Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Longu fyri fyrstu útoyggja­ stevnuna hevði ein ávís tilgongd verið, sum hevði til endamáls at vísa útoyggjum størri ans og áhuga. Tað vóru fólk, sum hildu, at politikarar góvu útoyggj­ um og lítlar gætur. Longu í 1999 tók Jenny Lydersen stig til ein fólka­ fund úti í Fugloy, og her beyð hon eitt nú politikarum við. Nú útoyggjastevna aftur var í Fugloy í vikuskiftinum, varð tað eisini Jenny Lyder­ sen, sum setti fundin. Eftir fólkafundin í Fugloy í 1999 setti táverandi løg­ maður, Anfinn Kallsberg, eina útoyggjanevnd, sum skuldi koma við einum áliti. Millum tey, sum komu í hesa nevnd, var eitt nú Olga Biskopstø, sum øll árini síðan hevur verið millum sterkastu talsfólk fyri útoyggjum. Ov lítið ítøkiligt Útoyggjafelagið varð stovnað í desember 2001 við støði í tí áliti, sum útoyggjanevndin gjørdi. Eftir fólkafundin, sum nú aftur í ár varð hildin í Fugloy, segði Olga Biskopstø, at politikarar vísa ein sera positivan anda og áhuga fyri menning av útoyggjum. – Men tað, sum liggur eftir, er, at politikarar vilja ítøkiliggera tann positiva anda, sum er, segði Olga Biskopstø. Fólkatalið minkar Fólkatalið á teimum átta útoyggjunum er minkað við 100 fólkum seinastu fimm árini. Hetta kom fram, tá Olga Biskopstø og Kári P. Høj­ gaard, landsstýrismaður, kjak­aðust í morgunsending í Útvarpi Føroya. – Í 2007 búðu 340 fólk á útoyggj, men í fjør var hetta tal komið niður á 240. Hóast Útoyggjafelagið seinastu 12 árini hevur roynt at menna ella bjarga útoyggjunum, so gongur bara aftur á hondina. Tað segði Olga Biskopstø, forkvinna í Útoyggja­felag­ num, sum saknar eitt skipað arbeiði fyri at menna út­ oyggjarnar. Vilmund Jacobsen Havnarmeistarin í Fugla­ firði, Rólant Højsted, gleðir seg sum so mong onnur til regatta’ina við træsegl­skip­ um, sum kemur á Fugla­ fjørð hóskvøldið 4. juli klokkan 18.30. – Hetta verður heilt sikkurt eitt hugnaligt kvøld við nógvum fólki. Hann vísir á, at umborð á træseglskipunum, sum verða fleiri í tali, verða eini 70-100 fólk, og haraftrat koma fleiri vælmannaðir grindabátar úr Vági. - Saman við horn­ork­es­ tri, harmonikuleikarum, sjóránarum, fyriskiparum, bygdarfólki og gestum eru útlit til eitt serstakliga hugnaligt kvøld í Fuglafirði, sigur Rólant Højsted. Sum kvøldið gongur, verður eisini felagssangur, og klokkan 23 verður ókeypis bryggjudansur, har Kallar og limir í Harmo­ nikufelag Føroya spæla. Egningarskúrðar Fuglafjarðar kommuna eigur sera snotuligar egningarskúrar, men í Fuglafirði eins og í flestu bygdum, har útróður var, er lítil og eingin útróður longur Tað gongur bara afturá á útoyggj Regatta’in fer at savna nógv fólk í Fuglafirði Magni við mandolin í flogfari Tá air-bussurin hjá Atlantic Airways var farin úr Vágum leygarmorgunin við kós móti Milano og hevði verið á flogi eina løtu, segði stjórin flog­ felagnum, Magni Arge, nøkur orð. Hann vísti á, at hetta er fyrstu ferð í søguni hjá føroyska flogfelagnum, at beinleiðis rutusamband er millum Vágar og Milano í Norðuritalia. Hann helt, at Italia er eitt spennandi land, og úr Milano eru møguleikar at røkka nógvum ymiskum ferðamálum í Italia. – Orsøkin til, at vit hava valt Italia sum ferðamál, er, at tað eisini er umráðandi hjá felag­ num at fáa onnur enn føroyingar at brúka hesa rutu. Hann segði, at Milano liggur í ríkasta partinum av Italia – ja, kanska ríkasta parti av Evropa, og tí hevur hann eisini góðar vónir um, at ferðafólk úr Italia fara at brúka hesa nýggju rutu. Lagið var gott á ferðini niður til Milano, og eitt nú spældi Magni Dalsgaard, sum er royndur í leikum á mandulin, lagið O Sole Mio, meðan ferðafólk hugtikin lýddu á. Í lufthavnini Mal­pen­ sa, sum er størsti flog­ vøllur í Milano-økinum, var skipað fyri móttøku, og her fekk Magni Arge heiðurin at klippa snórin úr italsku flagglitunum, soleiðis at flogsambandið nú formelt er latið upp millum Føroyar og Italia. Á heimferðini fingu ferðafólk góðan føroysk­ an laks, sum Hiddenfjord hevur framleitt, og hesin gagnaðist ferðafólkunum óføra væl. Umleið helmingurin av teimum 70 ferðafólk­un­ um, sum vóru við flog­ farinum heimaftur úr Milano, vóru italiubúgvar, og tey sýndu Magna Arge og Føroyum stóran áhuga og høvdu nógv at spyrja um. Tey, sum hava koyrt framvið SEV- verkinum við Fossá í Vestmanna, hava sæð, at bygn­ingurin hjá SEV er pakkaður inn í plastik. Tað er Arti­con, sum er í holt við at dagføra bygn­ ingin Útoyggjastevnan, sum varð hildin í Fugloy í vikuskiftinum, var hin ellivta í røðini. Fyrsta stevnan varð hildin í Skúvoy í 2002 REGATTA - Eingin ivi er um, at regattakvøldið verður eitt sera hugnaligt kvøld í Fuglafirði