótfesti í
Føroyum.
– Tað er sera týdningar
mikið at hava eitt føroyskt
akker. Onkran, sum kennir
samfelagið og mekanismur
nar her. Eisini hevur tað
týdning, at fíggingarmarkn
aðurin í Føroyum er við,
sigur Kurt Bardeleben.
Spurdur beinleiðis, hvør
hesin er, svarar advokaturin
stutt:
– Tað kemur alment fram,
tá avtalan er komin endaliga
upp á pláss.
Copenhagen Infrastruc
ture Partners hevur longu
stovnað eitt felag í Føroyum,
Faroese Infrastructure, við
Rune Bro Róin sum nevndar
formanni. Stjóri í Faroese
Infrastructure er Ingi Høj
gaard, sum eisini er nevnd
arformaður í P/F Skála
fjarðartunnilin, sum Føroya
Lívstrygging nú eigur einsa
mælt.
Við Sosialin fríggjadagin
søgdu bæði stjóri og nevnd
arformaður í Føroya Lívs
trygging, at sum útgangs
støði er Skálafjarðartunnilin
ein áhugaverd íløga fyri LÍV.
Avkast
Sambært keldum hjá Sosi
alinum hevur CIP samráðst
seg til ein sáttmála við Inn
lendismálaráðið, ið tryggjar
felagnum eitt avkast á 9,8
prosent av íløguni. Kurt
Bardeleben vil ikki tosa um
samráðingarnar
og
sátt
málan, men tosið um trygd
fyri avkast festir í hjá
advokatinum:
– Garanti? Her er talan
um júst tað øvugta. Her er
eingin vissa fyri at tjena
pengar. Ímynda tær eitt
worst case scenarie, har
verkætlanin kemur at kosta
1,8 milliard, og talið av bilum
gjøgnum tunnilin ikki verður
meira enn 4000 um dagin. Tá
verður trupult at tjena peng
ar, sigur Kurt Bardeleben.
Íleggjarin
Keldur vilja vera við, at
politiski
ivin
og
mongu
spurningarnir, ið hava verið
reistir í seinastuni, hava
stygt burtur íleggjaran.
– Tað var vist Lykketoft, ið
skýrdi bankafólk at vera
”hysteriske kællinger.” Eg
kann
hvørki
vátta
ella
avsanna hasi tíðindini, men
eg vóni fyri landið, at man
klárar
at
halda
fast
í
íleggjaran. Tí tað er ein sera
trupul uppgáva at fáa ein
útlendskan
íleggjara
at
binda seg til eitt milliarda-
projekt í samferðslukervið
einum lítlum, fjarskotnum
samfelag sum Føroyar, sigur
Kurt Bardeleben um sítt
egna arbeiði fyri Innlendis
málaráðið.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður í innlendismál
um, skuldi eftir ætlan skriva
undir sáttmála um Skála
fjarðartunniln hósdagin í
síðstu viku. Men mongu
ivaspurningarnar, eitt nú um
heimildina hjá landsstýris
manninum at skriva undir,
hava útsett málið. Á Ólav
søku ber Kári P. Højgaard eitt
nýtt lógaruppskot í løgtingið,
ið tryggjar honum heimild at
gera avtalu við privat felag
um at gera, eiga og reka
Skálafjarðartunnilin.
Hóttanin um fólkafráflyting er avgerandi, tá útlendskir íleggjarar skulu seta pengar í
Skálafjarðartunnilin, sigur Kurt Bardeleben, ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum