Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tá Atlantic Airways fór fyrsta túrin til Milano í Italia leygardagin, var flogfarið fullsett. Air-bussurin tekur 144 ferðafólk, og á hesum túrinum vóru 139 ferðafólk og trý børn. Sambært ferðaætlanini skuldi fráferðin til Milano vera klokkan 06, men orsakað av, at ólag hevði verið á flogferðsluni, serliga seinasta hósdag, var flogfarið seinkað í Vágar. Men, tá klokkan var farin nakað av 08, var klárt at fara í flog­ farið. Stíggjur við Størsta einstaka ferðalagið til Milano á hesum fyrsta túrinum, var verkstaðurin Stíggjur í Saltangará, sum er ein verkstaður fyri fólk við menningartarni. – Vit eru 19 borgarar og 10 starvsfólk – ella 29 fólk tilsamans. Vit eru uttanlands við stovninum annaðhvørt ár og eru á legu í Føroyum annaðhvørt ár. Soleiðis hava vit gjørt í fleiri ár. Tað siga tvey av starvs­ fólkunum á Stíggi, Sigvør Nesá og Dagmar Beder. – Tá vit koma til Milano, fara vit víðari til Gardar­ vatnið, har vit skulu gista á hotelli í býnum, Malcesine, í eina viku. Tær vísa á, at nøkur av teimum, sum arbeiða á verkstaðnum, búgva heima, meðan onnur búgva á sam­ býli. Flestu eru av Skála­ fjørðinum og úr Eysturoy annars, men onkur býr aðrastaðni. Felags fyri allar borgararnar er, at tey øll arbeiða á Stíggi. Sigvør Nesá og Dagmar Beder siga, at hóast seinking í fráferðini hendan leygar­ morgunin, hevði alt gingið væl. – Vit hava verið á flog­ vøllinum síðan klokkan 04.30 í morgun, og øll hava tað gott. Tey kenna seg trygg og eru ógvuliga spent til Italiu- túrin. Fleiri av borgarunum hava verið uttanlands við stovninum áður, men onkur er við fyri fyrstu ferð. Tær báðar siga, at tá ferða­lagið kemur til Gardar­ vatnið, ætla tey eitt nú at sigla í báti á vatninum, og tey fara eisini at vitja Gardar­ land, sum er eitt slag av tivoli. – Vit hugsa okkum eisini at gera onkrar útferðir, og her kann talan eitt nú gerast um Venedig ella Verona, ið liggja umleið ein tíma burtur í bussi. Sigvør Nesá og Dagmar Beder siga, at tey hava eisini hugsað um at lata tey, sum hava dirvi til tess, sleppa ein túr í rennistreingi niðan á fjall, sum er ein av møgu­ leikunum, tá tú ert við Gardarvatnið. – Jú, øll eru ógvuliga spent, og vit ivast onga løtu í, at hesin túrurin verður eitt stórt upplivilsi hjá okkum øllum, siga tær báðar. Verkstaðurin Stíggjur við 29 fólkum til Italia Tvey línuskip eru á veg av Flemish Kap, fullfermd við toski. Tey landa miðskeiðis í vikuni. Tvey línuskip eru vestanfyri og fiska longu og brosmu - og eitt línuskip er undir Íslandi. Onnur línuskip eru antin á Flemish Kap ella ávegis til Flemish Kap Tað ræður um at vera “on” Á veg heimaftur úr Milano leygardagin vóru eisini nakrir føroyingar, sum hava verið á leiðsluskeiði í Italia. Føroyska ferðalagið hevði koyrt niður til Italia, og nú Atlantic Airways var í Milano á sínum fyrsta túri, høv­ du tey valt at flúgva heimaftur. Millum tey, sum komu heim við air- bussinum hjá Atlantic Airways seinnapartin leygardagin, var eitt nú stjórin í JT electric á Kambsdali, Heðin Poul­ sen, sum her er av­ myndaður á Malpensa- flogvøllinum í Milano. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Nógv er broytt øll hesi ár, og handilin er nógv broytt­ ur, bæði í stødd, útbúnaði og ikki minst í vøruúrvali. Sigrið Midjord hevur nógv ymiskt at minnast aftur á øll hesi ár. – Eg minnist so væl, tá vit fyrstu ferð fingu pip­ arfrukt. Eg helt, at eg skuldi ringja til Poul Hansen, heilsølu og spyrja, um fruktin kundi etast rá ella kókað, sigur hon brosandi. Sigrið Midjord heldur, at handilin í Fuglafirði hevði eini fimm ár á baki, tá hon byrjaði. – Tá varð nógv tosað um, at hetta longu tá var ein sjálvtøkuhandil. Onkur helt, at hetta fór ikki at rigga, tí fólk fóru bara at taka vørur við sær. Men, tey, sum tá stóðu aftan fyri handilin, hugsaðu longur. Hon sigur, at sum hand­ ils­leiðari noyðist tú at hava allar “antennur” úti, og tú skal fylgja væl við, hvat er frammi. – Tað ræður um at vera “on” og fylgja væl við, bæði her heima og úti, sigur Sigrið Midjord. Nú varmakeldu­ stevna stundar til, verður dúgliga arbeitt í Fuglafirði við at fríðka og hampa - og eisini er eitt størri vegarbeiði í gongd í bygdini Sigrið Midjord hevur skjótt starvast hjá Haraldsen í Fugla­firði í samfull 37 ár. Hon er dagligur leiðari av stóra og nútímans matvøruhandlinum Á skeið í Italia UTTANLANDSFERÐ - Vit fara uttanlands annaðhvørt ár, og ferðast í Føroyum annaðhvørt ár. Nú eru vit á veg til Milano og Gardarvatnið í eina viku