Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommunu søkir eftir sløkkiliðsfólki til sløkkiliðsstøðina í Tórshavn at byrja 1. august, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv sum sløkkiliðsfólk í vaktskipan á vaktsentralinum og tilkallivakt. Arbeiðsuppgávur Nakrar av høvðusuppgávunum hjá sløkkiliðs- fólkunum eru m.a. • Vakt á vaktstovuni • viðlíkahald av sløkkiliðsútgerð á støðini • eftirlit og viðlíkahald av brandpostum • bjargingaruppgávur • annað vanligt brandmansarbeiði og hjálpiuppgávur • bilførari á MBF-bussinum SLØKKILIÐSFÓLK Onnur størv í Tórshavnar Kommunu – Lesið meira á www.torshavn.fo Lívbjargarar – Svimjihøllin í Gundadali Umsóknarfreist 22.07.2013 Førleikakrøv Tað er ein fyrimunur, um tann, ið settur verður, er handverkari so sum bilmekanikari, smiður ella líknandi. Tað er krav at viðkomandi hevur førarabræv til akfar yvir 3.500 kg við átekning til vinnuligan fólkaflutning í bólki D. Neyðugt er, at viðkomandi er likamliga væl fyri, er førur fyri at taka tær røttu avgerðirnar í røttu løtuni, kann arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at virka saman við starvsfelagum og viðskiftafólkum. Annað Neyðugt er at umsøkjari er væl fyri í føroyskum, bæði skrivliga og málsliga. Umsøkjari má kunna verða á støðini innan 5 minuttir. Eisini skal umsøkjari kunna útvega reina revsi- váttan frá politinum. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt eftir sáttmála við Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, ella Hans Dávid Hansen, varasløkkiliðsstjóra, á telefon 302100. Umsókn Umsókn, merkt „Umsókn sløkkiliðsfólk“, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. juli 2013 kl. 12.00. Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Dagstovnurin Flatnagarður í Kaldbak skal hava nýggjan leiðara, at byrja 1. august 2013 ella skjótast tilber. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Um áhugi er fyri tí, er møguleiki fyri at arbeiða niðursetta tíð. Stovnurin er skipaður við vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla. Á stovninum eru í løtuni 20 børn. Haraftrat er ungdómsklubburin Flatnakrókur opin 2 kvøld um vikuna. Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum fakligum støði. Samtíðis er neyðugt, at viðkomandi hevur innlit í fyrisitingarlig og fíggjarlig viðurskifti Vit bjóða • eitt áhugavert og avbjóðandi starv • tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar fyri millum dagstovnaleiðararnar • møguleika fyri ráðgeving • møguleika fyri eftirutbúgving Vit vænta at tú • kanst virka í góðum samstarvsanda við starvsfólk og foreldur • ert væl skipaður • ert týðiligur og nærverandi • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • ert sinnaður at arbeiða inkluderandi • sær møguleikar heldur enn vansar • dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis • leiðsluroyndir Setanarviðurskifti Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin náms- frøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, telefon 212885 ella Ruth Vang, deildarleiðara, telefon 228231. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu, Vaglið, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013. Onnur leys størv í Tórshavnar Kommuna – Lesið meira á www.torshavn.fo Leiðari – Verkætlanardeildin Umsóknarfreist 08.07.2013 kl. 12.00 Býararkitektur – Býarskipanardeildin Umsóknarfreist 08.07.2013 kl. 12.00 Lívbjargarar – Svimjihøllin í Gundadali Umsóknarfreist 22.07.2013 Pedagogur – Frítíðarskúlan á Argjahamri Umsóknarfreist 01.07.2013 Leiðari til Flatnagarð í Kaldbak